mánadagur 20. januar 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Sjúrður Hildarson Hoydal
Fýra tjóðir vóru nevndar sum
favorittar til EM-endaspælið,
sum endar við sjálvari finaluni
komandi sunnudag. Men bæði
Danmark og Frakland máttu
heim longu eftir innleiðandi
umfarið, og mugu liva við hesi
fiaskoini fram til olympisku
leikirnar í summar, tá ið
møguleikin verður at reisa seg
aftur.
Gamla Spania og unga Norra
Hinir
báðir
favorittarnir,
Spania og Norra, síggja nú ein
risastóran møguleika at gerast
Evropameistarar. Norra fyri
fyrstu ferð og ráðandi Evropa
meistararnir úr Spania fyri
aðru ferð.
Tjóðirnar báðar eru ósigr
aðar, men tað er við hvør sín
um amboðum. Hóparnir eru
sera ymiskir, har Spania er
møtt við teimum góðu gomlu
Aguinagalde (37), Guardiola (35),
Enterrios (38), Cañellas (33) og
Morros (36) kryddað við fólki
í besta aldri, sum Alex Dujsh
baev, Daniel Dujshbaev og so
serliga málverjanum, Gonzalo
Peres de Vargas.
Hjá Norra er gylta ættarliðið
mitt í tjúgunum, har leikarar
sum Sander Sagosen, Magnus
Rød, Gøran Johannesen dríva
á við ungdómsligum anda,
og eru millum bestu leikarar
í heiminum. Elsti leikari er
heimsstjørnan hjá Flensburg á
vinstra vongi, Magnus Jøndal.
Hann er 31 ár.
Ósigraður frekur ungdómur
Vònin var, at ein av heimsins
bestu strikuleikarum seinastu
árini, 37 ára gamli Bjarte Myr
hol, fór at gerast til reiðar, men
so var ikki. Missurin í Myrhol
mundi geva serfrøðini orsøk at
meta Norra lægri enn eitt nú
Spania, Frakland og Danmark.
Norra hevði onga miðverju
var sagt. Bergerud í málinum
heldur ikki støðið nóg ofta var
lagt afturat.
Og tað hevur kanska verið
rætt í ein mun, hetta sum var
sagt.
Men tað ger bara einki. Frek
leikin hjá hesum ungu hevur
vigað upp fyri øllum, og málini
skola inn ímóti móstøðuni.
Svøríki hepnaðist við at steðga
álopinum nakað, men tað
vísti seg so, at hesir norsku
hava funnið samstarvið uttan
vanliga lið- og verjuskiparan.
Spurningurin er um tað kann
blíva við at eydnast, men í løtu
ni er trupult at síggja nakað
annað lið enn Spania hótta.
Spania hevur ikki tryggjað
sær plássið í hálvfinaluni enn,
men tað verður óivað í dag
ímóti Hvítarusslandi – veikasta
liðnum í bólkinum.
Kroatia og allir
spælskipararnir
Kroatia hevur tryggjað sær
plássið, og er eisini ósigrað eins
og Spania og Norra.
Stóra styrkin hjá Kroatia er
eisini veikleikin: Kroatia hevur
tríggjar av heimsins bestu
miðum. Tað er kanska ikki so
løgið, at tjóðin, sum gav okkum
Ivano Balic, hevur fostrað so
nógvar spælskiparar síðani,
men tað mann kennast sera
løgið, tá ið tríggir teir bestu
leikararnir allir spæla á sama
plássið, eins og Domagoj Duvn
jak, Luka Cindrik og Igor Kara
cic.
Tíbetur fyri Kroatia hevur
tað eydnast higartil. Seinast
ímóti Týsklandi, har Karacic
avgjørdi dystin í seinastu løtu.
Stóri spenningurin er um,
hvussu Kroatia fer at standa
seg ímóti Spania í seinasta
bólkadystinum.
Bólkur 2 er víðopin.
Í bólki 2 stevnir Norra ímóti
hálvfinaluni,
sum
kann
tryggjast
við
einum
stigi
afturat í tveimum teimum
seinastu dystunum, men hitt
plássið er serstakliga opið.
Tað lá leingi til Slovenia,
men tað eydnaðist Ungarn at
vinna á Slovenia í gjár. Ungarn
hevur dystir ímóti Svøríki og
Portugal eftir, meðan Slovenia
hevur Portugal og Norra –
tað talar helst fyri Ungarn.
Portugal og Ísland hava eisini
framvegis møguleikan, men
tað verður trupult.
Ísland skal vinna á bæði
Svøríki og Norra, samstundis,
sum Ungarn og Slovenia skulu
tapa sínar dystar.
Skulu venja okkum
við Portugal
Hjá Portugal er setningurin
greiður. Tað snýr seg um at
vinna á Ungarn og vinna á
Slovenia,
samstundis
sum
Ísland ikki greiðir sín setning.
Kortini
er
setningurin
hjá Portugal væl og virðiliga
greiddur
frammanundan.
Portugal hevur longu prógvað
seg sum nýggjan tungvektara
í altjóða hondbólti, og næstu
árini fara vit óivað at skula
venja okkum við, at Portugal
spælir um heiðursmerki í
manshondbólti.
sjurdur@sosialurin.fo
Spania
og Norra
stevna
ímóti EM-
finaluni
Bert Kroatia hevur tryggjað sær pláss
í hálvfinaluni, tá ið Ítrottarsosialurin
verður prentaður. Spania og Norra
eru kortini stóru favorittarnir, men
fleiri spennandi tjóðir hótta
Bólkur 1
Dystir
Málmunur
Stig
Spania
3
17
6
Kroatia
3
13
6
Týskland
3
0
2
Eysturríki
3
-2
2
Hvítarussland
3
-13
2
Kekkia
3
-12
0
Bólkur 2
Dystir
Málmunur
Stig
Norra
3
16
6
Slovenia
3
4
4
Ungarn
3
0
4
Portugal
3
1
2
Ísland
3
-6
2
Svøríki
3
-15
0
Støðan í EM-høvuðsumfarinum
(tvey tey fremstu í hvørjum bólki spæla hálvfinalur)
Igor Karacic er ein av teimum trimum størstu stjørnunum hjá Kroatia. Allir tŕíggir spæla á sama plássi
Guðjón Valur Sigurðsson og Ísland hava framvegis
ein lítlan møguleika fyri at spæla hálvfinalu