Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8 TÍÐINDI Hetta kann aldrin góðtakast VIT SKULU LÆRA Vit eiga at læra av teimum royndum, vit hava gjørt, heldur Heðin Mortensen Áki Bertholdsen – Vit eiga at læra av teimum royndum, vit hava gjørt.  Tað sigur Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðar­ flokk­in, sum er grundleggjandi ósamdur í, at vit skulu hava eina felags brennistøð fyri alt landið. Hann staðfestir, at í summ­ um førum hevur samstarvið ímillum alt landið ikki hepnast so væl og hann heldur, at vit eiga at læra av okkara roynd­ um. –  Tað er ikki av ongum, at Havnin og IRF bygdu hvør sína brennistøð á sinni, sigur hann. Hann sigur, at tað var nett­upp tí, at ósemja var um, hvussu hon skuldi skipast. Tí stendur hann framvegis fast við tað, hann áður hevur ført fram um, at tað kann aldr­ in góðtakast, at Havnin skal bara fáa ein nevndarlim av sjey, tí samstundis verður tað Havnin, sum skal rinda tann størsta parturin av rakstr­in­ um. – Hendir tað, missur Havnin alla ávirkan á raksturin. Tað er ein spurningur um, at tann, sum skal gjalda, eisini skal hava tilsvarandi vald, og tað kann ikki góðtakast, at leik­lut­ ur­in hjá Havnini skal vera at rinda, uttan at hava ávirkan, sig­ur Heðin Mortensen. – Vit kunnu skjótt koma í ta støðu, at útbyggingar verða sam­tyktar, uttan at Havnin fær nakra ávirkan á tað. Men tað verður Havnin, sum skal rinda nógv tann størsta partin íløg­uni, og tað kann ikki ganga, leggur hann afturat. Heðin Mortensen heldur eis­ini, at tað er ikki annað enn eitt páhald, at tað hetta fer at kosta Tórshavnar Kommunu eina hálva milliard. – At byggja eina nýggja brenni­støð kostar sjálvsagt rætti­liga nógv. Men tað vit tosa um, er at gera ein ovn aft­ ur­at á brennistøðini í Havn, og tað er munandi bíligari, sigur hann. Hann sigur, at tað er eisini ein trygd at hava tvær brenni­ støðir, tí tær brenna fyri hvørja aðra, tá ið onnur liggur still av einhvørjari orsøk. –  Brennistøðirnar báðar hava eitt gott samstarv, og tað skulu vit halda fram við, men vit skulu ikki leggja saman, sig­ur Heðin Mortensen. Havnarfólk sleppa undan eini rokning upp á 500 milliónir VITLEYST Tað er vitleyst at vraka ætlanina um at gera eina felags brennistøð fyri alt landið Áki Bertholdsen –  Tað er vitleyst at byggja tvær brennistøðir í einum so lítlum landi sum Føroyum. Tað sigur Turið Horn, bý­ ráðs­limur í Havn, og for­ kvinna í Náttúru- og Um­ hvørvis­nevndini hjá Tórs­- havnar Býráð. Hon hevur áður boðað frá, at hon tekur fult undir við at IRF og Tórshavnar kommuna byggja eina brennistøð í felag. Og tað ger hon enn, tí hon dugir bara at síggja fyrimunir við tí. – Ein stórur fyrimunur fyri havnarborgarar, er, at verður ein felags brennistøð bygd, verður tað IRF, sum byggir hana og ikki Tórshavnar Kommuna. – Tað merkir, at skatta­borg­ arin í Tórshavnar Kommunu sleppur undan eini íløgu upp á eina hálva milliard, sigur hon. –  Tað er vitleyst at eitt so lítið land sum okkara fer at gera eina so stóra dupultíløgu, tí skal Tórshavnar Kommuna hava sína egnu brennistøð, kostar hon eisini einar 450 - 500 milliónir - og hana skulu skattgjaldararnir í Havn so rinda einsamallir. –  Skal Tórshavnar Komm­ una hava sína egnu brenni­ støð, er ein trupulleiki eisini, at so lítlar brennistøðir verða ikki gjørdar longur. Sostatt má Tórshavnar kommuna gera íløgur í eina brennistøð við einum ógvuliga stórum yv­ir­kapasiteti. Eitt heilt annað støðið Men Turið Horn heldur eisini, at hetta kann lyfta hand­far­ ing­ina av burturkastið upp á eitt heilt annað støði. –  Ein felags brennistøð verð­ur eitt gott grundarlag undir fjarðhitaskipanini í Havn, har avlopshitin í brenni­støðini kann verða gagn­nýttur. Men ætlanin er eisini at gera nógv meiri burtur úr at skilja og endurnýta burtur­ kast og í tí sambandi er ætl­an­ in at byggja eina stóra høll til at skilja burturkast í. –  Men samstundis skulu um­støður gerast til undir­vís­ ing, har børn og ung fáa und­ ir­vísing í at handfara, at skilja og at endurnýta burturkast, og hvussu burturkast kann verða eitt tilfeingi, sum kann gagn­nýtast, sigur hon. Ein stór atfinning ímóti eini felags brennistøð, er at Havn­in fær bara ein av sjey nevnd­arlimum og sostatt fer hon einki vald at hava. Turið Horn sigur, at tað er als ikki óhugsandi, at tað ber til at gera broytingar á hesum øki, og í løtuni verður arbeitt við tí. –  Men skulu vit upp í ein felagsskap, kunnu vit heldur ikki krevja, at vit skulu hava alt valdið, tí so er ikki talan um ein felagsskap longur, sig­ ur hon. – Eg vóni so inniliga, ikki bara fyri Tórshavnar Komm­ unu, men eisini fyri allar Før­ oy­ar, at vit fáa eina felags brenni­støð, tí eg síggi bara fyri­munir í tí fyri allar partar, sigur hon. Ætlanin um at byggja eina felags brennistøð fyri alt landið, hevur kloyvt Tórs­ havn­ar Býráð í tvey. – Teir býráðslimir, sum ikki vilja hava eina felags brenni­ støð, sleppa so eisini at greiða frá, at teir heldur vilja binda Tórs­havnar kommunu til eina eyka rokning upp á eina hálva milliard. – Og hetta eru somu polit­ ik­arar, sum hvassliga hava átalað, at meirilutin í Tórs­ havn­ar býráð, hevur fingið heimild at taka lán upp á 80 milli­ónir, sigur hon. – Men skulu vit byggja brenni­støð fyri 500 milliónir, verð­ur tað nógv annað, sum ikki kann gerast - og tað liggur nógv á láni í kommununi, legg­ur hon afturat. Tað kann ikki góðtakast, at leikluturin hjá Havnini skal vera at rinda, uttan at hava ávirkan. – Skulu vit byggja brennistøð fyri 500 milliónir, verður tað nógv annað, sum ikki kann gerast - og tað liggur nógv á láni í kommununi, sigur Turið Horn