Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9 TÍÐINDI Útlendingar skulu duga føroyskt – Landsstýrið arbeiðir nú við at gera eina integratiónslóg. Ætlanin er at seta sum krav, at tilflytarar, sum vilja hava varandi uppihaldsloyvi, skulu duga føroyskt, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður Frants Jensen frants@sosialurin.fo Mánadagin varð nýggja heima­ síðan integratión.fo løgd fram á samkomu í Norður­landa­hús­ inum. Í tí sambandi segði Helgi Abra­hamsen, lands­stýris­mað­ ur við umhvørvis- og vinnu­ mál­um og sum eisini umsitur inte­gratión, nøkur orð. – At duga føroyskt er í flestu før­um ein fyritreyt fyri, at út­ lendingar kunnu forsyrgja sær sjálvum og luttaka í sam­fel­ agn­um á jøvnum føti við aðrar borgarar. Eingin kann liva við óskipaðari tilflyting, og tí er arbeiðið byrjað at gera eina inte­gratiónslóggávu í Før­oy­ um, segði hann. Øll samskifta við útlendingar í Føroyum Landsstýrismaðurin vísti á, at sum samfelag er tað okkara skylda at bjóða tilflytarum neyð­ ugu amboðini, so tey kunnu vera við til at menna sam­fel­ agið, tey eru partur av. – Tey flestu av okkum hava bein­leiðis ella óbeinleiðis sam­ band við útlendingar, sum hava valt at liva og virka í Før­ oy­um. Tað kann vera við mamm­una at barninum á dag­ stovn­inum. Starvsfelagan, sum er komin hendanvegin at ar­ beiða, ella við familjuna, sum hevur keypt hús í granna­lagn­ um, segði lands­stýris­mað­ur­in í røðuni. Fáa ikki brúkt fakligar førleikar Hann vísti á, at meðan nógvir fastbúgvandi útlendingar fella til og trívast væl, so eru tað eisini fleiri, sum hava trupult við at koma til sættis við nýggju umstøðurnar. – Viðkvæmu søgurnar um til­flytarar í Føroyum eru kend­ ar. Í skúlastovunum hava fremm­ andamælt børn trupult at læra, tí lærarunum vanta neyð­ ugu amboðini. Á gongu­gøt­uni kenna nógvar út­lendsk­ar kvinn­ ur seg møttar við for­dóm­um og misáliti. Og á ar­beiðs­ marknaðinum eru út­lend­ingar við akademiskari út­búgving í løgfrøði, marknaðarførslu ella sjúkrarøktarfrøði fastlæstir í størvum, har tey ikki kunnu brúka sínar fakligu førleikar. Hetta ávirkar bæði trivnaðin og møguleikarnar hjá útlend­ ingum í Føroyum, segði Helgi Abrahamsen. – Vit tosa ofta um út­lend­ ing­ar í Føroyum sum ein stór­ an og einsháttaðan bólk, men teir hava í grundini lítið til fel­ ags, uttan tað, at tey ikki eru fødd sum føroyingar. Tey hava ymiskan uppruna, ymiskar tørv­ir og ymiskar førleikar. Eg vóni, at heimasíðan eisini verð­ur eitt høvi hjá útlend­ing­ um at gera vart við seg, segði Helgi Abrahamsen. 896 menn og 790 kvinnur Talið av útlendingum í Føroyum veksur støðugt. 1. oktober vóru 1.697 fólk við øðrum ríkisborgaraskapi enn norðurlendskum í Føroyum. 