mánadagur 20. januar 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
VUNNU SEKS HEIÐURSMERKI Í NM
Tveir føroyingar gjørdust leygardagin
norðurlendskir meistarar, og óhepnar
umstøður forðaðu fyri, at eitt triðja
gullmerki eisini kom í hús
Taekwondo:
Pinkur
Nr Lið
Felag
Stig
1
Ara
Ljósið
12,88
2
Urða
Støkk
12,62
3
Nora
HF
12,45
Smágentur
Nr Lið
Felag
Stig
1
Svalan
Støkk
14,95
2
Mira
HF
14,88
3
Libra
Ljósið
12,20
Gentur
Nr Lið
Felag
Stig
1
Rósan
Støkk
16,20
2
Bjalla
HF
16,02
3
Fenja
HF
15,42
4
Vela
Ljósið
14,88
Kvinnuunglingar
Nr Lið
Felag
Stig
1
Lyra
Ljósið
14,87
2
Freia
HF
13,55
3
Flykran
Ljósið
12,44
Kvinnur
Nr Lið
Felag
Stig
1
Vípan
Støkk
15,08
2
Hulda
HF
15,01
3
Hekla
HF
13,36
Støkk gjørdi størsta hálið
Fimleikafelagið
Støkk úr Runavík
vann flestu
kappingarnar
í ársins fyrstu
fimleikakapping
Pætur Albinus
Fyrra steypakapping í estet
iskum fimleiki var í høllini á
Hálsi um vikuskiftið, og har
var tað fimleikafelagið í Runa
vík, Støkk, sum gjørdi størsta
hálið og vann tríggjar av fýra
kappingum, sum felagið luttók
í. Hinar báðar kappingarnar,
hjá pinkum og hjá kvinnuung
lingum, vunnu lið hjá Ljósinum
úr Havn.
Seinna steypakapping verð
ur 21. mars í Bylgjuni í Runavík.
Pætur Albinus
Leygardagin
luttóku
átta
føroyingar í NM í taekwon
do, sum var í norska høvuðs
staðnum, Oslo.
Vónirnar undan kappingini
vóru góðar, og høvuðsvenjarin
hjá Hwarang Føroyum í Søldar
firði, Høgni Kunoy Dávason,
segði í samrøðu við Sosialin
undan fráferðini, at hann
væntaði sær nøkur føroysk
heiðursmerki, og at hann og
hinir íðkararnir í felagnum
altíð fara eftir gullinum.
Tvey gull
Málsetningurin
um
gull
eydnaðist hjá tveimum føroy
ingum, nevniliga hjá Noomi
Kunoy Heradóttir, sum vann
veteran-bólkin undir 57 kilo,
og Markus Vazquez, sum vann
junior-bólkin undir 51 kilo.
Tey bæði kunnu nú kalla seg
norðurlendskar meistarar.
Harafturat vunnu føroy
ingar heili fýra bronsur. Tey
vóru Dávid á Lakjuni í senior-
bólkinum undir 58 kilo, Oda
Weihe í junior-bólkinum undir
55 kilo, Jógvan á Lakjuni í
cadet-bólkinum undir 37 kilo
og Signar Hansen í junior-
bólkinum undir 63 kilo.
- Eg eri sera væl nøgdur við
úrslitini. Serliga tá man hugsar
um hvussu góð úrslit vit
fingu í ár í mun til í fjør, sigur
landsliðsvenjarin,
Mathias
Gabrielsen.
Óheppin
Ein av teimum, sum góðar
vónir vóru til, var Høgni Kun
oy Dávason, sum í fjør einans
14 ára gamal gjørdist norðu
rlendskur meistari í aldurs
bólkinum 15-17 ár. Hóast ein
vektbólk tyngri, nú undir 63
kilo, so var hann ímillum av
gjørdu favorittarnar.
Høgni hevur tó avbjóðingar
við sjúkuni cystisk fibrosa, og
hann var als ikki væl fyri á
degnum. Hann vann sín fyrsta
dyst, men fall í øðrum umfari.
- Var hann frískur, so vann
hann kappingina, sigur venj
arin
hjá
Høgna,
Mathias
Gabrielsen.
- Hann er vónbrotin og
harmur um hetta, men vit
hava tosað nógv við danska
venjaran, Lennart Theilgaard,
ið er dugnaligur á tí sálarliga
økinum. Vit arbeiða við at
hugsavna okkum um tað góða
heldur enn tað ringa, greiðir
Mathias frá.
- Nú fara vit undir at fáa
Høgna kláran til eina stevnu
í Esbjerg í februar og eina
G-stevnu í Helsingborg beint
aftaná, sigur Mathias Gabriel
sen.
albinus@sosialurin.fo
Heiðursmerkir í NM
Navn
Heiðursmerki Aldur
Vekt
Noomi K. Heradóttir
Gull
Veteran
-57 kg
Markus Vazquez
Gull
Junior
-51 kg
Dávid á Lakjuni
Bronsa
Senior
-58 kg
Oda Weihe
Bronsa
Junior
-55 kg
Jógvan á Lakjuni
Bronsa
Cadet
-37 kg
Signar Hansen
Bronsa
Junior
-63 kg
Norðurlendsku
meistararnir, Markus
Vazquez og Noomi
Kunoy Heradóttir