týsdagur 21. januar 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SKRIVSTOVUFÓLK
Á AKSTOVUNI
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Akfarsdeild á Akstovuni
at byrja skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv.
Fleiri upplýsingar á akstovan.fo
www.akstovan.fo
TØKK
Hjartans takk, kæru tit øll fyri sýnda
samkenslu, tá elskaði maður mín, okkara
elskaði pápi, verpápi og abbi
Poul Nolsøe Laksáfoss
f. 01.08.53 – d. 12.07.19
flutti heim til Harran.
Stóra takk til familju, vinir, starvsfelagar
og kenningar bæði uttanlands og heima,
fyri allan kærleika og trúfesti tit vístu
við at vitja, ringja og skriva, meðan
Poul Nolsøe var sjúkur.
Takk til palliativa toymið á LS,
ið so fyrimyndarliga veitti umsorgan og hjálp,
teir síðstu dagarnar Poul Nolsøe livdi.
Takk fyri góð og troystarrík orð
í kapellinum, Betesda og á grøvini
og fyri vakran sang og spæl.
Takk til tykkum øll, ið á ymiskan hátt hjálptu
til við jarðarferðini og til ervið.
Takk fyri blómur, kransar
og minnisgávu til Zarepta.
Hjartans takk øll tit, ið komu til jarðarferðina
og í ervið. Vit ynskja tykkum eitt av
Harranum signað nýggjár.
Vegna familjuna
Jórun, Bogi og Rógvi
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra
mamma, vermamma, omma, langomma og
olduromma okkara
Brynhild Hansen
f. 26. august 1923 – d. 10. september 2019
andaðist og varð jarðað.
Hjartans tøkk til starvsfólkini á Mørkini,
at tit vóru so góð við hana og fyri tykkara
umsorgan.
Tøkk til Jákup Erlingsson Petersen, prest,
fyri góð og troystarrík orð á Mørkini og í
kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, berarar og sangarar.
Tøkk til Haldórsvíkar Avhaldsfelag og
tykkum øll, sum bakaðu og hjálptu til við
ervinum.
Tøkk fyri heilsanir, blómur og peningagávur
til deildina á Fløtti á Mørkini.
Stóra tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Magnus Pauli og Súsanna