Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. januar 2020 · Nr. 9 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Dagurin er hin 17. januar í 2018, og vit eru stødd í Runa­víkar kommunu. John Ellefsen, sum í dag er 75 ára gamal, er komin við bili út til hølini hjá Bláa Krossi í Saltangará. Síðan hann gjørdist pen­ sjón­istur, hevur hann brúkt ein part av sínari frítíð til at gera hjálpar­ arbeiði fyri Reyða Kross, har hann einaferð um mán­aðin koyrir og savn­ar brúkt klæðir fyri felags­ skapin. - Dagurin byrjaði sum van­ligt. Eg fór upp um 07-tíðina, og einar tveir tímar seinni fór eg at koyra norðureftir. Vanliga er Hans Mortensen við mær, men henda dagin hevði hann forfall. Á yngri árum arbeiddu vit báð­ir saman hjá Wenzel í eini 17 ár. Nú eg henda dagin var einsamallur á ferðini, gav eg mær góðar stundir. Eg fór fyrst til Klaksvíkar, har systir mín eisini býr, og haðani til Fuglafjarðar, FK í Saltangará og síðan út til Bláa Kross í Saltangará, har eg var stutt eftir klokk­an 13. Soleiðis greiðir John Ellef­sen, sum býr á Argj­ um, frá. Sosialurin hevur sett hon­um og Kirstini G. Olsen stevnu, har tey greiða frá tilburðinum í Saltangará ein kaldan vetrar­dag í januar fyri tveim­um árum síðan. Fall í óvit Í Saltangará fylti John Ellefsen bilin við klæðum, og hetta gjørdi hann sam­an við Kristionnu Johanne­sen hjá Bláa Krossi, men tá hann skuldi fáa tann seinasta sekk­in inn í bilin, small hann um og fall í óvit - lív­leysur og uttan puls og hjarta­sláttur. - Um eingin hjálp var í hesi løtu, var eg deyður, men her vóru fleiri ting, sum viðvirkaðu til, at eg kom aftur til lívs. Nakrar tímar, áðrenn John Ellefsen steðg­aði í Saltangará henda dagin, hevði Stig David­sen, fo­r­ maður í Arbeiðara­felag­ num Hædd­ini, sum eigur bygningin, har Blái Kross­ ur hevur høli, sett kassan til hjartastartaran hjá felag­num á bygningin út móti vegnum. Kassin til hjarta­ startaran stóð soleiðis beint við, har ógvusliga hend­ingin fór fram. Men, tað vóru so sanni­ liga eisini onnur ting, sum vóru avgerandi fyri, hvør lagnan hjá John Ellefsen hendan dagin skuldi vera. Stutt frammanundan var Kirstin G. Olsen, sum býr í Saltangará, komin fram­við. Hon hevði júst koyrt mammu sína til Bláa Kross, har mamman hjálpir til. Hóast Kirstin hevði ymiskt at takast við henda dagin, tí elsti sonur hennara hevði føðing­ar­ dag, fór hon ikki avstað aftur beinanvegin. Á Bláa Krossi var fund­ ur um, hvussu tey skuldu skipa seg fram eftir, og tískil steðgaði Kirstin G. Olsen á at drekka ein kaffi­munn. Og nú skuldi tað vísa seg, at júst hesin lítli steðg­ur og kaffimunnur gjørd­ist bjargingin hjá John Ellefsen. Soleiðis hendi tað Nøkur fá ár framman­ undan hevði Kirstin G. Olsen tikið heilsu­ røktara­út­búgving í Suður­oy, har ein partur av út­búgvingini er at læra at geva lívbjargandi fyrstu­hjálp og at brúka ein hjartastartara. Hevði hon henda dagin sett mammu sína av og var farin beina leið av­stað aftur, er ógvuliga iva­ samt, um neyðuga hjálpin hevði verið nóg skjót í nær­umhvørvinum. Eitt annað, sum var avgerandi hesa løtu, var, at Kristianna Johanne­ sen, sum hevði hjálpt John Ellefsen at fylla bilin við klæðum, var hjástødd, tá hann fall í óvit. Tá hon ringir 112, vísir tað seg, at sjúkra­ bilurin júst er á veg norð­ ur eftir við sjúklingi, sum skuldi flytast til Klaks­ víkar. Sjúklingurin, sum ikki var í lívsvanda, varð settur av við Effo-støðina í Leirvík, og síðan koyrdi sjúkrabilurin so skjótt tað