Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9 TÍÐINDI fest­ar, og hjartastartarin er settur til, fer startarin í holt við at analysera, og tað ger hann eitt lítið bil. Kirstin G. Olsen vísir á, at tá hjartastartarin er liðugur við sína greining, biðir hann um stoyt. - Hann gevur fyrst ein stoyt. Síðan fer hann aftur at greina, og er hjartað komið í gongd við fyrsta stoyti, biðir hjarta­startarin ikki um ein stoyt aftrat. Men, hvussu upplivdi so kvinnan, sum fyrst hevði givið lívbjargandi fyrstuhjálp og síðan syrgdi fyri, at lívleysi mað­urin fekk stoyt, hesa hending á kaiuni í Saltangará? - Tað var ein ógvuliga stór og sterk løta, tá eg kundi staðfesta, at mað­ ur­in eftir fyrsta stoyt stillisliga byrjaði at anda aftur. Í fyrstanin var anda­drátturin tungur - júst, sum í svøvni - men sum løtan leið, gjørdist anda­drátturin meira javnur og støðugur. Kirstin G. Olsen sigur, at tað var ein heilt fantast­isk kensla, tá hon sá, hvussu holdið á manni­num byrjaði at skifta lit - frá, at John Ellef­sen var kolbláur, til hann fekk vanligt dæmið og húðarlit aftur. - Tað er trupult at siga frá teirri kenslu, tú situr við, tá tú sært, at tú kanska hevur bjargað einum mannalívi, sigur hon. Ein serlig síðulega Tá tú hevur givið lív­ bjarg­andi fyrstuhjálp, og hjartastartarin hevur sett hjartað í gongd aftur, er umráðandi, at við­komandi, sum hevur verið fyri hjartasteðgi, verður lagdur í eina ser­ liga síðulegu. - Persónurin er fram­ vegis í óviti, og tað er um­ráðandi, at hann fær luft og ikki kvælist, um hann eitt nú skuldi spýð. Elektrodurnar verða eisini sitandi á lika­min­ um, til sjúkrabilur og portør­ar koma, um tað skul­di hent, at hjartað steðg­ar aftur. Kirstin G. Olsen vísir á, at tá læknin kom á staðið, hevði John Ellefsen støðugan andadrátt, og tá var tað ringasta yvir­ stað­ið. Hon sigur, at tað var fantastiskt at hoyra læknan siga, at ”… her er alt gjørt, sum tað skal…” - Meðan hann lá har á kaiuni og var komin aftur til lívs, løgdu vit onkur klæði oman yvir og undir høvdið á manninum. Eftir um­leið 15-20 minuttum var eisini sjúkrabilurin á staðnum, og tá tóku portørarnir yvir, sigur hon. Vaknaði um kvøldið John Ellefsen visti nú einki til sín aftur fyrr enn um 19-20-tíðina hetta kvøldið. - Tað fyrsta, eg minn­ ist, var, at kona mín og dóttirin sótu hjá mær á intensivari deild á Lands­ sjúkrahúsinum. Í fyrstani sans­aði eg einki um leidn­ ingar, men spurdi bara, hvar eg var, og hví eg var her. Tá søgdu tey mær, hvat var hent. Hann sigur, at kona og dóttir høvdu verið á Lands­ sjúkrahúsinum fyrr um dagin, men tá søgdu heilsustarvsfólkini, at tey bara kundu fara heim aftur at bíða, til hann vaknaði. - So, kundu tey ringja av Landssjúkrahúsinum, sigur hann. Á Lands­sjúkra­húsi­ num spurdu tey John Ellef­sen, um hann var svang­ur. Tað var hann, og tey komu við bæði breyði og drekka. - Eg minnist eisini, at dóttir mín bað meg lyfta høgra arm og síðan vinstra bein. Eg aktaði so nøkulunda. Men, konan og dóttirin hava seinni fortalt mær, at eg hetta kvøldið tók upp í saman, og eitt nú spurdi eg fleiri ferðir, hvat klokkan var. Annars var eg rímiliga væl fyri, og eg kendi meg