Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal George Bogdan Burcea kom til Før­oya á sumri í 2003, har hann skuldi venja gylta ættarliðið hjá StÍF-monnum, sum vóru ráðandi Føroyameistarar. Bogdan var í StÍF í fýra ár. Tað eydn­aðist ikki at endurvinna Føroya­meistaraheitið, men árini standa framvegis sum ein vari í søguni hjá StÍF. Tí øll fýra árini vann StÍF steypa­kappingina. Síðani gekk leiðin til Runa­ víkar, har Tjaldur var farið at blandað seg í oddinum á kvinnu­deildini. Í 2009 raktu Bogdan og Tjaldur tindin har, tá ið tað eydnaðist Tjaldri at vinna Føroyameistaraheitið á fyrsta sinni. Legði lag á núverandi landsliðsleikarar Eisini vandi hann ungdómslið hjá feløgunum, og hann varð eisini tilknýttur venjari hjá H71, har hann millum annað legði lag á eitt ættarlið, sum nú myndar føroyska mans­lands­ liðið. Nevnast kunnu leikarar, sum Jónas Gunnarsson Djur­ huus, Helgi Hildarson Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen og Pætur Thomsen. Alt leikarar sum við A-landsliðnum vun­nu á Luksemborg seinasta viku­ skiftið. Var góður hondbóltsheili – og sosialur Alla staðni hann var í Før­ oyum minn­ ast tey Bog­ dan við gleði. Alek­sand­ ur Johan­ sen og Jón Ras­mus­sen, á v i k a ­v i s t for­mað­ur og nevn­d­ar­limur í StÍF – eins og teir báðir eru venj­ ar­ar á kvinnu­lið­num hjá StÍF í dag, greiða Ítrottar­sosialinum frá, at eyðkenni hjá Bogdani Burcea var tann ovurstóra fyri­reik­ing­ in, sum hann legði í venjingar og dystir hjá StÍF – og sosiali part­urin, sum hann gekk høgt upp í. - Kanska besti venjari eg havi havt. Hann fekk meg at skilja hondbólt betri, sigur Alek­sandur Johansen, sum minnist aftur á tíðina við rumenska venjaranum. Sonurin føddur í Føroyum Bogdan sjálvur minnist eisini aftur á tíðina í Føroyum við størstu gleði, tá ið hann gevur sær stundir at sleppa ru­mens­ ku miðlunum til eitt prát við Ítrottarsosialin. Besta minnið úr Føroyum er hann ikki í iva um. Tað var 20. oktober 2007, tá ið sonurin var føddur á Landssjúkrahúsinum. Tá var hann farin úr StÍF- monnum til Tjaldurskvinnur, har hann eftir fýra steypa­ sigrar á Strondum, fekk Føroya­meistara­heitið til Runavíkar í 2009. - Eg fekk so góð upplivilsi, sum venjari í Føroyum. Eg ar­beiddi við fantastiskum leikar­um, bæði kvinnum og monn­um, samstundis sum eg lærdi føroysku mentanina at kenna. Eg fekk givið mítt besta á hond­ bóltsvøllinum lið um lið við fantastiskum fólki, sigur Bogdan Burcea. Nú er hann vorðin venjari hjá rumensku kvinnunum, sum eru millum tær fremstu í heimi­num. Eitt nú gjørdist Rumenia nummar fýra við seinasta EM, og nummar 12 við HM beint fyri jól. Spurdur um hetta starvið er dreymurin sum gongur út, svarar Bogdan brosandi, at tað er tað ikki: - Dreymurin er at gerast góður venjari, og tað arbeiði eg enn við. Hevur framvegis sera gott samband við Føroyar Hann roynir enn at fylgja føro­ yskum hondbólti og heldur sam­bandið við nógv vinfólk í Før­oyum. - Eg møtti næstan øllum StÍF-liðnum í Týsklandi fyri trim­um árum síðani, og vit gistu í húsinum hjá Marian Cirloga­necu, sum var málverji hjá okkum tá. Eg haldi eisini sam­band við Eivind Jacobsen, og minnist væl fyrsta Føroya­ meistara­heitið hjá Tjaldri. - Eisini teimum í H71, sigur Bogdan, og nevnir Onnu Dam, Gunn­ar Djurhuus og Høgna Hoy­dal. - Og tveir av mínum yndis­ leikarum, Jónas og Helgi, legg­ ur Bogdan afturat. Gleðir seg at hitta føroyingar aftur Bogdan fer aftur at hitta før­oy­ ingar í Rumenia, tá ið føroyska landsliðið spælir ímóti júst Rumenia 31. mai í ár. Venjarin sig­ur at hann gleðir seg bæði at hitta og spæla ímóti Før­oy­um, áðrenn hann biður Ítrottar­ sosialin endiliga heilsa øllum føroyingum frá sær. - Eg fari ongantíð at gloyma hetta framúr landið og fólkið, sigur George Bogdan Burcea at enda. sjurdur@sosialurin.fo Tá ið Føroyar spæla á útivølli ímóti Rumenia 31. mai verður tað ikki sami venjari, sum stendur á odda fyri mótstøðuni, sum tað var tá ið Rumenia var í Høllini á Hálsi í september. Kortini fara føroyingar at kenna mannin á venjarabonkinum hjá Rumenia aftur. Hann eitur George Bogdan Burcea, og hann var í Føroyum í átta ár sum venjari í bæði mans- kvinnu- og ungdómshondbólti RUMENSKUR RUMENSKUR LANDSLIÐSVENJARI LANDSLIÐSVENJARI ELSKAR FØROYAR ELSKAR FØROYAR HONDBÓLTUR