bar til út til Saltangará. Men, hvussu upplivir so Kirstin G. Olsen, sum situr við einum kaffi­ munni hesa løtu, hend­ ingina, har John Ellefsen liggur lívleysur á kaiuni. - Tað var sera hált, tá eg kom í túnið. Tískil fylgdi eg mammu míni oman gjøgnum trapp­ur­ nar. Her møtti eg Dakku (Petur Jákup Petersen), sum eg kenni væl, og tað var hann, sum bað meg koma inn at fáa mær ein kaffimunn, tó at eg ikki hoyri upp í hetta selskapið. Meðan, eg siti við síðuna av mam­mu míni við einum kaffi­mun­ ni, kemur róp í. Kristi­ anna Johannesen sigur, at ein maður er dottin um niðri á kaiuni og biðir onkran koma við vatni. Eg kendi beinanvegin á mær, at eg skuldi halda meg framat. Tá eg komi út og síggi, at maður ligg­ur lívleysur, leypi eg av­stað niður gjøgnum trappurnar. Lívbjargandi fyrstahjálp Kirstin G. Olsen sigur, at júst hesa løtu sær hon einki fólk við bilin, sum tekur sær nakað fyri. - Eg rópi á Kristionnu Johannesen um at ringja eftir hjálp, samstundis sum eg beinanvegin byrji at geva lívbjargandi fyrstu­hjálp. Eg ánaði ikki, hvør maðurin var, men eg kendi rættiliga á mær, at her kann eg gera mun. Á Heilsuskúla Før­oya í Suður­oy høvdu tey við ógvu­liga stórum nær­lagni lært okkum lív­ bjargandi fyrstu­hjálp - og at brúka hjarta­startara. Sjálv heldur Kirstin G. Olsen, at hon hesa løtu var rættiliga rólig; her var eingin panikkur, og hon var sannførd um, hvat hon skuldi gera. - Eg fór beinanvegin í gongd. Hetta kendist mær ikki fremmant, og eg var slett ikki í iva, tó at eg ongantíð áður hevði givið einum menniskja lív­bjargandi fyrstuhjálp. Á skúlanum høvdu vit eina dukku, men nú stóð eg knappliga andlit til and­lits við veruleikan og eitt lívleyst menniskja. Hon sá beinanvegin, at støðan hjá John Ellefsen var álvarslig. Her var eingin hjartasláttur og eing­in pulsur, og hann var kolbláur. - Nú byrjaðu fólk at koma, og meðan eg gevi lívbjargandi fyrstu­hjálp, spyrji eg, um hjartastartari er í umhvørvinum. Jú, her var hjartastartari. Kass­ in til startaran var kom­in upp á bygningin at hanga, men sjálvur hjarta­start­ arin var ikki upp­pakk­ aður. Kirstin G. Olsen sigur, at tað var Stig David­sen, sum í somu løtu kom rennandi við hjarta­ startaranum. - Eg klistraði nú aðra elektroduna við øst­bein­ ið høgru megin og hina nakað niðan fyri arm­ holuna vinstrumegin. Ein sterk løta Meðan vit sita á Sosiali­ num og práta, John Ellef­ sen og Kirstin G. Olsen, leggur John Ellefsen aftrat, at tíbetur er hann ikki so loðin, og tí kundu elektrod­urnar setast beint á kroppin. Eru fólk hinvegin loðin, kann tað vera neyðugt at raka blettin beran, har festið skal setast. - Eg hevði ikki roynt festini á einum manna­ likami áður, men bara á einari dukku. Tó kendi eg meg tryggan í tí, eg gjørdi. Tá elektrodurnar eru KIRSTIN BJARGAÐI JOHN TÁ HANN FEKK HJARTASTEÐG - Um illa vildi til, og eg ikki var komin til lívs aftur, hevði hetta verið ein góður deyði. Men, av tí, at eg fekk so skjóta og góða viðgerð og alla hugsandi hjálp, fekk eg einki mein av álvarsliga tilburðinum, og tað beri eg ikki minst Kirstini G. Olsen - og øllum teimum, sum hjálptu mær í teirri støðu, eg var í - eina óendaliga stóra tøkk fyri, sigur John Ellefsen - Tað fyrsta, eg minnist, var, at kona mín og dóttirin sótu hjá mær á intensivari deild á Landssjúkrahúsinum. Í fyrstani sansaði eg einki um leidningar, men spurdi bara, hvar eg var, og hví eg var her. Tá søgdu tey mær, hvat var hent, sigur John Ellefsen Mynd: Justinus Eidesgaard