væl, men eg gramdi meg um, at eg ikki hevði verið í Vágum og heintað klæð­ ir til Reyða Kross, sigur hann brosandi. Allar tímarnar frá tí, at hann fekk hjartatilburðin stutt eftir klokkan 13, til hann vaknaði aftur um kvøldið, visti hann slett ikki til sín. - So, um illa vildi til, og eg ikki var komin aftur til lívs, hevði hetta í øllum førum verið ein góður deyði. Men, av tí, at eg fekk so skjóta og góða viðgerð og alla hugsandi hjálp, fekk eg einki mein av álvars­liga tilburðinum, og tað beri eg ikki minst Kirstini G. Olsen - og øllum teimum, sum hjálp­tu mær í teirri støðu eg var í - eina óendaliga stóra tøkk fyri, sigur John Ellefsen. Til Danmarkar Tað tók sína tíð, áðrenn John Ellefsen var leysur av sjúkrahúsverkinum eftir álvarsliga tilburðin í Saltangará fyri tveimum árum síðan. - Eg slapp ikki heim aftur av Lands­sjúkra­húsi­ num, áðrenn eg umleið eina viku seinni fór niður á Ríkissjúkrahúsið, har eg fekk ein sonevndan ICD’ara, sum er ein pace- makari og hjartastartari. Hesin er settur inn í bringu­na vinstru megin, og síðan eru elektrodur førdar um æðrarnar og inni í hjartað. Eg haldi, at talan er um tveir leidn­ingar. Við síðuna av seingini heima við hús stendur ein sendari, sum hvørt samdøgur sendir dátur niður á Ríkis­ sjúkrahúsið, soleiðis at tey kunnu fylgja við, um alt koyrir, sum tað skal. Um einki hendir, hoyri eg einki, men eg skal til eftir­ lit í Føroyum eina­ferð um árið. Tvær sjúkrasystrar vóru við John Ellefsen úr Før­oyum til Danmarkar við flogfari, og tær høvdu tól við sær og soleiðis eisini eftirlit við, at alt var í lagi hjá honum á ferðini. John Ellefsen vísir á, at skuldi tað hent seg, at hann fær hjartasteðg aftur, slær hjartastartarin til, og læknarnir siga, at stoyturin er líka so kraft­ mikil, sum eitt hesta­ spark. - Men, skuldi tað van­ lukku­liga hent, eri eg uttan vit í einari slíkari løtu, so eg hevði ikki merkt harða stoytin kort­ini. Soleiðis, sum eg havi skilt, kann ein slík­ur startari geva fleiri stoyt­ ir, um hjartað ikki kem­ ur í gongd aftur í fyrstu royndunum. Hjarta­start­ arin ger sítt arbeiði, so leingi streymur er, leggur hann aftrat. John Ellefsen sigur, at skurðviðgerðin á Ríkis­ sjúkra­húsinum varð framd, meðan hann var lokal­doyvdur. - Eg hevði fepur, tá eg kom til Danmarkar, og tí kundi skurðviðgerðin ikki fremjast fyrr enn nakrar dagar seinni. Men, tá eg hevði fingið ísett ICD’aran, slapp eg heim bein­anvegin, leggur hann aftrat. Alt gingið væl Tað hevur gingið væl hjá John Ellefsen allan vegin ígjønum, og hann rósar bæði teimum, sum hjálptu honum í Saltangará feigdardagin, ambulansufólkunum og heilsu­starvs­fólk­un­um bæði á Lands­sjúkra­húsi­ num og Ríkis­sjúkra­húsi­ num. - Eg havi ómetaliga nógv at takka teimum øllum fyri. Longu dagin eftir, at eg vaknaði á Lands­sjúkrahúsinum um kvøld­ið, føldi eg meg væl, men eg kendi meg kanska eitt sindur troyttan. John Ellefsen sigur, at hann hevur havt tað so mikið gott hesi bæði árini, síðan tilburðin, at hann hevur ikki hugs­að stór­ vegis um tað, sum hendi - annað enn, at hann er ógvuliga takk­sam­ur. - Læknarnir hava sagt við meg, at eg skal gera júst tað, eg gjørdi fram­ man­undan