týsdagur 21. januar 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MINNINGARORÐ
Tveir søgufróðir
toftanesmenn farnir
Karl hjá Nellu doyði 17. mai, og Kaj hjá
Andreu doyði 12. oktober 2019. Soleiðis
kundi verið sagt fyrr. Nella var omma
Karl, og Andrea var mamma Kaj. Teir
báðir vóru toftanesmenn, vuksu upp á
Toftanesi í Leirvík. Karl var sonur virk
isfúsa keypmannin, deknin og stór
losjutemplaran og vaks upp saman við
ommuni, sum tíðliga gjørdist einkja, og
ógifta abbabeiggjanum í húsinum. Kaj
var sonur fátæku einkjuna. Hon misti
mannin við Fossanesi í 1938, og 3 ára
gamli Kaj og hini fýra systkini mistu tá
pápan, pápabeiggjan og eitt systkina
barn. Abbin og góð fólk har um vegir
vóru um tey tey næstu árini.
Tað er við takksemi, eg minnist teir
báðar og onnur góð fólk á Toftanesi,
søgufróð og áhugað at rætta mær hond
við bygdarsøguni. Lat meg bara nevna
nøkur onnur, sum eisini eiga takkar
kvøðu uppiborna: Mia og Helle Just
inussen, Elisabeth Høgnesen og Dinna
Joensen, Tróndur Eysturstein, Regin
Høgnesen, Óli Olsen, Malla og Suni
Jacobsen. Tey og onnur har á garðinum
lótu mær upplýsingar, søgdu frá hend
ingum og slekt og høvdu álit á, at hetta
vóru klípi í somu søgu. Mong teirra
hvíla nú undir grønu torvu. Friður veri
við minni teirra.
Karl Nysted Hansen var føddur 30.
november 1943 og elstur av fimm
systkjum. Flest allir javnaldrarnir gjørd
ust útróðrarmenn og skipsmenn, men
ikki Karl. Slektin í báðum ættum var úr
bónda- og ognarhúsum. Abbin, sum æt
Karl, og abbabeiggin vóru bóndasynir
frá Gøtugjógv, og Nella, omman, var úr
góða
ognarhúsinum
á
Mýruni
á
Toftanesi. Gamli Karl bygdi hús og
handil á Toftanesi í 1909, konan tók
handilin eftir hann, og síðani sonurin,
Jákup Emil, og Bette, foreldrini hjá
teimum fimm systkjunum.
Háskúlin hevði ment mong í slektini,
og pápin hevði verið á handilsháskúla í
Keypmannahavn. Hugurin hjá Karl
stóð til lestur og bøkur. Í 1958 kom pre
liminerskúli at enda í Fuglafirði, hagar
eisini ung úr grannabygdunum kundu
fara í skúla. Karl var fyrsti og einasti
leirvíkingurin tað fyrsta árið. Árið eftir
fóru fimm onnur. Treiskni og áræði hjá
Karli kom til sjónar hesi árini. Javnan
gekk hann hálvan ella allan vegin, súkl
aði ella fór við gamla rutubátinum.
Karl var í unglingaárum eins og pápin
virkin í losjuni og komin á læraraskúla
í Havn, var hann virkin í KFUM og
heimamissiónini. Dámligur, ljósleiddur,
brosandi og vinsælur unglingi.
Málið og søga gjørdust hansara
næstu vinir. Hann dugdi málið, sum
var bæði amboð, afturhvarv, varðar og
nýlendi. Og her var hansara nærlagni
eygsýnt. Tann sáttligi maðurin kundi
kortini bíta frá sær, var farið ov illa um.
Málrøkt og málburður lógu honum
næst at geva gætur. Karl hevur týtt
hópin av barna- og ungdómsbókum,
kanska eini 30, úr donskum, norskum
og svenskum. hann var blaðstjóri og
stóð fyri Sunnudagsskúlablaðnum frá
1979 og til sín deyðadag, og hann var
blaðstjóri á Kristiligum Ungmanna
blaði í fimm ár. Í sínum læraravirki í
Tvøroyrar skúla frá 1969 og til 2006 lá
honum næst at lata børnunum upp
dyrnar til vakra móðurmálið í øllum
sínum ljóði og ljómi.
Karl giftist í 1968 við Marnu Djurhuus
úr Porkeri, og tey bygdu á Tvøroyri. Ár
gingu, áðrenn tey fingu onkadóttrina
Súsonnu, fødd í august 1980. Men í
mars 2000 varð lívstráður hennara
bráddliga kvettur av í eini ferðsluvan
lukku. Tá seig sorg og saknur seg um
foreldrini, sum tey so smátt um smátt
vunnu á í treysti á hann, ið tey bygdu
lív sítt á.
