mánadagur 20. januar 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
”Expected Goals”
Hetta er eitt tað nýggjast hug
takið, sum verður brúk fyri at
meta um ein dyst. Her verð
ur vøllurin deildur upp í lítl
ar puntar, sum síðani fáa eitt
virðið alt eftir hvat dátainn
savningin sigur.
Í bókini hjá Christoph Bier
mann verður ótrúliga málið
hjá Marco van Basten í EM 1988
brúkt sum dømi. Tað er tá hann
fluktar bóltin í málið úr einum
nærmast ógjørligum stað.
Expected Goals hyggur so
eftir øllum skotum úr sama
punti ella sama stað. Í hesum
førinum vísur tað seg, at bara
eitt av hvørjum 50 skotum úr
júst hasum staðnum fara í mál.
Also hevði Marco van Basten
bara tvey porsent møguleika
at skora.
Við at hyggja eftir hvat
hvørt lið fær sínar møguleikar,
ber til at kortleggja hvussu
stórar
møguleikar
eitt
lið
hevur at fáa mál. Hetta skal
so eisini mótroknast í hinum
endanum, har hug verður
eftir hvat fyri málmøguleikar
mótstøðuliðið fær, og undir
hvørjum umstøðum.
Greinin í bókini vísur eisini
heilt greit, at tað er størst
møguleiki at skora, tá tú er
tættast upp á málið. Tí er eitt
skot á mál ikki bara eitt skot á
mál.
Tað er munur á um tað er úr
15 metrum úr spískum, ella um
tað er tætt undir málinum.
Men so einfalt er tað heldur
ikki, tí hvat um tað var ein
verri spælari, sum royndi við
sínum veika vinstra beini? Og
hvat við verjuspælarum. Eitt
skot frá brotssparksblettinum
uttan verjuspælarar, so sum
eitt brotsspark, er ikki tað sama
sum eitt skot úr samastað,
men við fleiri verjuspælarum
í millum bóltin og málið. Sum
vit eitt nú mangan síggja í
samband við eitt hornaspark,
tá bólturin dettur niður í brots
teiginum.
Tí skal aftur roknast upp á
sannlíkindini, men hvør støða
er øðrvísi. Tá ber bara til at
hyggja at miðal tølum av einum
dátasavni, ið hevur rímiliga
stórt grundarlag.
Virðið á eini avlevering
Tað verður eisini gjørt nógv
burtúr at finna útav hvat virðið
er á eini avlevering. Mangan
verður víst á, at ein spælari
hevur havt so og so nógvar
rættar
avleveringar.
Oftani
kann ein miðverji hava næstan
allar avleveringarnar rættar,
men so kemur spurningurin
um tað er ein mátistokkur, sum
kann brúkast til nakað.
Tí um ein spælari bara spælir
nærmasta mann og einki meir.
Hvat er so virðið á avleveringini
hjá spælaranum, ið roynir fleiri
avgerandi
avleveringar
og
hevur færri rættar, men eigur
mest avgerandi avleveringina í
dystinum?
Í bókini hjá Christoph Bier
mann verður eisini kavað í
uppspælið. Í Føroyum hava vit
eitt nú Atla Gregersen. Hann
hevur mangan nógvar rættar
avleveringar, men sermerkt
fyri nú fyrrverandi landsliðs
liðskiparan er at nógvar av av
leveringunum eru eisini fram í
vøllin.
Her verður millum annað
víst á, at ein avlevering, sum er
fram eftir vøllinum og tryggjar
at bólturin kemur framvið
spælarum hjá mótstøðuliðum,
hevur størri virðið.
Eisini hevur móttøkan hjá
viðspælaranum nógv at siga.
Rennur framrættaði spælarin
aftur í vøllin og tekur í móti,
uttan at avleveringin kemur
framvið fleiri mótstøðuspælar
um, so er einki vunnið.
Her verður millum annað
víst til umstrídda miðvallarin
hjá Arsenal, Mesut Özil. Hann
er ikki altíð líka væl dámdur.
Fleiri halda at hann er dovin
og ger ov lítið til nyttu í verju
støðu. Tølini siga, at hann er
millum teirra, sum rennur
mest og hevur best eginleikar
at móttaka bóltin í trongum
støðum, tá bólturin verður
spældur fram í vøllin. Ávísar
greiningar meta hetta hava
størri týdning fyri møgu
leikarnar at fáa mál enn fleiri
aðrir eginleikar.
Dáta er ikki
sannleikin – men
Niðurstøðan í bókini er at dáta
verður bara ein størri og størri
partur av fótbólti, men dáta
kann ikki standa einsamøll.
Feløgini gera størri forarbeiði,
tá spælarar skulu keypast og tá
liðið skal fyrireikast til dystin.
Tíðin tá venjarin við hálvum
eyga kann síggja ein spælara
er farin.
Tølini siga at 56 prosent av
øllum nýggjum keypum í størri
deildunum í Evropa vinna sær
ongantíð fast pláss í sínum
nýggja felagnum.
Nú fáa vit so at síggja um
tøknin og dátagreining kemur
at gera, at feløgini keypa spæl
ara, sum í størri mun vinna sær
fast pláss?
Í Føroyum verður russiska
dátafyritøkan
InStat
nógv
brúkt. Hon gevur øll hugsandi
tøl og sjónbandabrot frá dyst
um. Hvør ger hvat nær. Hartil
verður eitt Index gjørt, sum
skal vísa um ein spælari hevur
staðið seg væl ella ikki.
Bókin hjá Christoph Bier
mann hevur fleiri dømi, har
dáta ikki kann standa fyri
seg, tí fótbóltur er eitt livandi
spæl við menniskjum, sum
hava kenslur og vanar. Men
vit nærkast tíðini, tá dátainn
savningin og dátagreiningin
verður so neyv, at feløgini og
venjararnir í størri mun kunnu
brúka tað til at leggja taktikin
til rættis.
Mett verður at næsta stig
er, at spælarar koma at venja
heilan í ”virtual reality”, við
sertøknibrillum ella í sertøkni
tykisrúmi. So langt er tøknin
ikki komin enn, men í løtuni
broytist
fótbólturin
nógv.
Stóru tøknifyritøkurnar læra
frá hvørjari aðrari og leggja nú
alt dáta saman. Avbjóðingin er
at finna lyklatalið, sum ger at
tú hevur fyrimunin, tá tú skal
keypa komandi heimsstjørnu
na.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Hvat endaði hesin dysturin?
Hetta er ein kendur landsdystur hvørs úrsligt
fór kring heimin. Men klárar tú út frá hesum
tølunum at avlesa hvat lið vann – og hvussu
nógv? Svarið stendur niðast til høgru
Lið A – Lið B:
Spælfordiling: 52%-48%
Avleveringar í brotsteigin: 19-11
Innlegg: 22-10
Hornaspørk: 7-5
Vandamikil álop: 55-34
Vunnar taklingar: 5-1
Mistir bóltar: 69-76
Skot: 18-14
Skot á mál: 13-12
Tøkni hevur verið brúkt í størri mun í amerikansum ítrótti. Her sæst ávirkanin á
skotstøðurnar í kurvabólti í NBA frá 2001/2002 til 2019/2020. Hetta er tey 200 støðini
á vøllinum, har tað verður skotið oftast. Tað sæst eitt greitt mynstur á seinnu myndini.
SVAR:
Hatta eru turru tølini frá HM-hálvfinaluni í Brasil frá 2014, tá Týskland vann heili 7-1. Týskland
er lið B. Also vann Týskland 7-1, men var á øllum hasum økjunum verri enn Brasil