Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9 TÍÐINDI Árni Gregersen Tað er staðfest, at tað fer at kosta minst 101,2 milljónir meira enn higar­ til játtað, at gera H-bygn­ ingin á Lands­sjúkra­húsi­ num lidnan. Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, legði eitt uppskot um hesa meirjáttan fyri Løgtingið hálvan desember í fjør, men málið var ikki sett á dagsskrá tá, tí millum annað fíggjarnevndin var fult upptikin at gera fíggjar­lógina fyri 2020 lidna. -Hetta er eitt so stórt og álvarsligt mál, at hetta mugu vit lata liggja til eftir nýggj­ár, segði Magnus Ras­mus­sen, formaður í fíggjar­nevndini tá. Nú fær mnálið so fyrstu viðgerð í tingi­ num hósdagin og síðani verður tað beint í fíggjar­ nevndina. Kom óvart á Tað kom óvart á politisku skipanina, at verkætlanin er vorðin so nógv dýrari. Heilsumálaráðið hevur gjøgnum­gingið allan rokn­skapin og staðfestir altso, at verkætlanin fer at kosta meira enn 100 milljónir meira enn ætlað. Upprunaliga skuldi H-bygningurin og ný­ mótans­gerðin av Lands­ sjúkra­húsinum kosta 652 milljónir krónur. Hetta var mett í 2008 og í teim­ um broytingum, sum síða­ni eru gjørdar. Kortini er tørvur á gott 100 mnilljónum afturat. Í viðmerkingum til upp­skotið sigur lands­ stýris­maðurin, at enda­ mál­ið við uppskotinum er at dagføra kostnaðin á verandi verkætlan og leggja tað afturat samlað­ur upphæddini og til útreiðslur til nýggja tøkni og nýggja útgerð og so meira útrediðslur til projektering. Í viðmerkingum verður sagt, at útreiðslurnar til handverkararnar eru dýrari enn mett og skeivt mettar. Millum ann­að verður eisini sagt, at av­ setingar vóru ikki gjørd­ ar til há­isolatións­stovur. Tær kostar 13 milljónir. Eisini var ætlanin at spara 15 milljónir, men tað eydnaðist ikki. So verður eisini sagt, at arbeiðið at projektera er meira umfatandi, enn mett var upprunaliga. Millum annað var tað als ikki tikið við í verk­ ætlanina, at tá ið bygn­ ing­ur­in er bygdur liðugt, so skal hann sam­bind­ ast við restina av Lands­ sjúkra­húsinum. Nevnt verður eisini, at projektering av reinsi­ verki, lokarennu og ilt­ sentrali heldur ikki var við í upprunaligu ætlan­ ini. Nýggj útgerð Sjálvandi er nógv hent á tekniska økinum, síðan farið var undir verk­ ætlan­ina í 2008. Menning er farin fram í sam­skiftistøkni, ið verður brúkt til sjúkrahús, og eru fleiri fyrimunir við at skifta til eina nýggja kalli­skipan, sum eisini verður ein stórur partur av tilbúgvingini, eins og starvs­fólk kunnu fáa alarm­ar á telefonina. Kostnaðurin av at skifta skipan er stórur, men tíðin at skifta er nú, soleiðis at nýggju inn­ legg­ingarnar í H-bygn­ inginum eru til nýggjari tøkni. Kostnaðurin er mettur at verða 12 milljónir krón­ur, og er tá talan um kalliskipanina fyri alt sjúkrahúsøkið í Tórs­ havn. Kostnaðarmeting er ikki íroknað pro­sjekt­er­ ing og prosjektbroyting Dýrari projektering Tann munandi dýrari projekteringin hong­ur saman við, at projekt­er­ ingin heldur seg frá út­ síðuni av B-bygn­ingi­num. Tað vils iga, at alt sum røkkur inn í gamla bygningin ikki er tikið við, men arbeiðið skal ger­ast fyri at fáa alt at virka sum eina heild. Fyri at kunna taka bygn­ingin í nýtslu er neyðugt at fáa fleiri viður­skifti avgreidd. Her er talan um at fáa pro­sjekt­ering til skelting, til at flyta spleisirúm (KT- trygd), til niðurtøku av C og E bygningunum og til parkeringspláss, um­ framt til prosjektering til parkeringskjallara og goymslu, til flyting av funktiónum úr A og B-bygningunum om­an í H-bygningin, til pro­sjekt­ ering til tekn­isk­ar skipan­ ir og til neyð­streyms­verk. Til prosjektering til reinsi­verk og samskipan við kommunu og aðrar myndugleikar. Út­reiðsl­ ur­nar til prosjektering av avleiddum verkætlanum verða mettar til at verða 14,8 mió. kr. tilsamans. LØGTINGIÐ SKAL BRÚKA 100 MILLJÓNIR AT GERA H-BYGNINGIN LIDNAN FYRI Tað verður eitt tungt fíggjarligt tak hjá tí almenna at fáa H-bygningin á Landssjúkrahúsinum gjørdan lidnan H-bygningurin fer at kosta góðar 100 milljónir krónur meira at gera lidnban Við í verkætlanini eigur sjálvandi eisini at vera, at alt Laqndssjúkrahúsið skal sambindasr og virka sum ein eind Kaj Leo Holm Jphannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur lagt uppskotið um meira pengar fyri tingið