hósdagur 23. januar 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sæð á Facebook:
Uppskot verður nú lagt
fyri Løgtingið um at
nokta útlendingum at
keypa jørð og hús inn
undir seg í Føroyum
Fiskimálaráðið hevur
gjørt av at játta 8,55
milliónir krónur til 20
verkætlanir, sum hava
við fiskivinnugransking
at gera. 14 eru nýggjar
verkætlanir meðan
seks halda fram
Ein útlendingur er
burturvístur úr Føroyum
í trý ár. Maðurin var
ákærdur fyri at hava
verið ónærisligur ímóti
gentu við tað, at hann
tók um hálsin á henni,
lyfti hana upp frá og
føldi upp á hana
Sigurð í Jákupsstovu
er settur í starv
sum nýggjur stjóri á
Umhvørvisstovuni
Farið verður undir at gera
eina skipan við sjóhita í
Leirvík. Hetta skal geva
leirvíkingum varma í
húsini og heitt vatn í
kranarnar - og eisini nógv
betri internet
Ætlanin er at byggja
hotell við 80 kømrum
í nýggja miðbýnum í
Klaksvík, og hotellið
skal byggjast uttast á
útfyllingini á vágni
Brennistøð
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Annað árið á rað hava Føroyar vunnið heiðurin
fyri at eiga bestu fótbóltsáskoðararnar undir
landsdystum og í altjóða dystum. Virðislønin er ein
peningaupphædd upp á áleið 375 túsund krónur frá
UEFA, sum skal brúkast til eitthvørt Fair Play tiltak
375
375
Sprotin: brennistøð kv2
støð 1(2) har ið burturkast og rusk (1)
verður brent
Nógv kjak hevur verið um, hvørt
Tórshavnar kommuna og IRF
skulu gera eina felags brennistøð
fyri alt landið. Brennistøðin í
Havn er uppslitin, men ivamálið
er, um Havnin skal byggja sína
egnu brennistøð fyri eina hálva
milliard, ella legja saman við IRF.
Meirilutin í Tórshavnar Býráð
er ímóti ætlanini at gera felags
brennistøð
"Elo eigur tveir
beiggjar. Annar
eitur Leo. Hvussu
eitur hin?"
"Hvør er ein føroyingur,
og hvør er útlendingur
í sambandi við tosið
um gongd í haga og
húsakeyp?"
Enn einaferð er staðfest, at tá ið tað
ræður um almenna bygging, so eru vit
ikki komin eitt fet longri enn í sjeyti-
árunum.
Seinastu árini hava almennu
Føroyar havt tvey risastór byggiprojekt
og hvørki av teimum eru komin á mál
eftir tí sum ætlanin var.
Glasir er annað og hitt er H-bygning
urin á Landsjúkrahúsinum.
Fíggjarstýringin í báðum førum
hevur verið so leys og vánalig, at ein
hevur torført at trúgva, at hetta eru
fólk við høgum út búgingum, sum hava
staðið á odda fyri verkætlanunum.
Sjálvandi skulu vit ikki sleppa
politiska myndugleikanum undan
ábyrgd, tí tey hava lyndi til at blanda
seg uppí smálutir. Tað kann fáa stórar
avleiðingar – eisini fyri kostnaðin.
Til dømis minkaðu tey verkætlanina
við Glasir og tað skapti nógvar trupul
leikar.
Á Landssjúkrahúsinum komu
politikararnir við einum parkerings
kjallara eftir at verkætlanin var farin
í gongd.
Onkur heldur at tað var ov seint.
Eg havi heldur hug at siga: hvør hevur
gjørt ein bygning til Landssjúkrahúsið
uttan einp arkeringskjallara?
Tað sum undrar er eisini, hvussu tað
ber til, at privatar byggingar kunnu
gerast eftir fíggjarætlan og tíðarætlan,
meðan tað almenna altíð endar í “kaos”.
Mær er sagt, at tá ið privat gera
størri verkætlanir, so er projekteringin
neyv og kostar, men so heldur prísurin.
Hjá tí almenna verður hetta gjørt
so hvørt og ikki so neyvt. Eitt annað
sum vit øll vita er, at skal okkurt
fáast ígjøgnum hjá almennu játtanar
myndugleikunumn (les:Løgtinginum)
so ger tað so bíligt sum møguligt.
Er arbeiðið komið í gongd, so verður
tað gjørt liðugt og neyðugir pengar
verða játtaðir.
Ája!
Í hesi vikuni er komið fram, at nú
er ferð komin á eina gamla ætlan at
byggja eitt gistingarhús í Klaksvík.
Lokala vinnulívið stendur saman
um ætlanina, sum onnur eisini eru
boðin at vera við í. Hotellið fer at kosta
einar 110 milljónir krónur og fer at hava
80 kømur.
Hetta ljóðar sum ein skilagóð
ætlan, tí brúk hevur verið fyri einum
gistingarhúsi afturat Sjómansheimi
num í næststørsta býnum í Føroyum.
Ája!
Vetur er og hóast vit higartil eru
sloppin undan kulda og kava so hava
vit sanniliga fingið at vita, at so er.
Regn og vindur, avlýstar ferjur og av
lýstir bussar.
Tóki Niclasen er vorðin partur av
familjunum kring landið, tí hann so at
siga hvønn dag hevur verið at hoyrt í
útvarpinum, tá ið avlýsingar eru.
Vetrarhálvan gevur innandura
ítróttinum góðar møguleikar og leyg
ardagin og sunnudagin farra 400 børn
og ung at vísa, hvat tedy hava lært í
fimleiki.
Norðurlandahúsið verð
ur tá á tremur við børn
um og ungum, mamum
og pápum, ommum og
abbum, sum fara at
hyggja at Fimleika
fagnaðinum.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At í nýggjasta partinum
av BBC-røðini "Stacey
Investigates" kannar
tíðindakvinnan Stacey
Dooley hvalaveiðu í Noregi
og í Føroyum?
FRÍGGJADAGIN
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum
minkar út á dagin til 5 til 10 m/s.
Okkurt æl og kanska vera sólglot-
tar at hóma. Um kvøldið veksur
hann vindin í stívt andøvsgul upp
í hvassan vind av suðri, 10 til 15
m/s. Hitin millum 4 og 7 stig.
LEYGARDAGIN
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind
av útsynningi, 10 til 15 m/s. Út
á dagin minkar hann í andøvsgul
upp í ein strúk, 8 til 13 m/s.
Yvirhøvur skýggjað, stundum regn
ella æl. Hitin millum 5 og 8 stig.
SUNNUDAGIN
Andøvsgul upp í ein strúk av
útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Hitin um
dagin 5 stig, um náttina millum 0
og 4 stig.
8-13 m/s
10-15 m/s
10-15 m/s