Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8 TÍÐINDI í Katalonia. Hetta er ein møgu­ leiki at finna samanhald og stuðul og eisini greiða frá, hví framferðarhátturin frá evrope­ isku tjóðunum er mis­eydn­ aður. Hvat kunnu føroyingar læra frá katalanum? Og umvent, hvat kunnu katalanar læra frá føroyingum? – Tað er ein góður spurn­ing­ ur. Eg haldi, at føroyingar kunnu læra frá katalanum, at vilt tú hava okkurt, so er tað altíð vert at stríðast fyri. Tað verður ongantíð latið tær fyri einki ella uttan offur. Hinvegin kunnu vit læra, at har eru aðrir hættir at loysa ósemjur sum hesar. At sjálvsavgerðarrættur kann vera loysnin og ikki trupulleikin. – Hetta er ein felags læru­til­ gongd. Bæði førini - Føroyar og Katalonia - vísa, at viður­kenn­ ing av sjálvsavgerðarrætti før­ ir til friðarligar og sam­tykkj­ andi loysnir, sum ikki neyðt­urviliga enda við loysing. Men gera tær tað, so er tað ikki dramatiskt, og tað er ikki heims­ins endi. Roynir tú hin­ veg­in at nokta sjálvs­av­gerðar­ rætti - roynir tú at fortelja fólki, at tey hava ikki rætt til teirra egnu framtíð - so fer tað at skapa ósemjur og trupul­ leik­ar, ið eru nógv verri. Josep Costa heldur, at høvdu føroyingar ynskt loys­ ing, so hevði danska stjórnin ikki tikið valt at senda før­ oysku politikkararnar í fongs­ ul fyri at steðga tilgongdini. Costa vísir eisini á, at hetta er ivaleyst eisini ein av or­søk­un­ um til, at føroyingar ikki hava loyst frá Danmark. Føroyingar kenna seg tryggar í ríkis­felags­ skap­inum, tí danska stjórnin hevur ikki tørv á at senda før­ oyskar politikkarar í fongsul, tá teir tosa um loysing. Við at loyva føroyingum og grønlendingum ávíst sjálvs­ ræði og ávísan sjálvsav­gerð­ar­ rætt hava danir dugað betri at hildið fast í ríkisfelags­skapin­ um enn spaniólar hava, heldur Josep Costa og vísir á, at hevði spanska stjórnin givið Katal­ onia størri frælsi, tá biðið varð um tað, varð katalanska kravið um loysing ongantíð vorðið veruleiki. Danski frymilin ber ikki til í Spania Hóast Josep Costa heldur, at fram­ferðin hjá Danmark hevur eydnast væl í Føroyum, so metir hann ikki, at ríkis­ felagsskapurin kundi verið ein leistur at loysa kreppustøðuna millum Spania og Katalonia. Spanska stjórnin er ikki áhugað, heldur hann, og nú er støðan vorðin so spent, at kat­ al­anar hava ikki longur áhuga heldur. – Øll føri eru ymisk orsakað av søguligum viðurskiftum. Tað er ivaleyst so, at munurin í støddini á Danmark og Før­ oyum er so stórur, at tað, sum er møguligt her, hevði ikki verið møguligt í Spania. Ment­ an­in og søgan í Spania er so øðrvísi enn her, at hugburðurin hjá leiðarunum er eisini ein heilt annar. So eg haldi, at tað er øgiliga ósannlíkt, at sponsku leiðararnir høvdu skotið upp eina líknandi loysn. Josep Costa vísir eisini á, at fyri 10 árum síðani høvdu kat­ al­anar uttan iva verið nøgdir við eina loysn lík henni, ið vit hava í ríkisfelagsskapinum. Men nú viðurskiftini eru harðnað og spanska stjórnin hevur tikið tær avgerðir, ið hon hevur tikið, er lítið sann­ líkt, at katalanar høvdu gingið við til ta loysnina. Katalanar kunnu ikki bøta um støðuna Tað er greitt, at Spania kann bøta um spentu støðuna við antin at leyslata teimum kat­ alansku politikkarunum, ið eru settir í fongsul, ella at virða úrslitið frá katalansku fólka­at­ kvøðuni í 2017. Tá spurdur um tað er nakað, ið kann gerast frá katalanskari síðu fyri at bøta um støðuna, er Josep Costa ivingarsamur og vísir á, at spanska stjórnin hevur ikki verið áhugað í samskifti. – Eg haldi, at vit hava allatíð verið sinnað at fara í dialog og at samráðast. Kreppan stendst av, at hin síðan noktar at koma til samráðingar. Veruleikin er tó, at hetta er ikki nakað, ið politiskir leiðarar skulu avgera. Í síðsta enda má tað vera upp til fólkið at gera av, hvørja framtíð tey ynskja, og ein loysn, ið ikki tekur atlit til, hvørt fólkið er nøgt við loysn­ ina, er ikki nøkur verulig loysn, sigur Josep Costa. Eingin vandi fyri vápnaðum stríði Í Spania eru hópin av rørslum og flokkum, ið stríðast fyri loysing ella størri sjálvs­av­gerð­ ar­rætti ymsastaðni í landinum. Kendastu teirra eru tó uttan iva loysingarrørslurnar í Kat­ alonia og í Baskaralandi. Meðan baskiska loysing­ar­ stríðið var merkt av vápnaðum samanbrestum og yvirgangi, hevur katalanska stríðið hin­ vegin gingið fyri seg á politiska vígvøllinum. – Eg haldi, at vit hava altíð verið eitt friðarligt fólk, og vit hava sæð fyrimunirnar við at vera friðarlig. Baskarar vunnu ikki stríðið - tað eydnaðist teim­um ikki við teirri strategi­ ini, sigur Josep Costa og vísir til bumbu- og drápsher­ferð­ir­ nar hjá loysingar- og yvir­ gangs­felagsskapinum ETA. – Umframt moralsku argu­ mentini - sum eg taki undir við, og so at siga allir katalanar taka undir við - er eisini prakt­ iska argumentið, at vápnað stríð er ikki munagott. Tað eydn­aðist ikki baskarum við hasari strategiini, og vit høvdu mist heldur enn vunnið und­ir­ tøku, høvdu vit gjørt tað sama. Josep Costa heldur ikki, at støðan í Katalonia var nakr­an­ tíð í vanda fyri at enda við vápn­aðum samanbrestum. – Eg haldi, at søgan greiðir okkum frá, at framkomin sam­ feløg sum tað katalanska merkja vanliga einki til tílík vápnað stríð. Fólk eru ikki til reiðar at ofra teirra vælveru í slíkum støðum. Fyri meg er tað greitt, at ein ovustórur meiri­ luti av katalanska fólkinum hevði verið ímóti vápnaðum stríði, sigur Josep Costa. NARÆTTINDAKREPPA