týsdagur 21. januar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Andar tú asbeststøv í teg
í bert tvær til fýra vikur,
kann hetta vera nógmikið
til, at tú verður ólekiliga
sjúkur av krabbameini.
Talið av dønum, sum
hvørt ár fáa staðfest
krabbameini
av
hesi
orsøk, er heili 400.
Eftir
fólkatalinum
svarar hetta til, at umleið
fýra føroyingar gerast ál
varsliga sjúkir av avbest
støvi um árið.
Ein vísundalig kann
ing, sum varð almanna
kunngjørd
fyri
fáum
árum síðan, staðfestir
nevniliga, at fólk, sum
arbeiða við asbesti og
fáa
asbeststøv
í
seg,
kunnu gerast fongd við
ólekiligum lungnahinnu
krabba.
Tað er gomul vitan, at
asbest er vandamikið, og
tí hevur hetta tilfar eisini
verið ólógligt í fleiri ár.
Leiðandi yvirlæknin á
sjúkrahúsinum í Slagelse
í Danmark, Rolf Petersen,
sum eisini hevur skrivað
vísundaliga
grein
um
evnið, er ovfarin av, at as
best kann gerast deyðiligt
eftir so stuttari ávirkan á
likamið.
Sambært
nevndu
kanning skal ógvuliga
lítið til, áðrenn vandin
fyri lungnahinnukrabba
veksur. Krabbi í lungna
hinnuni
er
sjáldsom
sjúku, men hon er sera
álvarsom.
Asbestið er gloymt
Av teimum umleið 400
tilburðunum av krabba
meini í Danmark um
árið, sum standast av
asbesti, er talan um einar
100 tilburðir av lungna
hinnukrabba.
Yvirlæknin heldur, at
tað hevði verið skilagott
við einari greining og
neyvari
kunning
um
vandan við asbesti, tí as
best er líka sum farið í
gloymskuna hjá fólki.
Johnni Hansen, sum
granskar í arbeiðsum
hvørvi og krabbameini
fyri Kræftens Bekæmp
else, sigur, at nógvir
ungir handverkarar eru
ikki greiðir yvir, at gamlir
bygningar kunnu vera
bjálvaðir við asbesti.
- Ungu handverkar
arnir vita ikki, hvussu
vandamikið tað er, tí teir
vóru børn ella óføddir,
tá trupulleikin var nógv
frammi í sjeyti-og átta
tiárunum, sigur gransk
arin.
Gransking á Aalborg
Universitetssjúkrahúsi
hevur víst, at eisini fólk
í familjuni og sambúgvar
hjá asbest-raktum sjúk
lingum
kunnu
gerast
álvarsliga sjúk.
Ógvuliga eitrandi
Í Danmark, har tað tað
verður goldið fyri eitt
nú at brúka vatn, hevur
verið spurt, um regnvatn
av taki úr asbesti kann
brúkast sum drekkivatn.
Men, her verður mælt
til, at slíkt takvatn ikki
verður drukkið.
Víst verður á, at tá tak
pláturnar eru vorðnar
gamlar og byrja at molast
sundur ella brotna, kun
nu spønir í slíkum føri
enda í regnvatninum, og
tí verður mælt til, at regn
vatn av asbesttaki ikki
verður endurnýtt sum
drekkivatn.
Í danskari vegleiðing
verður sagt, at eternitt
plátur, sum eru fram
leiddar fyri 1984, altíð
hava asbest í sær. Hin
vegin kann eternitt, sum
er framleitt í árunum
1984-1988, hava asbest í
sær.
Men, eternitt, framleitt
eftir 1988, er ikki fongt við
asbesti.
Drekkivatn í
asbestrørum
Tey, sum gingu í haga
num - eisini í føroysku
náttúruni - plagdu at
síggja beru eternittrørini
stinga undan moldini, og
tað var og er partvís fram
vegis úr hesum rørum, at
vit fáa okkara drekkivatn
kring um í Føroyum.
Tað eru longu fleiri
ár síðan, at danska Um
hvørvisstýrið umhugsaði
at gera eina kanning sum
ætlandi skuldi staðfesta,
um gomlu vatnrørini í
Danmark eru ein heilsu
vandi. Gomlu rørini eru
nevniliga úr eternitti við
asbesti í, tí hesi eru so
gomul. Kanningin skuldi
vísa,
um
asbestfiprur
møguliga loysna innan úr
hesum rørum, sum síðan
um drekkivatnið enda í
menniskjum.
Tað var í sínari tíð
Dansk
Eternitfabrik
í
Aalborg sum framleiddi
hesi rør, og bara í Aalborg
vóru
200
kilometrar
av tilsamans 600 kilo
metrum av vatnrørum úr
hesum tilfari.
Men, tað er ikki bara
í Aalborg, at hesi rør eru
og verða brúkt. Tey eru
nevniliga brúkt um alt
Danmark og í fleiri øðrum
londum – og eisini kring
um í Føroyum rennur
okkara drekkivatn fram
vegis gjøgnum gomul
eternittrør.
Við tað, at danir bora
gjøgnum kálk fyri at
fáa vatnið upp, er ikki
óhugsandi, at fiprur úr
asbesti í vatninum verða
”kapslaðar” við kálki inni
í rørunum og tí kanska
gerast minni skaðiligar í
drekkivatninum av hesi
orsøk.
Greitt er, at tað eru
ikki smápengar, sum tað
hevði kostað at tikið øll
eternittrør upp og lagt
onnur ístaðin.
Nøgdirnar eru smáar
Í 1920-unum og 1930-
unum
vórðu
rør
úr
stoypijarni
brúkt
til
vatnleiðingar, og eter
nittrørini komu serliga í
fimmti-og sekstiárunum.
Spurningurin
hevur
verið, um vandin við at
drekka vatn, sum rennur
gjøgnum
eternittrør,
stendur
mát
við
kostnaðin av at skifta
gomlu rørini út.
Í dag vita øll, at asbest
kann
vera
lívsvanda
mikið, um tað sleppur inn
í likamið um andarásina,
men
spurningurin
er,
hvør støðan er, um as
bestfiprur eru í drekki
vatninum.
Norskar
kanningar
hava víst, at mikroskop
iskar restir av asbestfipr
um eru í drekkivatni, sum
rennur í nevndu rørum.
Men, talan er eftir øllum
at døma um so smáar
nøgdir, at ivasamt er, um
tær
yvirhøvur
kunnu
hava nakran týdning fyri
heilsuna.
Keldur: Jyllands-posten.dk/ Ing.dk
(Ingeniøren)
FÓLK VITA IKKI NÓG MIKIÐ
UM VANDAN VIÐ ASBESTI
- Nógvir ungir handverkarar eru
ikki greiðir yvir, hvussu vandamikið
asbestið er, tí teir vóru børn ella
óføddir, tá trupulleikin var nógv
frammi í sjeyti-og áttatiárunum,
sigur Johnni Hansen, sum granskar
í arbeiðsumhvørvi og krabbameini
fyri Kræftens Bekæmpelse
Læknavísundin veit,
at asbeststøv er sera
vandamikið og kann elva
til krabbamein. Men, veit
nakar við vissu - um - ella
hvussu vandamikið tað er at
drekka vatn úr krananum,
sum rennur í asbestrørum?