Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9 MINNINGARORÐ Fritleif Joensen farin 14. januar í ár andaðist Fritleif Joen­ sen bóndi 88 ára gamal. Fritleif var ein av stovnarunum av MBM. Sum ung­ur var Fritleif sjómaður. í 1963 festi hann eftir pápa sín, garðin Norð­uri í Haga, eisini nevndur Halga­dalur, og er tað tí í gjøgnum land­búnaðin, at vit kenna Fritleif. Í 1963 hevði hann fjós heimi í bygd­ini og eisini høsnafarm. Men í 1974 flutti hann í nýtt fjós í Kambs­ dali. Hetta var eitt frambrot tá við pláss fyri 24 mjókineytum umframt ung­neytum. Fritleif hevði sjálvur pakkimaskinu og sentrifugu í fjósi sínum og mjólkin bleiv seld privat. Um heysti 1977 tóku menn í Eyst­ uroynni seg saman um at keypa ein mjókartangabil. Við honum ætlaðu teir at flyta mjólkina til Thorshavns Mælkeforsyning og Margarine­fabr­ ik, vanliga nevnt Mjólkaforsyningin. Tað vóru Hans Hansen, Gunnleif Joensen og Fritleif sum keyptu bilin. Bilførari var Líggjas Hansen. Í 1979 keypti L/F MBM bilin. Fritleif var eisini tann fyrsti, sum fór at velta við gravimaskinu. Hetta var í 1971-72. Nakað um somu tíð bleiv hann eisini formaður í Føroya Jarð­ar­ráði. Í 1975 keyptu teir 2 nýggj­ ar Hydrema gravimaskinur og var son­ur Fritleif, Jógvan, og bróður Frit­leif, Bergtór, nú komnir uppí leikin. Teir tríggir hava velt nógvar hekt­arar fyri fleiri bóndir kring allar Føroyar. 25. okt. 1977 varð MBM stovnað sum lutafelag. Eftir fleiri ára fyri­reik­ ing vórðu tað formenninir í hesum feløg­unum, sum stovnaðu MBM: Frit­leif Joensen, formaður í Føroya Jarðar­ráð, Óla Kristian Debes, for­ mað­ur í Bóndafelag Føroya og Hanus Johannesen, formaður í Føroya Bún­ að­arfelag. Hetta var eitt megnartak, sum hesir menn saman við øðrum høvdu sett sær fyri: At Føroyar skuldu verða sjálvbjargnar við mjólk og mjólkarúrdráttum. Sum formaður í Føroya Jarðarráð hevði Fritleif ein sera virknan leiklut í at hetta skuldi eyðnast. Okkum er sagt, at Fritleif var ein góður og jaligur formaður í Jarðarráðnum, sá altíð møguleikarnar heldur enn forð­ ing­arnar. Á heysti í 2017 var 40 ára stovn­ing­ arveitsla hjá MBM hildin í deplinum í Skálavík. Fritleif og konan Poula vóru boðin við. Á samkomuni varð takkarkvøða hildin og heiðursgáva- og bræv handað Fritleifi. Eftirfylgjandi hava vit havt nógvar góðar og gevandi samrøður okkara millum. Samrøður um landbúnað og annað líknandi sjálvandi, men eisini um lívsins ljósu og døkku síður. Í 1982 festi sonur Fritleifs – Jógvan – garðin, og helt hann fram har pápin slepti. 20. mars 2002 hendi tann van­ lukkan, at Jógvan datt oman á veg norð­ur í Halgadal. Hesin missur merkti lívið hjá Fritleifi og Lenu. Eftir hetta festi bróðurin, Mortan garðin. Hann segði, at mamman ongantíð kom fyri seg aftur eftir vanlukkuna við Jógvani. Hon andaðist í 2004. Á ellisárum funnu Poula og Fritleif saman og giftust tey fyri nøkrum ár­ um síðani. Tey hava búleikast úti í Rúna­vík og hava havt tað gott saman. Fritleif og Jógvan hava báðir sitið í nevndini hjá MBM, og eru vit takk­ som fyri teirra leiklut í felagnum. Við Fritleifi fór síðsti stovnarin hjá MBM og vilja vit hervið lýsa frið yvir minni hansara. Vegna MBM Thorvald Lutzen, formaður og var eisini útróðrarmaður og í fiska­ ar­beiði. Í 1963 giftist hann inn við Selmu Jacobsen úr Norðragøtu. Tey fingu sær trý ár seinni eftirnavnið Norð­gerð, sum er tað eyðkenda rákið úti fyri Toftanesi, meðan eystfallið gong­ur. Kaj og Selma fingu seks børn, men elsta barnið, Petur André, sum var jarð­frøðingur, doyði longu í 2004. Hetta var svárt hjá teimum. Tað er so ymist, hvørjum vit geva gæt­ur, og hvat vit leggja okkum í geyma. Tí tykist sumt so undarligt og ótrú­ligt, sum onkur sigur frá, og annar einki veit um ella ikki minnist. Kaj dámdi at siga frá og visti um ymist á sjógvi og landi. Onkur helt fyri, at hann legði afturat ella spann søgur, men held­ur mundi tað vera, at Kaj hevði verið í bát og bø við abbanum og øðrum og hoyrt teirra prát og frásagnir. Hann hevði givið sær far um hetta, um hend­ ingar, staðanøvn og fyribrigdi. Tí kundi hann leggja ymist afturat bygdarsøguni og til bar at skifta orð við hann um okkurt, eg ivaðist í. Eitt eg tó enn ikki havi fingið eftirkannað er, um jarn­ kong­ar at seta fast í enn síggjast í hell­ uni innan fyri Seiðafles, har norska skipið ”Telefon” í 1911 rak á land. Hetta man vera eitt tað síðsta, Kaj segði mær frá. Í fjørheyst, 12. oktober, var eisini fjørð­urin hjá Kaj rógvin, nú hann nærk­aðist teimum 85. Hann eigur takk fyri sín áhuga og tað, hann læt mær av tilfari, myndum og frásøgn til bygd­ arsøguna. Friður veri við minni hans­ ara. Martin Fjallstein Kaj var sonur Andreu og Jóan Petur Ler­vig, sum bygdu í 1939 á Hæddini inn­ an fyri Niðaru Mýruhúsini (inni á Gerðis­bakka). Kaj var næstyngstur av fimm systkjum. Jóan Petur, pápi Kaj, fórst við Fossá­ nesi á Suðurlandinum 3. mars 1938. Tá fóru seks leirvíkingar ísenn m.a. Axel, bróð­ir hansara og Theodor, bróður­ sonur teirra. Sí bókina um Fossánes, har Kaj sigur frá um korini, nú pápin var farin. Dreymastarvið finnur tú á in.fo