mánadagur 20. januar 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Olsen skuldi flyta úr FH í
Íslandi og til Helsingborg IF.
Í Svøríki mynstraði Atli
Gregersen av landsliðnum. FSF
fer nú at boða frá, hvør verður
hjálparvenjari hjá Håkan Eric
son. Tað verður áhugavert at
frætta, tí hjálparvenjarin man
fara at hava ikki so lítið at siga,
tá ið venjarin fer at velja hópin
til fyrstu dystirnar.
Ofta er fysiskur venjari
knýttur at landsliði. Kanska
Magni Mohr fer at eiga onkran
leiklut í sambandi við lands
liðið.
Tá ið dystirnir í Danmark
og Andorra fara at nærkast,
verður tað greitt, hvør verður
nýggjur liðformaður á lands
liðnum.
Hallur Hansson var í heyst
liðformaður í AC Horsens,
og hann man vera eitt gott
boð uppá at vera nýggjur lið
formaður á landsliðnum. (Eitt
annað boð kundi verið Sølvi
Vatnhamar).
Í Norra verður ikki farið
undir landskappingina fyrr enn
4. apríl, og í Íslandi er steðgur til
22. apríl. Í Svøríki verða fyrsti
landskappingardystirnir 4./5.
apríl og í Danmark vera fyrstu
dystirnir eftir vetrarsteðgin
14./16. februar og í næstbestu
deildini 28./29. februar og 1.
mars.
Longu um eina viku tørna
teir til aftur í næstbestu
deildini í Týsklandi. Tá skulu
Jóan Símun Edmundsson og
Arminia Bielefeld spæla á
heimavølli ímóti Bochum.
Spurningurin er so, um
Jóan Símun og aðrir av lykla
spælarunum uttanlands fáa
loyvi at spæla við landsliðnum
í vinadystum ímóti Danmark
og Andorra. Týska skráin sigur,
at Bielefeld skal spæla 21. mars
á útivølli ímóti Hamburger SV
og so aftur 3. apríl á heimavølli
ímóti Dresden. Teir hava also
lagt uppfyri landsdystunum,
sum eru ásettir at vera síðst í
mars.
VFF kappingin
Leygardagin vóru fýra dystir
spældir í VFF kappingini. Tann
fimti – millum B36 og Skála
– verður í Gundadali í kvøld
klokkan 19.
Hóast tað var frískur vindur,
so bar tað til at spæla fótbólt í
Klaksvík, Gøtu, Runavík og á
Toftum.
Í Klaksvík var úrslitið mill
um KÍ og HB 3-3.
Fyrsta harttrikkið í ár skor
aði Adrian Justinussen, sum sá
út til at vera stak væl fyri. Hann
umsetti eitt fríspark og eitt
brotsspark til mál og so skor
aði hann eitt mál í fríum spæli.
Um Adrian verður úttikin til
fyrsta landsliðið hjá nýggja
venjaranum man ivaleyst vera
upp til Adrian sjálvan at gera
av. Higartil hevur hann ikki
verið so spentur at fara uttan
lands við landsliðnum.
Hjá KÍ skoraði Jóannes
Bjartalíð tvey mál, tá ið hann
umsetti tvey brotsspørk til
mál, og Páll A. Klettskarð
skoraði eitt mál. Páll var ikki
í landsliðshópinum, eftir at
hann fór til Italia at spæla fót
bólt. Fram ímóti kappingar
enda í fjør vann hann seg aftur
á tað støðið, sum hann var á,
áðrenn hann fór av landinum.
Um hann heldur fram, sum
hann endaði í fjør, so er góður
møguleiki, at tað aftur verða
landsliðsboð eftir Pálli.
Um Jóannes Bjartalíð verður
á landsliðnum er treytað av,
hvussu tað verður við skurð
viðgerðini.
Jóannes
hevur
gingið við brotnum skøvningi
síðani fyrsta landskappingar
dystin í fjør, sum var ímóti HB
í Klaksvík. Tað ljóðar, at tað
verður neyðugt við skurðvið
gerð.
Í Gøtu vann Víkingur 3-1
ímóti EB/Streymi.
