týsdagur 21. januar 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
ÚTLENDINGAR
SKULU FÁA
UNDIRVÍSING Í
TVEY TIL TRÝ ÁR
Nú verður arbeitt við eini ætlan, at
útlendingar fáa undirvísing í tvey til trý ár
fyri at læra føroyskt. Landsstýrismaðurin
hevur sett krav um, at útlendingar,
sum vilja fáa varandi uppihaldsloyvi
í Føroyum, skulu duga føroyskt
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Ætlanin er at skipa undirvís
ingina í føroyskum sum annað
mál fyri vaksin við trimum
útbúgvingum. Ein varir tvey
ár, ein tvey eitt hálvt ár og ein
trý ár, sigur Helene Dam á
Neystabø, verkætlanarleiðari.
Arbeitt verður eftir eini
europeiskari skipan, ið verður
nevnd CEFR-skipanin (Comm
on European Framework of
Reference for Languages).
Tríggjar útbúgvingar
Helena Dam á Neystabø legði
fram námsætlanina í sambandi
við, at nýggja heimasíðan inte
gration.fo varð løgd fram fyrra
dagin í Norðurlandahúsinum.
Tær tríggjar útbúgvingarn
ar venda sær til hvør sín mál
bólk.
Tann fyrsta vendir sær í
høvuðsheitum til tilflytarar,
sum hava lítla ella onga út
búgving úr heimlandinum, og
sum ikki hava lært latínska
alfabetið. Henda útbúgving
hevur 1200 undirvísingartímar
og tekur trý ár.
Tann næsta útbúgvingin
vendir sær í høvuðsheitum til
tilflytarar,
sum
hava
eina
grundútbúgving, sum er nom
in í heimlandinum, og sum
fevnir um umleið sjey ára
skúlagongd. Útbúgvingin legg
ur dent á førleikar at samskifta
í almenna rúminum og eigur
at gera næmingin føran fyri at
nema eina styttri framhalds
útbúgving, um tað er ynski
næmingsins. Útbúgvingin hev
ur 1000 undirvísingartímar og
tekur tvey eitt hálvt ár.
Tann
triðja
útbúgvingin
vendir sær til tilflytarar, sum
hava nomið eina framhaldsút
búgving ella eina hægri út
búgving í heimlandinum og
sum miða eftir málsligum før
leikum at útbúgva seg á hægri
stigi í Føroyum. Henda út
búgvingin hevur 700 undirvís
ingartímar og tekur tvey ár.
Samstarv millum
arbeiðspláss og skúla
Hóast útbúgvingarnar taka
upp í trý ár, so merkir tað ikki,
at ein útlendingur, sum kemur
til Føroya, skal sita á skúla
bonki í upp til trý ár, áðrenn
viðkomandi kann kann koma
út í arbeiðslívið í Føroyum.
– Tað er ikki heilt greitt,
hvussu undirvísingin verður
skipað, men hugsanin er, at
fólk arbeiða og ganga í skúla
samstundis. Undirvísing kann
vera um dagin ella um kvøldið
eftir arbeiðstíð, ella ein saman
tvinnan av báðum. Ella tað
kann vera sum fjarlestur. Tað
má finnast ein leistur í sam
starvi við arbeiðspláss og tey
lesandi, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Hon vísir á, at fleiri stór ar
beiðspláss, ið hava fleiri út
lendingar í starvi, hava vent
sær til Útlendingastovuna um
undirvísing í føroyskum máli.
– Neyðugt er, at føroysku
arbeiðsplássini eisini vilja vera
við og samstarva um loysnir,
sigur hon.
Undirvísing fýra
støð kring landið
Tað hevur higartil verið upp til
tær einstøku kommunurnar,
hvat tær hava gjørt við undir
vísing fyri útlendingar í Føroy
um, og tí hava tilboðini, sum
útlendingarnir
hava
fingið,
verið sera ymisk, alt eftir hvar
í landinum ein býr. Men nú er
ætlanin at skipa ein felags
leist fyri alt landið.
– Fleiri hava gingið undan
og gjørt eitt stórt slóðbrótandi
arbeiði. Millum annað Bergljót
av Skarði og Hjalmar Petersen.
Teirra undirvísingartilfar í før
oyskum fyri tilflytarar hevur
ómetalig stórt virði, men meira
undirvísingartilfar má gerast,
sigur Helena Dam á Neystabø.
Enn er ikki avgjørt, hvar í
landinum, møguleiki verður at
fáa undirvísing hjá útlending
um í Føroyum.
– Eg ímyndi mær, at tað vera
eini fýra ymisk støð, har til ber
at fáa undirvísing, sigur Hel
ena Dam á Neystabø.
Eftirútbúgving av lærarum
Verkætlanarleiðarin vónar, at
undirvísingin kann byrja eftir
summarfrítíðina.
– Eg vóni, at undirvísingin
kann byrja eftir summarfrítíð
ina, men tað er treytað av, at
nógv ymiskt viðurskifti koma
upp á pláss, sigur Helena Dam
á Neystabø.
Hon vísir millum annað á, at
samstarv má fáast við komm
unur, stór arbeiðspláss, at
pengar mugu játtast, og so má
nýggja integratiónslógin koma
upp á pláss.
Hon vísir eisini á, at neyðugt
er at eftirútbúgva lærarar,
sum kunnu undirvísa.
– Vónandi kunnu vit í sam
starvi við Setrið bjóða eftirút
búgving, so at vit fáa undirvís
arar, sum kunnu arbeiða í hesi
skipanini. Hugsast má eisini
um
eftirútbúgving
á
dag
stovnastigi, á fólkaskúlastigi
og á miðnámsskúlastigi, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Helena Dam á Neystabø, verkætlanarleiðari at skipa undirvísing
fyri vaksnar útlendingar, sum hava føroyskt sum annaðmál
Mynd: Álvur Haraldsen