mánadagur 20. januar 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8
TÍÐINDI
Hóast framgongd í
atkvøðunum var
hann ikki valdur aftur
Javnaðarflokkurin hevði eina lítla
afturgongd við seinasta løgtingsval og
tingbólkaformaðurin var ikki afturvaldur
Árni Gregersen
Tað er eitt rættuliga ótrygt starv
at vera piolitikari og vinna sær
dagligt breyð við at umboða
eina veljarafjøld í Løgtingin
um.
Seinasta løgtingsval gjørdi,
at útskiftining av teimum, sum
mannaðu
tingsessirnar
var
rættuliga stór.
Ein orsøk til hetta var sjálv
andi, at fyri tey átta, sum sótu í
landsstýrinum,
komu
átta
eykavald á ting.
Fyri javnaðarflokkin fóru
Aksel V. Johannesne, Eyðgunn
Samuelsen, Rigmor Dam og
Henrik Old í landesstýrið.
Millum teirra, sum tóku sess
í tingsalinum fyri tey, var mill
um onnur var Jónleif Johanne
sen, sum fekk 183 atkvøður.
Hann var uppstillaður fyri
Javnaðarfelgið á Dandoynni,
men býr í Klaksvík.
Gjøgnum
valskeiðið
var
hann formaður í tingbólkinum
hjá
Javnaðarflokkinum
og
hann hevði fleiri onnur álitis
størv.
- Sjálvt um eg sjálvur fekk
fleiri atkvøður til hetta valið
enn seinast, so var tað ov stutt
til ein tingsess, ssigur Jónleif
Johannesen.
Fleiri orsøkir
Hann heldur, at fleiri orsøkir
erutil, at hann ikki vann upp
um tinggáttina hesaferð.
Ein forkláring er, at hann
var uppstillaður fyri valfelagið
í Sandoynni, men býr í Norð
oyggjum.
- Viðhvørt kann tað vera ein
fyrimunur, men aðrar tíðir er
tað helst eisini ein vansi ikki at
búgva, har sum ein stillar upp.
-Tað sum kanska hevur rakt
meg serliga hart í hesum før
um er fiskivinnunýskipanin.
Tað sást klárt á valúrslitinum
sum heild, at serliga í Norð
oyggjum vóru tey ímóti lógini
um fyrisiting av sjófeingi, sum
eg var við til at atkvøða ígjøgn
um tingið, sigur Jónleif Jo
hannesen.
Landspolitikkari
Í sínum virki í tinginum sást,
at javnaðartingmaðurin minst
virkaði líka nóg sum landspol
itikari heldur enn sum lokal
politikari.
- Ja, tí vit eru vald fyri alt
landið. Tað er fyri alt samfel
agið at vit arbeiða og ikki bert
lokalt, har sum vit eru vald,
sigur hann.
Jónleif Johannesen er í løt
uni lærari í Klaksvík. Hann
hevur orlov frá skúlanum á
Fossánesi, har hann annars ar
beiðir fast.
- Eg helt, at tað hevði verið
forstýrandi um eg bnyrjaði í
mínum gamla starvi mitt í ein
um skúlaári og tí havi eg fram
vegis orlov frá starvi mínum á
Fossánesi. Hinvegin so var eg
so heppin, at eg fekk eitt vikar
starv í Klaksvík og tað er eg
sera væl n øgdur við, sigur
hann.
Viðvíkjandi politisku fram
tíðini hevur hann ikki tikið
nakra endaliga støði.
- Eg lurti nógv eftir, hvussu
støðan er, tá ið væl nærkast.
Eg stillaði upp einaferð uttan
at verða valdur og stillaði eg
ikki uppaftur valið eftir, men
tá ið val skuldi verða í 2015
kendi eg á mær, at nú var
spenningurin aftur í kroppin
um og eg valdi at stilla upp.
- Nú fái eg at síggja, hvussu
støðan verður, tá ið vit fáa val
aftur, sigur Jónleif Johanne
sen.
JÓNLEIF
JOHANNESEN
Føddur:28.juli 1978 í Dali
Útbúgving: Lærari
Hevur verið nevndarlimur
í Føroya Lærarafelag
Stóran áhuga fyri
føroyskum dansi og
hevur verið formaður
í Slái Ring
Jónleif Johannesen , fyrrverandi tingmaður fyri
Javnaðarflokkin, er farin til arbeiðis atur sum lærari.
At sita á tingi er ikki nakað trygt starv.
Jónleif Johannesen var við til at atkvøða lógina um fyrisiting av sjófengi gjøgnum tingið