Neyvan vardi tað nakran, at Karl
hevði róð um fjørðin, tá ið hann 17. mai
2019 lendi handan fjørð. Aftur nívandi
saknur og tómleiki hjá konu og familj
uni. Her vil eg fegin vísa á tey góðu
minningarorðini, sum Jónsvein Bech
prestur hevur skrivað um Karl í Sunnu
dagsskúlablaðnum 3. juni 2019.
Tá ið eg fór undir bygdarsøguna í
2007, visti eg, at neyðugt var við rætt
lesara, men uppaftur betri, um rættles
arin hevði áhuga fyri søguni. Men eg
visti ikki, hvussu nógv arbeiði fór av
vera av hesum. Bókaverkið vaks ár um
ár. Fyrst eitt, so tvey og at enda seks
bind fram til 2014. Karl hevði játtað at
rættlesa, men hann hevði eisini onnur
arbeiði at taka sær av. Onnur rættlósu
eisini, men Karl las samstundis bygdar
søguna, sum hann eins væl og eg sjálv
ur kendi. Tað var tí ikki óvanligt at fáa
viðmerkingar og ískoyti frá honum,
serstakliga, tá ið okkurt var um Tofta
nes-søguna og slektirnar har, men
sanniliga eisini aðrastaðni. Eg var fegin
um og takksamur fyri hesar viðmerk
ingarnar, sum góvu mær fastari undir
fótum. Málsliga lógu vit nær hvørjum
øðrum, onkustaðni veik eg tó frá, men
skilti skjótt, at eg átti at halla meg at
hansara orðalagi, orðasniði og stav
seting. Minnist okkurt orðalag, vit
skiftu orð um, t.d. at giftast og at giftast
uppaftur.
Hesi orðini um Karl eru fyrst og
fremst í stórum takksemi fyri tað vala
arbeiðið, hann gjørdi, tá ið bygdarsøgan
varð skrivað. Tað skal ikki á nakran
hátt vera honum til last, at nakrar vill
ur kortini eru í. Hann vildi gjørt alt til
lítar og væl tað, men tíðarkarmurin og
tann øgiliga tekstnøgdin góvu honum
ikki tey neyðturviligu arbeiðskorini til
tess. Tað kann eg bert taka á egnar
herðar. Góða Marna og tit systkin,
hjartans takk fyri alt tað, sum Karl bar
til Leirvíkar bygdarsøgu. Æra veri
minni hansara.
Kaj Norðgerð, Kaj føddur Lervig 22.
desember 1934, var av øðrum bergi
brotin og vaks upp í øðrum umhvørvi á
Toftanesi. Hann var fjórða barnið hjá
Jóan Peturi og Andreu, sum bygdu á
Hæddini inni á Gerðisbakka. Tey fingu
fimm børn, sum gjørdust faðirleys í
1938. Abbin, Óli, sum tá misti tveir synir
og ein abbason ísenn, royndi at vera í
faðirs stað hjá Kaj og teimum.
Har um vegir, og serliga á Gerðis
bakka, var saknur og sorg gerandis
kostur ár um ár av missi á sjónum, av
vanlukkum og sjúku - tuberklar, mesl
ingar og krabbamein. Tí gjørdist fá
tæksligt og møðsamt hjá mongum.
Harafturat vóru tríatiárini blóðfátæk.
Tað var smátt hjá mest sum øllum í
bygdini. Tá var gott við einum gerði til
veltu og kúgv, og við hønum á vagli og
báti á lunni. Kúgv og fiskur lívbjargaði
teimum smáu, og gomul fólk vóru um
tey, meðan møður vóru í hoyna, torvi
ella fiski.
Kaj vaks upp millum útróðrarmenn,
skipsmenn og gerðismenn og gjørdist
teimum líkur. Ein ond av háskúlanum,
har nøkur fá høvdu verið, var eisini í
hesum bygdarlagnum og gav kanska
sín serliga íblástur. Harafturat var abb
in í móðurætt skipari, kommunufor
maður - og sjónleikari. Kaj fór til skips
Karl Hansen stimitúr á Vágsfirði umleið 1965. Afturi í skut kemur Hans Pauli Strøm undan
Kaj, aftara rað høgrumegin, saman við øðrum skipsmonnum: Álvur Olsen, Torgrim Jacobsen,
Kaj Norðgerð, Palli Justinussen, Svend Christiansen, Elias Lervig og Tummas Jacobsen