Í Sarpugerði hava teir vant
síðani fyrst í desember. Allir
uttan tveir av teimum, sum
kunnu roknast at kappast
um plássini á besta liðnum,
vóru við leygardagin. Finnur
Justinussen er á veg úr Keyp
mannahavn og aftur í álopið
hjá
Víkingi,
og
miðverjin
Vukasin Tomic kemur í dag
aftur úr vetrarfrí í Serbia.
Miðvallarin Gunnar Vatn
hamar skoraði tvey mál (tað
gjørdi hann eisini á Skála
næstsíðsta
vikuskifti),
og
Tonni Thomsen, sum er ein av
ungu monnunum, ið ivaleyst
fara at fáa onkran møguleika
á besta liðnum, skoraði tað
síðsta.
Niklas T. Kruse legði EB/
Streym á odda eftir horna,
sum Magnus Jarnskor tók sær
av. Hann er ættaður úr Gøtu og
Víkingi, og leygardagin var ein
annar víkingur á EB/Streyma
liðnum. Tað var Magnus Heina
son, sum saman við HB spælar
anum Símuni Sólheim venur í
Hólmanum.
Meðan Eyðun Klakstein og
Víkingur eru farnir í holtur
við at venja spælskipan sam
stundis sum dentur verður
lagdur á fysiska venjing, so ar
beiða EB/Streymur og Jákup
Martin Joensen framvegis við
at manna liðið. Umframt teir
báðar omanfyri nevndu, sum
møguliga fara at eiga heimavøll
á Eiði, so var tað í síðstu viku
greitt, at Ragnar B. Danielsen
framvegis fer at spæla við
EB/Streymi, og at 21 ára gamli
Hjalti Kárason Djurhuus fer
at
spæla
við
EB/Streymi.
Verjukendi spælarin er upp
vaksin í HB.
Í Runavík vann NSÍ 3-0 ímóti
AB. Heimaliðið kendist vera
væl fyri. Nýggi NSÍ venjarin,
Glenn Ståhl, royndi seg við
trimum í verjuni – Jóhan
Troest Davidsen, Oddur Á.
Højgaard og Rógvi Egilstoft
Nielsen.
Klæmint A. Olsen, sum
plagar at skjóta dastið av NSÍ
málunum, var ikki á listanum
leygardagin. Martin Klein Joen
sen, sum ongantíð hevur spælt
landskappingardyst í bestu
deildini, skoraði fyrsta málið,
og hini skoraðu Petur Knudsen
og Oddur Á. Højgaard.
Sorin Anghel hevur tveir
nýggjar málverjar, sum kapp
ast um plássið millum stólpar
nar. Leygardagin vardi Bjarti V.
Mørk AB málið í fyrra hálvleiki
og Silas Eyðsteinsson í seinna
hálvleiki.
Á Svangaskarði vann ÍF 1-0.
Karl Løkin skoraði einsamalla
málið við frísparki tíðliga í
seinna hálvleiki. Milos Budra
kovic var ikki í ÍF málinum,
sum Jákup N. Olsen vardi. Jens
Joensen var í ÍF miðverjuni
saman við Jan Ó. Ellingsgaard,
Philip Djordjevic var fram
rættaður miðvallari, og Uros
Stojanov var fremsti maður.
Serbin er fyri stuttum komin
úr Teilandi og til Fuglafirðar.
Fuglfirðingar vóru meiri á
bóltinum, men B68 tykist av
álvara ætla at bjóða av í kapp
ingini um at flyta upp. Øssur
Hansen er venjari, og hann
arbeiðir miðvíst við spælskipan
og við at fáa spælararnar at
orka nóg væl.
Leygardagin
vardi
lokali
Heri Danielsen B68 málið, og
Óli H. Olsen, sum í fjør var í
Runavík, er nýggjur liðfor
maður. Talan var um mest sum
bara lokalar spælarar. Undan
takið vóru Andrija Radovan
ovic og Zoran Vujovic. Tann
fyrri er verjuspælari, og tann
seinni er álopsspælari.
FÓTBÓLTUR
Jóannes Bjartalíð umsetti tvær ferðir brotsspark til mál í Klaksvík leygardagin
Gunnar Vatnhamar skoraði annað vikuskiftið á rað tvey mál