hósdagur 23. januar 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
5
Ongin hevur skrivað undir nakra
kostnaðarætlan og frágreiðingarnar frá
byggifundunum eru eisini uttan undirskrivt
ÁRNI GREGERSEN
A
t
bygg ja
nýgg ja
H-bygningin á Lands
sjúkrahúsinum sær
út til at vera blivin ein
marra fyri politisku skipanina.
Løgtingið hevur júst viðgjørt
frágrediðingina um byggingina í
sambandi við at landsroknskap
irnir skulu góðkennast og at upp
skot ert er at játta meira pengar
til byggingina.
Men tað sum stendur um bygg
ingna av Føroya størstu bygging á
landi, er marrulesnaður hjá ting
fólkum. Landsgrannskoðarin og
uttanhýsis grannskoðarin leggja
ikki fingrarnar ímillum, mern vísa
á katastrofalar manglar í sjálvari
fíggjarstýringini í sambandi við
byggingina.
Eitt er, at byggiverkætlanin
er voðrin munandi dýrari enn
upprunaliga ætlað. Tað verður
forklárað við millum annað, at
verkætlanin upprunaliga er frá
2008 og at tøknin er vorðin betri
og eisini dýrari.
Í 2018 var farið undir at góðsku
tryggja verkætlanirnar hjá Lands
verki og tá vóru staðfestir týðandi
manglar í fíggjarstýringini av
H-bygninginum, staðfestir leiðsl
an sjálv í átekningunum til rokn
skapin.
Hon sigur, at ábøtur eru gjørdar,
men framvegis manglar ein verk
ætlanaravkláring og tað er ein
stórur mangul í grundarlagnum
fyri fíggjarstýringini.
Ongin undirskrivt
At risastóra íløgan á Landssjúkra
húsinum í fleiri ár er farin fram
uttan stýring, sæst millum annað
av, at fíggjardeildin hjá Lands
verki í februar og mars í fjør
gjørdi eftirlitsarneiði í samband
við byggingina av H-bygninginum.
Í niðurstøðuni frá 14.mai stend
ur, at stórir manglar vóru íi fíggj
arstýringini.
Millum annað var arbeitt eftir
einari kostnaðarætlan, sum als
ikki er undirskrivað – og at hon
heldur ikki var fylgd.
Uttanhýsisgrannskoðarin stað
festir, at teimum upplýst, so er
framvegis ongin kostnaðarætlan
gjørd.
Grannskoðarin er samdur við
fíggjardeildini í, at ein nýggj neyv
kostnaðarætlan eigur at verða
gjørd við støði í gjørdu kostnað
armetingini.
Grannskoðarin mælir til, at
innanhýsis eftirlitini hjá fíggjar
deildini verða gjørd mánaðarliga.
Hvat er hvat
Talan er um ymisk viðurskifti, sum
gera, at tað er ómetaliga torført
hjá játtandi myndugleikanum at
vita, hvat pengarnir verða brúktir
til, tí sjálv verkætlanin fevnir um
bæði nýbygging og viðlíkahald av
gamla partinum av Landssjúkra
húsinum.
Grannskoðarin viðmerkir, at
hann á ongan hátt hevur gjørt
nakra meting av, hvørt fyriliggj
andi metingar av meirnýtsluni eru
nøktandi.
Metingin byggir ikki á eina
neyva dagførda kostnaðarætlan.
Landsverk hevur í høvuðsheitum
gjørt fyriliggjandi meting í apríl/
mai í 2019, og sambært Lands
verki eru fleiri viðurskifti umrødd
síðani hetta, sum skulu takast upp
fyri at meta um, hvørt fyriliggj
andi meting er nøktandi.
Ein óvissa í uppgerðini, sum
bygginevndin hevur umrøtt, er
parturin av játtanini til innbúgv,
útgerð og tól upp á 58,1 milljónir
krónur, har ein stórur partur av
innkeypinum ikki er boðin út enn.
Metingin fevnir ikki um ynsk
ir og krøv, ið ikki eru partur av
verklagslógini.
Tað gongur heldur ikki so skjótt,
sum ætlað at gera bygningin lidn
an, tí biðið verður eisini um, at
verkætlanmarlógin verður longd
við einum ári afturat.
Betri fyrireikingar tá ið
tað almenna skal byggja
Landsstýrismaðurin við heilsumálum er ikki
nøgdur við gongdina, tá ið tað almenna byggir
ÁRNI GREGERSEN
S
íðani í september í fjør
er tað Kaj Leo Holm Jo
hannesen, landsstýris
maður við heilsumálum,
sum hevur evstu ábyrgdina í
heilsumálum og tí sum hartil
hoyrir.
Tað er eisini hann, sum hevur
biðið um meira pening til at gera
útbyggingina á Landssjúkrahús
inum lidna.
- Ja, tí eg gjørdi tað so skjótt
eg kom í heilsumálaráðiið, at eg
sendi boð eftir Landsverk og setti
spurningar fyri at vita, hvussu
veruliga støðan er við útbygg
ingini, sigur landsstýrismaðurin.
Hann hevur sjálvandi eisini lisið
grannskoðarafrágreiðingarnar og
sæð viðmerkinganar.
- Hatta er sjálvandi ikki nøkt
andi, men hatta hava við sær í fleiri
øðrum byggimálum. Manglandi
fyrireikingar og greiðar linjur fyri,
hvør hevur ábyrgdina av teimum
broytingum, sum verða gjørdar
ávegis, er nakað, sum vit mugu
fáa skil á, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Í hesum konkreta førinum er
tað soleiðis, at tað er heilsumála
ráðið sum vil hava ein bygning,
sum Landsverk, so skal standa
fyri, men Landsverk hoyrir ikki
undir heiilsumálaráðið, men undir
samferðsluráðið.
-Tað ger, at vit hava tvey ráð,
sum kunnu skylda hvørt uppá
annað, sigur hann.
Hann heldur, at neyðugt er, at
vit fara inn í mannagongdirnar og
tryggja, at hetta ikki hendir aftur.
Formaðurin í fíggjarnevndini,
Magnus Rasmusseen, hevur eisini
sagt, at fíggjarnevndin av álvara
fer at kann málið og tryggja at
slíkt ikki hendir aftur.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, sendi
boð eftir Landsverk og setti spurningar fyri at fáa skil á hvat hendir.
LEMJANDI KRITIKKUR
MÓTI BYGGINGINI Á
LANDSSJÚKRAHÚSINUM
H-bygningurin er nógv dýrari enn upprunaliga ætlað, men tað
sum verri er, er at onki skil hevur verið á fíggjarstýringini.