mánadagur 20. januar 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8
TÍÐINDI
Tað, sum byrjaði sum eitt stríð um katalanskt sjálvræði
og sjálvsavgerðarrætt, er nú endað sum ein sponsk
mannarættindakreppa.Tað sigur Josep Costa, næstformaður fyri
katalanska tingið, sum var á vitjan í Føroyum í farnu viku. At brúka
ríkisfelagsskapin sum fyrimynd fyri loysn í Katalonia er tó ikki ein
møguleiki longur, tí støðan er nú ov spent, heldur Josep Costa
Steinar Patursson
Talan er ikki longur um eina
katalanska kreppu, men eina
spanska og evropeiska kreppu,
heldur Josep Costa, sum ger
greitt, at avgerðin hjá sponsku
stjórnini og sponsku dómstól
unum at seta fleiri katalanskar
politikkarar í fongsul er brot á
grundleggjandi
mannarættindi.
– Støðan er íbirt av einum
varandi kravi um sjálvsavgerð
arrætt, sum áhaldandi hevur
verið
noktað
frá
sponsku
stjórnini. Tað er endað við, at
stjórnin hevur sett fólk í
fongsul, sum royndu at at
vinna hendan sjálvsgavgerðar
rættin.
– Tað, sum upprunaliga var
eitt demokratiskt argument,
bleiv til eitt løgfrøðiligt argu
ment. Og nú er tað vorðið ein
mannarættindakreppa
við
politiskum fangum, har pol
itikkarar sleppa ikki at taka
við sessi teirra, hóast teir eru
valdir av fólkinum, sigur Josep
Costa og vísir millum annað til
Oriol Junqueras, sum ikki
sleppur at taka sæti í ES ting
inum, tí hann situr í sponskum
fongsli fyri at eggja til ófrið.
– Vit eru nú í einari støðu,
har at sýtanin at geva Katal
onia sjálvsavgerðarrætt hevur
skapt eina mannarættinda
kreppu, sigur Josep Costa.
Vanlagna fyri ES
Josep Costa ger greitt, at tað,
at ES ikki hevur lagt seg upp í
stríðið
í
Katalonia,
hevur
viknað um støðuna hjá ES sum
felagsskap, ið skal sigast virða
mannarættindi.
– Spania máðar undan støð
inum hjá Evropa sum eitt øki,
ið virðismetir mannarættindi
og demokrati. Hevur tú eitt
limaland, ið ikki virðir manna
rættindi, so fer tað at ávirka
alt Evropa. Tað er átroðkandi
at sleppa hesum tankanum, at
tað, sum gongur fyri seg í
Spania, er eitt innahýsis stríð,
og at onnur lond kunnu vera
neutral. Tú kanst ongantíð
vera neutralur, tá tað kemur
til mannarættindi, sigur Josep
Costa og vísir á, at heimildin
hjá ES londum at stríðast fyri
mannarættindum í londum
sum Kina og Turkalandi vikn
ar nógv, kann ES ikki tryggja
grundleggjandi
mannarætt
indi í egnum limalondum.
Vil gera vart við
støðuna í Katalonia
Josep Costa steðgaði í Føroy
um í tveir dagar í farnu viku,
áðrenn hann legði leiðina víð
ari til Íslands. Neyðugt er at
gera vart við støðuna í Katal
onia og Spania, og at finna
stuðul, har stuðul kann finn
ast, sigur Josep Costa.
– Vit mugu varpa ljós á støð
una í Katalonia, og vit kunnu
læra frá støðuni í Føroyum. Eg
havi longu lært nógv um søg
una hjá Føroyum - um løg
tingið og fólkatingið. Hetta er
ein møguleiki hjá mær at
greiða frá, hvat gongur fyri seg
– HETTA ER EIN MANN