Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Ferð sett á verkætlanina um nýtt gistingarhúsl í Klaksvík Ætlanin er at byggja nýtt gisitingarhús við 80 kømurum í nýggja miðbýnum í Klaksvík Árni Gregersen Ætlanin er gomul um at byggja eitt gistingarhús í Klaksvík, men higartil er lítið ítøkiligt komið burtur úr. Men nú sær út til, at ferð er komin á eina verkætlan, sum hevur til endamáls at byggja eitt hotel í nýggja miðbýnum í Klaksvík. Talan er um eina ætlan, sum er kjølfest í vinnulívinum í Klaks­vík. - Hetta ljóðar ómetaliga spenn­andi og eg gleðist sjálv­andi um hetta, sigur Jógvan Skor­heim, borgarstjóri í Klaks­ vík. -Hetta er ein gamal dreymur og tá ið hetta er veruleiki, er hetta sjálvandi eitt stórt aktiv fyri býin, sigur borgarstjórin. Sum planirnir síggja út nú, soi verður talan um eitt hotel við 80 kømurum. Tað verður stað­sett út móti vágni á út­fyll­ing­ini, sum er gjørd í Klaksvík og har sum nýggji miðbýurin er. - Miðbýurin fer sjálvandi at ger­ast nógv hugnaligari, tí hot­ellið fer at liggja beint við, har sum vit hava havt skoytu­breyt­ina í vetur, sigur Jógvan Skor­heim. Taka ímóti Eitt gistingarhús mitt í Klaks­vík fer at gera, at alt fleiri gest­ir fara at koma til Klaksvíkar. Til dømis verður nevnt, at tá ið stóra altjóða fiskivinnu­messan, Fish Fair, er í Klaksvík, so fer gistingarhúsið at kunna hýsa gestunum. Eisini verður nevnt, at fyri­tøkurnar í Klaksvík mangan hava vitjan av útlendskum um­boðsmonnum og heilsølu­fólkum. Nú fara tey at kunna búgva í Klaksvík, tí har er eitt gist­ing­ arhús, sum kann taka ímóti teimum. - Tá ið ítróttarvøllurin verð­ur altjóða góðkendur fara vit helst eisini at fáa útlendsk lið hendanvegin at spæla. Okkara fyrimunur verður nú, at vit eis­ ini kunnu hýsa teimum her norð­uri, sigur Jógvan Skor­heim. Ferðafólk At fleiri gistingarmøguleikar koma í Klaksvík, fer eisini at hava við sær, at fleiri ferðafólk fara at koma til Klaksvíkar og í Norðoyggjar sum heild. Ferðafólkatalið er vaksandi og eitt gistingarhús á høgum støði uttanfyri Tórshavn fer at draga fólk longur norður. Eftirspurningurin eftir plássi á gistingarhúsum er ómeta­liga stórur um summarið og tað vísir seg eisini at eftir­spurn­ing­urin er vaksandi uttanfyri há­summarið. Umframt ferðafólk vitja nógv­ir seljarar, handverkar og onnur í Klaksvík og í Norð­oyggj­um, sum heild. Nógvir tankar Nógvir tankar hava verið um at byggja eitt gistingarhús í Klaks­vík. Fyri nøkrum árum síðani – í 2016 – var tað aftur uppi at venda og tað eru helst teir tankarnir sum nú fær vinnu­lívið at taka seg saman og seta veruliga ferð á. Eitt gistingarhús av hesi stødd er í fyribilsmetingunum mett at fara at kosta einar 110 milljónir krónur. Eftir hvat fyrireikararnir siga, so verður roynt at fáa ein­ar 40 milljónir inn í parta­pen­ingi ella ábyrgdarpeningi. Fyri­tøkur í Klaksvík og Norð­oyggj­um hava givið tilsøgn og nú hava fyrireikararnri eisini vent sær til fyritøkur í Eryst­ur­oynni um at eisini at gerast part­ur av verkætlanini. - Tað er fantastisk at vinnu­lívið kemur við einari slíkari verk­ætlan og eg kann lova, at komm­unan ger tað, sum hon kann fyri at hetta gerst veru­ leiki. Hetta er eisini eitt gott íkast í miðbýin, so vit skulu nokk liva upp til okkara part, sig­ur Jógvan Skorheim, borg­ar­stjóri í Klaksvík. Tað er vinnulívið í Klaksvík, sum nú tekur stig til gistingarhúsverkætlanina. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.