týsdagur 21. januar 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9
YRKISROYND SUM MATERIALISTUR
Røskva hevur yrkisroynd í The Body Shop 28/1-4/2. Hon er 25
ára gomul og er í læru hjá The Body Shop í SMS. Hon hevur verið
í læru seinastu trý árini, og áðrenn hon byrjaði hevði hon framm
anundan arbeitt trý ár í handlinum sum hjálparfólk. Røskva hevur
altíð havt áhuga fyri sminku, og tí valdi hon upprunaliga at søkja
arbeiði í The Body Shop. Lærutíðin í handlinum hevur síðani veru
liga vakt hennara áhuga fyri húðrøkt. Tí hevur hon valt at henn
ara yrkisroynd skal snúgva seg um húðrøkt, og í samband við
royndina fer hon í eina viku at gera ókeypis húðtest. Røskva
gongur á materialist skúlanum í Skåde í Danmark, har hon
lærir nógv um húð, makeup, heilsu og vælveru sum heild.
Har hevur hon fingið sær sera nógva og góða vitan um húð
og húðrøkt, og hon gleðir seg at geva hesa vitan víðari. Hon
skal niður at verja uppgávu sína 25. februar og kann síð
ani kalla seg útlærda materialist 28. februar 2020.
JACOB
LINDENSKOV
sloknaði tann 18. august á
Boðanesheiminum, har hann
var ta seinastu tíðina, líka so
stillisliga, sum hann livdi.
Hansara lívsskeið, sum
byrjaði í Havn 10. juni 1933,
var nú endað, og hann hevði
fingið nógv av skafti, og
hetta uttan at gera nakran
háva burtur úr sínum av
rikum.
Tú visti, hvar ið hann stóð
politiskt, og tí hevði hann
ikki fyri neyðini at endur
taka hetta í práti. Og hann
setti ikki onnur í bás, sum
høvdu eina aðra politiska
áskoðan.
Jákup
var
útbúgvin
skrivstovumaður, og táið
politiska starvið loyvdi tí,
starvaðist hann sum trygg
ingarmaður.
Flokkurin og fólk vístu
honum álit við alsamt at
velja hann í dygg álitisstørv
í yvir 40 ár. Fyrstu ferð hann
varð valdur á ting var í 1958,
einans 25 ára gamal. Seinni
tingskrivari og tingformað
ur. Umframt eini 10 ár limur
í fólkatinginum.
Saman við Villa Sørensen
var Jákup blaðstjóri á Sosia
linum, og fólk minnast enn
hansara greiðu og sámiligu
minningarorð, táið onkur var
farin. Hann skrivaði bókina
um Ellisheimið í Havn (1935-
2000).
Jákup var alt lívið ein
megin stuðul í fráhaldsvirk
semi losjunnar og við til at
stovna
hondbóltsfelagið
Kyndil og - saman við Inga
Mohr - stovnari av Heilbrigd
inum á Velbastað – ið er við
gerðarstovnur fyri fólk við
trega av rúsdrekka.
Minnist væl, hvussu hug
aður og ágrýtin hann var fyri
at fáa 100-ára minnisritið
“Losjan Støt Viljen” út í 2002
og fyri at finna fram til og
skráseta, hvør ið var við á
teim einstøku myndunum.
Har kom hansara serstaka
minni teimum til góðar.
Hetta minnisrit losjunnar
endar við teim sorgblíðu orð
unum: “... ein spurningur er,
nú losjan er farin um tey 100
árini, um hon er komin á fall
andi fót, ella um ein nýggjur
aldukambur hómast í havs
brúnni.”
Jákup kundi sum ting
formaður skera ígjøgnum.
Ein dagin (eg var har) var Óli
Breckmann á rokinum um
Suður-Afrika – júst aftur
komin úr Namibia. Ein yngri
partamaður Jákups svaraði
Óla altráur aftur. Og hesir
báðir kappaðust (sum yo-yo!)
við viðmerkingum.
