Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Fótbólturin rullar um alt landið. Dagsskráin er fyrireikingarnar til 2020 kappingina, sum er sjey vikur burtur. Fyrsta umfar í landskappingini er sett at vera sunnudagin 8. mars. Stórsteypadysturin verður sunnudagin fyrsta mars ella um knappar seks vikur. Stórsteypadysturin verður millum føroyameistararnar í KÍ og steypavinnararnar í HB. Leygardagin hittust hesi bæði liðini í vinardysti í Klaks­ vík. Úrlitið var 3-3, eftir at KÍ í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Føroyskir fótbóltsspælarar venja og arbeiða miðvíst við fót­bóltinum mest sum alt árið. Tann tíðin er langt burtur, tá ið tað var vanligt at spæla fyrsta venjingardystin 2. páskadag. Tá høvdu onkur av liðunum vant millum lítið og einki, meðan onnur høvdu verið á vøllinum tvey ella trý kvøld um vikuna í tvær ella tríggjar vikur. Tá var tað soleiðis, at fleiri av bestu fótbóltsspælarunum eisini vóru bestir í øðrum ítróttargreinum – eitt nú hond­bólti og flogbólti. So­ leið­is er tað ikki longur. Teir bestu fótbóltsspælararnir eru upptiknir av sínari ítróttar­ grein mest sum alt árið, og tí er eingin av teimum bestu í fótbólti frammarlaga í hond­ bólti og flogbólti. Rundi dagurin Stutt eftir, at spælararnir eru farnir at kappast um stig heima á landi, verður fyrsti lands­dysturin. Áður hevur tað ofta verið striltið at fingið vinadystir ímóti øðrum landsliðum. Nú sær tað út til at vera lagaligari. Håkan Ericson og hansara menn skulu tvær ferðir út at ferð­ast í vár og í summar. Landsdystirnir í Danmark, Andorra og Íslandi fara at hava við sær, at fyrireikingarnar til nýggju Nations League kapp­ ingina, sum verður í heyst, verða betri, enn tær vóru til kapp­ingina fyri tveimum árum síðani, og so kunnu vit vóna, at úrtøkan í heyst fer at verða frægari, enn hon var fyri tveimum árum síðani, tá ið Før­oyar vunnu 3-1 á heimavølli og spældu 1-1 á útivølli ímóti Malta, spældu 1-1 á heimavølli ímóti Kosovo og taptu hinar tríggjar dystirnar – 2-0 í Kosovo og 3-0 á heimavølli og 2-0 á úti­ vølli ímóti Aserbadjan. Landsdysturin ímóti Dan­ mark verður í Herning fríggja­ dagin 27. mars og í Andorra mánadagin 30. mars ella tríggj­ ar dagar seinni. Tá ið landsliðið fyrstu ferð fer av landinum saman við nýggja venjaranum vera trý um­før í landskappingini av­ greidd. Triðja umfar verður sunnu­dagin 22. mars. Føroyar hava higartil spælt 198 FIFA góðkendar lands­ dystir. Tann fyrsti var í Akra­ nesi í Íslandi 24. august 1988. Nummar 100 var 8. juni í 2005, tá ið Írland vann HM undankappingardyst á Tórs­ vølli 2-0. Nú er tað greitt, at dystur nummar 200 verður í Andorra mánadagin 30. mars, og so verður nummar 101 í Íslandi mikudagin 3. juni ella 32 ár eftir fyrsta FIFA góðkenda dystin. Stuðlsspælararnir uttanlands Fleiri av teimum, sum síðstu árini hava verið stuðuls­ spæl­ar­ar á landsliðnum, eru uttan­lands. Teir sjálvskrivaðu millum teir fyrstu ellivu, sum eru uttanfyri landoddarnar og liva av at spæla fótbólt, eru Gunnar Nielsen, Gilli Rólants­ son Sørensen, Vilj­orm­ur David­ sen, Brandur Hendriks­son Ol­ sen, Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson. Síðsti landsdysturin var í Svøríki mánadagin 18. novem­ ber ella fyri tveimum mánað­ um síðani. Ta ferðina var Hallur Hansson leikbannaður. Um­ framt hinar fimm omanfyri nevndu vóru tveir aðrir úti­ setar millum teir fyrstu ellivu – Heini Vatnsdal og Rógvi Bald­ vinsson. Tað var í sambandi við lands­ dystin á Friends Arena í Solna í Stokholm, at tað var avrátt, at Håkan Ericson skuldi verða nýggjur landsliðsvenjari, og tað var í kjalarvørrinum av dysti­ num í Stokholm, at tað varð greitt, at Brandur Hendriksson FÓTBÓLTUR Venjingardystirnir benda á, at tað er munur á, hvussu langt liðini eru komin í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið, sum er sjey vikur burtur RUNDI DAGURIN RUNDI DAGURIN VERÐUR HILDIN VERÐUR HILDIN Í ANDORRA Í ANDORRA Håkan Ericson landsliðsvenjari Adrian Justinussen trífaldur málskjútti í Klaksvík leygardagin