896 menn og 790 kvinnur Frants Jensen frants@sosialurin.fo Nýggja heimasíðan integra­ tion.fo, sum varð løgd fram í Norðurlandahúsinum fyrra­ dag­in, hevur nógvar áhuga­ verd­ar upplýsingar. Tann 1. desember 2019 vóru 52.067 fólk í Føroyum. Av teim­ um vóru 1.697 fólk við øðrum ríkisborgaraskapi enn norður­ lendsk­um, 222 fleiri enn sein­ asta ársskifti. Á heimasíðuni sæst eisini úr hvørjum landi útlendingarnir koma. Flestu eru úr Rumenia, haðani tað koma 231. Tínæst Filipsoyggjar við 228, síðani Pól­land við 156, Tailand við 144 og Litava við 91. Nevndu tøl eins og tey niðanfyri eru frá okt­ober 2019. Tilsamans eru útlendingar úr 99 londum, ið eru búsitandi í Føroyum. Á heimasíðuni sæst eisini, hvussu nógvir útlendingar eru í hvørjum øki í landinum. Í Streym­oynni búgva 729, í Eyst­ uroy 521, í Norðoyggjum 162, í Suðuroy 117, í Vágum 102 og á Sandoynni 30. Størsti aldursbólkurin við útlendingum við øðrum ríkis­ borgaraskapi enn norð­ur­ lendskum er aldursbólkurin 30-39 ár. Felags pallur Tað var David IM, integra­ tións­samskipari á Útlend­inga­ stovuni, sum greiddi frá nýggju heimasíðuni og møgu­leik­ unum við henni. Høvuðsendamálið við heima­ síðuni er at savna sam­an, skapa og luta føroyska vit­an og tilfeingi um integratión. Heimasíðan integration.fo er ein pallur, har vitan, upp­ lýsingar og royndir um inte­ gra­tión í Føroyum verða latin til almenna nýtslu, so onnur kunnu fáa gagn av tí. 46 varandi uppihaldsloyvi um árið Síðan 2012 hava í miðal 46 út­ lendingar fingið varandi uppi­ haldsloyvi um árið. Útlendingar, sum flyta til Føroya, koma í høvuðsheitum av tveimum orsøkum. Megin­ parturin kemur til Føroya úr Evropa at arbeiða eitt tíðar­ skeið við einum arbeiðs- og uppi­haldsloyvi. Ein út­lend­ing­ ar, sum hevur verið í Føroyum við arbeiðs- og uppihaldsloyvi í sjey ár, kann søkja um at fáa varandi uppihaldsloyvi. Aðrir útlendingar flyta til Før­oya sum familjusameind. Eft­ir umsókn ber til at fáa var­ andi uppihaldsloyvi hjá tí, sum hevur búð í Føroyum í trý ár. Tað eru serliga hjúnafelagar og børn, sum roknað verður við fara at búgva í Føroyum í longri tíð. Sjálvbodna arbeiði stóran týdning Kristianna Winther Poul­ sen, nevndarlimur í Reyða Krossi, legði fram mána­ dagin, hvat Reyði Krossur ger og hevur ætlanir um í sambandi við at integrera útlendingar í Føroyum Tað eru serliga trý øki, Reyði Krossur arbeiðir við. Eitt av átøkunum, sum Reyði Krossur hevur ar­ beitt við, er sambinding. Hetta er tiltak, har til­flyt­ ar­ar og føroyingar hugna sær saman, koma at kenn­ ast og læra av hvørjum øðr­um. Tiltakið er eitt týs­ kvøld um mánaðin á bý­ arbókasavninum í Havn. Tiltakið hevur eisini verið aðrastaðni kring landið. – Vit byrjaðu við fam­ ilju­legu fyri fólki við til­ flyt­arabakgrund í 2018. Leg­an var aftur í 2019, og hes­ar legurnar hava eydn­ ast sera væl, segði Kristi­ anna Winther Poulsen. Nýggjasta átakið hjá Reyða Krossi er eitt átak nevnt familjuvinir. Her fáa tilfluttar útlendskar fam­ ilj­ur ella einstaklingar møgu­leika at koma í sam­ band við føroyingar. Tað kann vera við at føroyska fam­iljan bjóðar útlendsku vin­un­um heim til eina mál­tíð, at tey fara á kons­ ert saman, ella at tey gera okk­urt annað saman. – Hetta er alt sjálvboðið arbeiði, og tað hevur stór­ an týdning, tá ið ræður um at fáa útlendingar at trív­ ast í landinum, segði Kristi­anna Winther Poul­ sen. Kristianna Winther Poulsen, nevndarlimur í Reyða Krossi Mynd: Álvur Haraldsen Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við umhvørvis- og vinnumálum Mynd: Álvur Haraldsen David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni Mynd: Álvur Haraldsen