Haldið, tað var 6. ella 7.
ferð, at partamaður Jákups
rópti: “Hey formaðurin, eina
viðmerking afturat!”. Men tá
var hvassa svar Jákups stutt:
“NEI!”. Øll sótu púra paff og
síðani skellilátur(!). Og so
varð.
Tann, sum í løtum tekst
við ættarkor og lokalsøgu,
rennur seg tíðum fastan í
tað tíðarskeiðið, táið kirkj
ubøkurnar ikki alment eru
tøkar (frá uml. 1910 og fram).
Eitt spenni strekt yvir fleiri
mannaminni. Tann skrivandi
má tí í tørvi leita upp tilkom
in fólk við góðum minni.
Jákup visti so nógv og
mintist væl. Eg plagdi at
møta honum á gøtuhornum
ella í svimjihøllini. Hetta eina
mest í sambandi við bókina
um “Fólkini Úti á Bø”, og tá
var Jákup frálíkur at leita til
viðvíkjandi gomlu Havnini,
har ið so mangir leysir endar
eru.
Og stóð tað onkuntíð á, so
segði hann smílandi: “Ja, her
má eg heldur spyrja Jónu.
Hon veit! – hóast hon er ætt
að úr Fuglafirði (!).”
JOHN PETERSEN var kend
ur um landið sum arbeiðs
takari og politikari. Føddur í
Skopun 7. september 1948 og
var staddur eysturi í Turk
alandi, táið boðini, tann 12.
september, knappliga vórðu
eftir honum, har ið hann var
staddur saman við familjuni
í sambandi við 70-ára føðing
ardagshald sítt.
John var framúr roka
ligur frá ungum av, vælhýrd
ur við áræði og av raskastu
monnum. Hann fór til skips
14 ára gamal, lærdi til jarn
smið á Skála skipasmiðju,
arbeiddi á Norðfjørðinum í
Íslandi, á maskinskúla, mask
inmeistari, og fór undir p/f.
J. & K. Petersen saman við
beiggjanum, eitt byggifelag
sum í dag telist millum tey
fremstu í landinum.
Umframt hetta var hann
bygdaráðslimur í 16 ár, løg
tingslimur í 10 ár og lands
stýrismaður í fiskivinnumál
um í 4 ár.
John og Ragnhild (Gugg
an) kendust frá ungum av,
funnu saman og hava havt
sínar royndir í lívinum. Eldri
sonur teirra, Karl Andrias
(Kalle), fall í bakkanum bara
15 ára gamal.
Eg kom at kenna John
væl í SEV- stýrinum (1985-
1991), táið tað alla tíðina rak
sera hart á kíkin.
Áhaldandi ágangur frá
ófriðarligum friðingarfólk
um. Meðan landsmyndug
leikarnir kendu seg vera við
sviðusoð í dagsins meldri í
hesum ovurhonds og grøna
útbyggingarátakinum
av
vatnorku, sum felagið tá var
í, og sum framtakshugað fólk
í kommunum landsins aleina
áttu og drivu fram úr ongum.
Jú, ert tú ikki við í átøkum,
ja, so ber tó til at leggja teg
tvøran - eitt fyribrigdi, ið ikki
er ókent í politiskum talvi.
Hetta óansæð lit.
Til alla lukku fekst ikki
knívsblað ímillum av ósemju
inni í stýrinum, sum tá hevði
verið um ein háls, um so
varð.
Tað var heppið fyri SEV
og stýrið, ið annars var
samansett úr ymsum pol
itiskum flokkum, og tess
limir
kundu
verða
(ella
vórðu) útsettir fyri vanligt
partapolitiskt trýst. Men her
tó til fánýtis.
Og her var John ein ser
stakur álitismaður. Skjótur
at seta seg inn í torskild mál
og at taka greiða støðu undir
galdandi umstøðum, og eftir
tað var hann ikki til at vika.
JOEN
H.
ANDREASEN,
sorinskrivarin ella Jógvan
dómarin, sum hann vanliga
varð nevndur, var føddur
á Strondum 30. september
1933. Hann var staddur í
Kjøpinhavn og vitjaði familj
una har, táið hansara tíma
glas brádliga var runnið,
tann 2. november, 85 ára
gamal.