og gjarna meira, um eg havi hug til og megni tað. Men, man er jú ikki ungur longur. Hin­vegin havi eg tað ógvu­liga gott og føli meg í allar mátar væl. Tvey ár, áðrenn hann small um í Saltangará, fekk John Ellefsen eina by-pass skurðviðgerð, har nakr­ar æðrar til hjartað vórðu skiftar. - Eg havi spurt lækn­ ar­nar, hvør orsøkin kann vera til, at eg fekk hjarta­ steðg henda dagin, men tað duga teir ikki at siga. Teir hava víst á, at talan kann vera um ættar­ breðgi, tá pápi mín doyði av hjartatilburði sum 57 ára gamal. John Ellefsen hevur alt lívið verið rímiliga aktiv­ur. Honum dámar at ganga, og hann spælir bad­minton eina ferð um viku­na. Tað hevur hann gjørt í mong ár. - Kona mín er úr Dali, og har hava vit eini summar­hús og nakað av jørð. Sjálvur eri eg hálvur mið­vingur, og í Miðvági hava vit eina trøð við út­ húsi, her vit eitt nú plaga at velta epli, sigur hann. John Ellefsen arbeiddi í bilvinnuni alt lívið. Sum bilmekanikari var hann í starvi hjá Wenzel í 17 ár, harav fleiri ár sum verkførari. Síðan fór hann at arbeiða hjá Trygg­ ingar­felagnum Føroyar sum bil­sýnsmaður, og her var hann í 33 ár, har hann eisini í fleiri ár hevði ábyrgd­ina av teimum, sum sýnaðu bilar fyri trygg­ingina. - Lívið sum pen­sjón­ ist­ur er ikki so galið, og eg haldi ikki, at kona mín og eg keða okkum, sigur hann. Tá John ringdi Men, hvussu gekk tað so hjá Kirstini G. Olsen eftir hendingina henda januar­dag í Saltangará, tá hon bæði hevði givið lív­bjargandi fyrstuhjálp og sett hjartastartara til lív­leysa mannin, hon tá ikki kendi? - Tá eg hevði verið inni á gólvinum hjá Bláa Krossi aftur og hevði for­talt teimum, hvat var hent, fór eg niðan á vegin og setti meg í bilin hjá mær. Tá føldi eg, at eg ristist sum eitt bókablað. Eg sat bara har, og alt stóð stilt í høvdinum á mær. Fólk koyrdu aftur og fram í bili, og fólk tørnaðu runt eftir veg­ num. Hetta var ein løgin kensla. Eg ringdi til mann­in, og síðan fóru vit til ver­foreldur míni og fingu okkum kaku, sum eg hevði bakað. Kirstin G. Olsen sigur, at tankarnir vóru hjá manni­num, sum hon hevði roynt at hjálpt aft­ ur til lívs. - Hevði eg nú gjørt alt tað, eg skuldi. Hevði eg gjørt alt rætt og fór hetta at røkka á mál, soleiðis at maðurin yvirlivdi og ikki hevði fingið mein. Eg hungraði eftir at frætta. Men, tað var ikki fyrr enn tíðliga morgunin eftir, at Dakku (Petur Jákup Peter­sen) ringdi. Tá hevði Kristianna Johannesen verið og vitjað John Ellef­ sen kvøldið fyri. Hann hevði tað gott og hevði longu sama kvøld, sum hann kom á Lands­sjúkra­ húsið, sitið uppi og etið. Tann stóra løtan hjá Kirstini G. Olsen var, tá John Ellefsen sjálvur ring­di til hennara tveir dag­ar eftir hendingina. - Hann ringdi og segði, hvør hann var. Maðurin, sum var púrasta róligur og klárur, ringdi fyri at takka mær fyri tað, eg hevið gjørt. Hetta var barasta so fantastiskt, tí hann virkaði ikki petti veik­ur, og eg gjørdist ovur­fegin, sigur Kirstin G. Olsen. Tann stóra løtan hjá Kirstini G. Olsen var, tá John Ellefsen sjálvur ringdi til hennara tveir dagar eftir hjartasteðgin og takkaði henni fyri lívið. - Hetta var barasta so fantastiskt, sigur Kirstin G. Olsen