mánadagur 20. januar 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8
Síðst í november í fjør
fann Birgir Mikkelsen í
Klaksvík ein silvurkalva,
sum var rikin á land í
Klaksvík. Silvurkalvin, sum
tó ikki er óvanligur í
føroyskum sjógvi, var 145
sentimetrar langur.
Línuflotin fær
nú reyvina úr
vatnskorpuni
Línuskip, sum fyri nøkrum árum síðan
fiskaði fyri einar 16-18 miljónir krónur,
sum besti línubátur í Føroyum, fiskaði
í fjør fyri slakar 50 miljónir krónur
Vilmund Jacobsen
Fara vit nøkur fá ár aftur í
tíðina, fiskaðu ísfiskalínubát
arnir, sum lógu í oddinum í
hesum partinum av okkara
fiskiskipaflota, fyri einar 16-18
miljónir krónur um árið. Teir,
sum um hetta mundið lógu í
lakara endanum, lógu kanska
um einar 10-12 miljónir krónur
í veiðivirði um árið.
Tá føroysk línuskip fyri
nøkrum árum síðan aftur
sluppu á Flemish Kap at fiska,
eftir at eingin vinnulig veiða
hevði verið um hesar leiðir í
fleiri ár, gav hetta eisini før
oyskum línuskipum nýggjar
møguleikar.
Seinnu árini hevur nógvur
toskur aftur verið at fingið á
Flemish Kap, men tað er lang
ur vegur vestur á hesar leiðir.
Siglitíðin er eini 7-10 sam
døgur hvønn vegin - alt eftir,
hvussu veðrið háttar sær. Hó
ast tað hevur gingið skjótt at
fingið upp í skipini, er ein
slíkur túrur heldur langur til
ísfiskalínuskip.
Tey fyrru árini vóru tó nøk
ur ísfiskalínuskip har yviri,
men seinnu árini hevur før
oyska toskakvotan á Flemish
Kap verið fiskað av frystilínu
skipum.
Í fjør fiskaði frystilínuskipið
Klakkur fyri 49 miljónir krón
ur, sum man vera met í før
oyskari línuveiði nakrantíð.
Fara vit bara nøkur ár aftur í
tíðina, fiskaði Klakkur, sum tá
var eitt eldri skip, sum besti
línubátur
fyri
einar
16-18
miljónir krónur.
Seinni fingu teir nýtt skip,
sum nú aftur er skift út við ein
enn nýggjari Klakk, sum eisini
er fyrsti føroyski línubáturin,
sum dregur línuna upp gjøgn
um ein dragibrunn í dekkinum.
Klakkur, ið var undan hes
um, sum um dagarnar kom á
Klaksvík, er keyptur av teim
um, sum áttu Jákup B, og hetta
er nú navnið á skipinum.
Línubátarnir, sum seinnu
árini hava ligið fremstir í veiði
virði,
eru
frystilínuskipini,
Klakkur, Kambur, Eivind og
Stapin.
Tað hevur verið hugaligt at
fylgt gongdini, har føroyski
línuskipaflotin hevur megnað
at økt bæði nøgdina og veiði
virði so nógv, sum hesin part
urin av fiskiflotanum hevur
gjørt hesi árini.
Men, tað er ikki bara hjá
frystilínuskipunum, at gongd
in er vend til tað betra. Tað
frættist eisini um góð ár hjá
okkara ísfiskalínuskipum, sum
í fjør fiskaðu fyri einar 10
miljónir krónur meira enn eitt
vanligt ár fyri nøkrum árum
síðan.
Fiskiskapurin hjá línuskip
um hevur verið væl betri tey
seinnu árini, og tað er stuttligt
at síggja, at hesin parturin av
flotanum, sum í fleiri ár hevur
hingið við reyvini í vatnsskorp
uni, nú er við at reisa seg. Reið
aríini, sum eiga skipini, eru
byrjaði at tjena pengar, og tað
eru manningarnar eisini.
Hans fekk
15.000
Vilmund Jacobsen
Í Gekka-spælinum fríggja
kvøldið
ringdi
Thorleif
Thomassen av Morskra
nesi. Hann var fjarritari
hjá Hans Anthoniussen,
sum hevði fingið fulla
plátu.
Hans
Anthoniussen
ynskti at deila tær 1,3 milj
ónir krónurnar yvir teir
tríggjar
leyparnar
við
450.000 krónum í hvørjum.
Í fyrsta drátti steðgaði
hjólið á 10.000 krónum,
sum hevði givið honum
50.000 krónur. Í øðrum
drátti steðgaði hjólið aftur
á
10.000
krónum,
sum
hesaferð tódnaði niður í
30.000 krónur.
Men, Hans Anthonius
sen vildi royna eydnuna
triðju og seinastu ferð eis
ini.
Í triðja drátti steðgaði
gekka-hjólið á 15.000 krón
um, sum gjørdist vinning
urin hjá honum fríggja
kvøldið.
TJØRNUVÍK: Bakteriur eru
staðfestar í drekkivatninum
í Tjørnuvík, og tí verða fólk
biðin um at kóka vatnið.
Sunda kommuna sigur frá, tá
drekkivatnið er reint aftur.
Neyðugar dagføringar
Móti ársenda í fjør vórðu stórar
ábøtur gjørdar á læknamiðstøðini
og í lærarastovunum í skúlunum
á Tvøroyri og Trongisvági
Vilmund Jacobsen
Læknamiðstøðin hevur trongt
til eina bøtandi hond, og í fjør
varð so skjøtil settur á. Enn er
ikki liðugt, men fitt er komið
burturúr.
Í Tvøroyrar kommunu vísa
tey á, at tað eina bíðirúmið er
gjørt um til køk/spísihøli til
starvsfólkið, og her er alt
gjørt av nýggjum.
- Hølini eru í dag ljós og
innbjóðandi, og hetta er ein
liður í at fáa øll hølini í lækna
miðstøðini dagførd.
Lærarastovan í skúlanum
á Tvøroyri er so gott sum
nýggj. Her er nýtt gólv lagt á,
nýggjur køkur settur upp,
lærararnir hava fingið egin
skáp, og alt innbúgv er skift.
- Eisini í skúlanum í Trongis
vági eru stórar ábøtur gjørd
ar, og her er eitt nú nýggjur
køkur settur upp, siga tey í
Tvøroyrar kommunu.
Nýggi Klakkur er fyrsti føroyski línubáturin, sum dregur
línuna upp ígjøgnum ein dragibrunn í dekkinum