Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Tøkni, dátainnsavning og dáta­greining er við at blíva ein stórur partur av altjóða fót­bólti. Tøknin hevur gjørt, at tú kanst savna næstan alla tað dátu, sum tú hevur hug. Hvussu nógvar metrar hevur ein spælari runnið, hvussu nógv­ar avleveringar eru rættar og hvar á vøllinum rennur spæl­arin. Við dátu gjøgnum fleiri ár í flest øllum framkomnum lond­um, ber til hjá feløgunum at granska ein spælara í klubb- húsi­num – so leingi tað er inter­ net. Um aldarskiftið var av­bjóð­ ing­in at fáa neyva tøknu til at savna inn dáta. Nú er av­ bjóð­ingin at greina dátuna. Rákið hevur leingi verið, at um tú hevur bóltin meir enn mótstøðuliðið, so vinnur tú. Hevur tú fleiri skot á mál, so hevur tú verið betri, men í fót­ bólti finst ongin einsamallur sann­leiki. Jú, málini telja! Men hvussu veist tú um ein spælari er góður? Hvat er ein málskjútti uttan ein uppleggjara? Og hvussu við einum miðverja? Um ein miðverji vinnur allar tvídystirnar hann er í, men liðið letur nógv mál inn. Hvat gert tú so? Moneyball setti ferð á Í 2003 skrivaði Michael Lewis bók­ina “Moneyball – Kynstri at vinna eitt órættvíst spæl”. Hon snýr seg um amerikanska baseball liðið, Oakland Athletics, sum við væl færri pengum enn mótstøðuliðið, vinnur 20 dystir upp í slag og setur met. Liðið kemur í endaspælið við at hyggja eftir baseball upp á ein heilt nýggjan máta. Ítróttarstjórin í felagnum, Billy Beane, finnur ein baseball greinara, sum kókar alla dátu niður til eitt tal. Síðani keypa teir spælara, sum onnur feløg ikki síggja eginleikar í. Lykilin í øllum er Billy Beane. Sum ungur verður hann útróptur til tað heilt stóru stjørnuna. Ein talentleitari fyri og ein venjari eftir halda fyri, at Billy Beane er ein framúr talent. Hann sær út sum eitt ordiligt ítróttarfólk, svingar bólt­træið sum fáur, men ongin spyr unga mannin, um hann tímur at spæla baseball. Hann blívur ongantíð til nakað, men samstundis byrtist eisini ein áhugi fyri at síggja baseball úr einum nýggjum sjónarhornið. Tí hvussu kundi so nógvir talentleitarar og venjarar taka feil? Moneyball í fótbólti Billy Beane er siteraður fyri at siga, at Oakland Athletics bara hevði fyrimunin í eitt ár,tí hini liðini vóru skjót at spyrja hvussu hetta letur seg gera. Filmurin av sama navnið endar við at Boston Red Sox bjóðar Billy Beane starv sum ítróttar­ stjóra. Eigari er John Henry og Fenway Sports Group. Tað gongur heldur ikki long tíð, so fara aðrar ítróttargreinar at gera sær líknandi tankar. Ein teirra var Damien Comolli, sum í 2010 bleiv ítróttarstjóri í Liver­pool, eftir at John Henry og Fenway Sports Group keypa felagið. Tað gongur strilti at finna eitt tal ella ein ávísan egin­ leika, sum ger at eitt lið vinnur. Fótbóltur er eitt livandi spæl í mun til Baseball, har hvør aktión byrjar við eini deyð­ bólts­støðu. Damien Comolli heldur millum annað fyri, at um tú hevur ein áleypara, sum vinnur meir enn annanhvønn luftdyst – og ein vong, sum leggur eitt høgt tal av inn­ legg­um, so er sigurin nær. Tí verða Andy Carroll og