mánadagur 20. januar 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2020 · Nr. 8
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Meðan Okkara- og SMS-deildin
bert hava fáar dystir eftir í
grundspælinum, skulu feløgini
nú hugsavna seg um ársins
steypakapping næsta mánaðin.
Faxe Kondi-kappingin er,
eins og altíð, eitt kærkomið
høvið hjá teimum feløgunum,
ið hava havt tað trupult í
landskappingini, at bjarga sær
kappingarárinum, og Kyndils
menn tóku væl av hesum
møguleikanum sunnudagin.
Kyndil hevur havt tað sera
tungt í landskappingini í ár, og
møguleikin fyri hálvfinalum
tykist at vera heilt burtur
áðrenn seinastu dystirnar. Og
Kyndilsmenn
skuldu
longu
spæla lykladystin í steypa
kappingini í fyrsta umfarið.
Mótstøðuliðið var hitt sama
sum basti Kyndli í spennandi
steypafinaluni í fjør: Neistin.
Kyndil styrktur –
Neistin skerdur
Frá byrjan hómaðist tó ein
møguleiki hjá Kyndli. Bartal
Klein Olsen, lyklaleikarin frá
flotta kappingarárinum í fjør
var komin heim úr Danmark
at spæla. Samstundis var stóri
neistaprofilurin, og avgerandi
leikarin
frá
steypafinaluni
í fjør, Rasmus Søby, ikki til
reiðar at spæla sunnudagin.
Málverjar í stórformi
Kanska tí eydnaðist tað sera
illa í álopinum hjá Neistanum
fyrstu longu løtuna. Neistin
fekk ikki fyrsta málið fyrr enn
eftir seks minuttir, og Kyndil
legði seg tvey og trý mál á
odda. Tá ið knapt korter var
leikt, skoraði Bartal Klein Olsen
sítt fyrsta mál í føroyskum
hondbólti ár, og økti upp í 7-4
til Kyndil, og munurin vaks
eisini upp í fýra mál, áðrenn
Neistin, við Nicholasi Satch
well í málinum, fór at ressast.
Munurin minkaði niður í eitt
mál og møguleikin var eisini
fyri javnleiki stutt eftir – Men
Tórður Guttesen í Kyndils
málinum hevði eisini funnið
stórspælið fram henda dagin,
og syrgdi fyri at Kyndil aftur
kundi økja. Við tveimum mál
um frá Bartali Klein Olsen sein
astu løtuna av fyrra hálvleiki
eydnaðist tað Kyndli at økja
upp í hálvleiksstøðuna 12-9.
Steypaskelkurin lúrdi av álvara
í grannauppgerðini.
Nicholas og tríggir
verjuleikarar venda
gongdini
Og steypaskelkurin
helt fram í seinna
hálvleiki. Kyndil
økti upp í 15-10,
og
munurin
helt sær leingi
í einum dysti,
sum nú fór at
gerast
sera
merktur
av
útvísingum.
Við
einum
tjúgu minutt
um
eftir
at
leika
spældi
Kyndil
fimm
ímóti fýra í álopi
num,
og
Neistin
misti enn ein mann
– hesaferð til beinleiðis
reytt kort. Teitur Magnusson
royndi at verja fyri á vonginum,
men
neistamaðurin
tóktist
at glíða, og endaði við at fella
Trónd Wardum, sum var í
fríum flogið. Reytt kort og
brotskast – Sum Nicholas
Satchwell tók. Bólturin endaði
aftur á kyndilshondum, og
hesaferð slapp Tróndur Ward
um til frítt vongskot aftur – og
aftur bjargaði Nicholas Satch
well í neistamálinum. Bólt
urin endaði fyri triðju ferð á
hondunum hjá teimum fimm
kyndilsmonnunum, men nú
tveittu teir bóltin burtur – og
neistafólk fingu fagnað sínum
trimum verjuleikarum – og
ikki minst málverja. Støðan
var framvegis 17-13 til Kyndil,
men Nicholas og Neistin høvdu
stongt málið. Munurin fór at
minka spakuliga, men stútt.
Munurin var á tveimum mál
um, tá ið tíggju minuttir rest
aðu í, og nervarnir kendust um
alla høllina.
Brend brotskøst og
risastórt drama
Kyndil helt fast um munin til
knappir fýra minuttir vóru
eftir. Tá minkaði Julian Krage
steen niður í 20–19 og Neistin
var í yvirtali. Framvegis helt
Kyndil munin og støðan
gjørdist 21-20, tá ið farið var inn
í seinastu løtuna.
Kyndil var undir stórum
trýsti í álopinum nú, men
við hálvum øðrum minutti
eftir breyt Bartal Klein Olsen
ígjøgnum og fekk brotskast –
men hetta var ikki ynskistøðan
hjá Kyndli.
Frammanundan
í dystinum hevði Kyndil
brent
bæði
síni
brotskøst
ímóti Nicholasi Satchwell – og
hesa triðju ferðina bjargaði
málverjin aftur.
Neistin fekk bóltin við góð
um minutti eftir at leika. Og
møguleikanum at javna. Men
Kyndilsverjan var góð henda
dagin, og loyvdi ikki Neistanum
HONDBÓLTUR
Ársins Faxe Kondi-kapping fór
av bakkastokki um vikuskiftið.
Favorittarnir vunnu hjá kvinnum,
meðan VÍF og Kyndil tóku risastór fet
ímóti hálvfinalunum hjá monnum
KYNDIL
KYNDIL FRAMDI
FRAMDI
STEYPASKELKIN
STEYPASKELKIN