Jógvan var við í tí evna
liga flokkinum, ið tók stud
entsprógv á VBV í Havn 1952,
sum sæst á myndini her á
síðuni sum finst í serstøku
bók Birgars um Havnina
(1940-1969).
Jógvan varð cand. jur.
í 1958 og starvaðist nøkur
ár niðri, til hann í 1964 kom
heimaftur og helt fram í
Føroya Rætti sum dómara
fulltrúi og seinni sum sor
inskrivari frá 1977 til 2001,
táið hann bleiv fyrsti Løg
tingsins
Umboðsmaður
-
fram til 2005.
Ein kundi møta honum
við høvi ella í rættinum, sum
ein virðiligan, orðfiman og
dugnaligan dómara, hvørs
úrskurðir eisini hildu á hægri
rættarstigum.
Persónar í Jógvans em
bæti ella yrki práta vanliga
ikki nógv millum fólk og
vanda sær vitiliga um orðini
í tí dagliga. Tað er íbygt og
fatiligt.
Men Jógvan var í fleiri ár
við í fimleiki býráðsins fyri
eldri
í
Badmintonhøllini,
sum er góður fyri kroppin og
hentur til mangt hugfarsligt
prát við tey ymsu fólkini í
løtum.
Hetta tí, at vanliga ar
beiðslív alra teirra er farið
aftan tvørs, og øll onkurs
vegna kunnu kenna seg
meiri eins.
Tá ber betur til at práta
um mangt og hvat. Og við tað,
at tað er gilt av ættarfólkum
av Strondum, ið eru búsett í
Klaksvík, dámdi Jógvani væl,
og vitandi sum hann var, at
hugleiða søguliga um ætt,
fólk og býarlívið har norðuri.
Jógvan hevði havt dr.
jur. Isi Foighel (1927-2007)
sum lærara á Kjøpinhavns
Universiteti, fortaldi hann,
og honum dámdi bøkur
Foighels, so sum: “Kend din
menneskeret” og “Jura er
ikke nok”.
Og tá ein purraði hann
við spurningum sum hesum:
“ Hvar man rætturin í heila
tikið koma frá – hetta at
døma fólk – og hava sín upp
runa og sínar heimildir frá?
Og hvat er rættur og jura í
veruleikanum fyri nakað?”.
Tá svaraði Jógvan hugfars
liga og stutt: “Jura er bara
sunn fornuft (!)”.
At Jógvan Andreasen var
framúr á sínum øki er eing
in loyna. Og táið prátið kom
inn á tað føroyska embætis
verkið sum heild, segði hann:
“Føroyar hava átt tveir fyris
itingarligar gigantar: Jóhan
Djurhuus og Mikkjal Helms
dal, sum fluttu landið úr ein
ari “miðøld” og inn í okkara
tíð”.
Og í hesum ber illa til at
vera ósamdur.
Arnstein Niclasen
A. f. v.: Absalon Djurhuus,
Jóhan Hendrik Winther
Poulsen, Jákup Dahl Olsen,
Einar Kallsberg, Peter
Martin Rasmussen, Joen H.
Andreasen og Tórmóður
Djurhuus. (Jóhan Hendrik
Winther Poulsen Petur
Martin og Tórmóður eru enn
á lívi).
F. f. v: Jacob Bærentsen,
Jens Pauli Heinesen,
Thomas Nygaard (lærari),
Margreta Mohr (gift Balle),
Steingrímur Weihe og
Andrias Reinert
2. partur av greinarøði hjá Arnstein
Niclasen, har hann skrivar um fólk,
sum doyðu í 2018
Jákup Lindenskov, fyrr
verandi løgtings-, lands
stýris- og fólkatingsmaður
andaðist 18. august í 2018
John Peternsen, fyrrverandi
løgtings- og landsstýris
maður, bygdarráðslimur og
arbeiðstakari andaðist 12.
september í 2018
Joen H. Andreasen, fyrr
verandi sorinskrivari og
Løgtingsins umboðsmaður
andaðist 30. september í 2018
Fellisárið 2018 – 2. partur