Steward Down­ing keyptir fyri nógar pengar úr ávikavist Newcastle og Aston Villa. Tað vísur seg skjótt, at hetta ikki er nokk til at vinna ein fótbóltsdyst. Damien Comolli bleiv stutt seinni koyrdur og hvørki Andy Carroll ella Steward Downing fingu fótin fyri seg í Liverpool. Spanska landsliðið er í hæddini saman við serliga FC Barce­lona. Tað er sokallaði ”Tiki-taka” fótbólturin hjá Pep Guar­di­ola, sum vinnur fram í altjóða fótbólti. Tíðin tá tú kundi verja teg til ein italska 1-0 sigur er farin. Nú skal liðið hava bóltin nógv, tí so er minni tíð og færri møguleikar hjá mót­støðu­liðnum at skora. Tølini siga, at um tú hevur bóltin meir en mótstøðuliðið, so eru sannlíkindini væl størri fyri at vinna. Eitt skifti spæla sjálvt onkur av teimum lítlu feløg­unum í Premier League ”tiki-taka”. Eitt nú Swansea. Síðani kemur eitt nýtt rák. Eitt mótrák. So líðandi byrja lið­ini at leggja dent á um­still­ ing­ar og skjótálop. Nú verður størri dentur lagdur á at fanga mótstøðuliðið í eini sárbarari støðu. Brádliga hongur úrslitini ikki eins nógv saman við hvussu nógv liðið hevur bóltin. Eyguni snýta Í bókini hjá Christoph Bier­ mann ”Football Hacks – The Science and Art of a Data Reveo­lu­tion” fortelur hann søguna um dáta og hvussu dáta verður brúkt at lesa ein fót­bólts­dyst og ein fót­bólts­ spælara. Talentleitara hava í nógv ár verið sannleikin hjá feløg­ unum. Eitt sindur sum tá fólk skulu vitna. Tí hvat er tað vit síggja, tá vit hyggja eftir fót­ bólti. Í bókini verður víst á døm­ir, har feløg millum annað ikki fortelja talentleitaranum hvørj­um spælara felagið er eftir. Tí verður talentleitarin sendir til ein dyst, har hann ikki veit hvørjum hann skal leita eftir. Hetta fyri at hann ikki skal hava nakað forhold til tann spælara, sum felagið hyggur eftir. Tí hvør vil ikki verða talentleitarin, ið hevur tryggj­að felagnum ein nýggjan spælara. Tað kann gera, at talent­leit­arin heldur meira av spælara­num enn gott er. Víst verður eisini á, at støðan hjá talentleitaranum á degn­um kann gera mun. Hevur hann sovið illa, er tað kalt ella hann er illa fyri, so kann tað ávirka hvat hann heldur um ein spælara. Í bókini hjá Rasmusi Anker­ sen ”Guldminerne” verður eisi­ ni víst á, at eitt nú spælarar úr Brasil kostað í miðal meir enn aðrir. Hví? Tí vit seta Brasil í sam­band við fótbólt og fáa tá eitt forhold til spælaran, áðrenn vit hava sæð hann. Um eitt føroyskt felag keyp­ ir ein brasilskan spælara, so er okkara fyrsti tanki nokk at hann hevur góðan bólt­før­leika. Men er ímyndin av Pelé, Ro­ nal­do Nazario og Ronaldin­ho gald­andi fyri allar spæl­arar úr Brasil? Við dátainnsavnan fært tú tøl, sum kunnu antin styrkja tað, ið eyguni síggja – ella seta spurnartekin við um brasilski spælarin nú er betri enn lokala loysnin. Nýmótans fótbóltsgreining: FÓTBÓLTUR Er tíðin farin frá alt vitandi venjaranum, talentleitaranum, ið kann spáa um framtíðina og fótbóltsserfrøðingunum í miðlunum, sum kann síggja øll mistøkini meðan tey henda? TØKNIN OG DÁTA TØKNIN OG DÁTA TEKUR YVIR TEKUR YVIR Í FÓTBÓLTINUM Í FÓTBÓLTINUM