hósdagur 23. januar 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
6
FRANTS JENSEN
– Tað er ein góður spurningur,
hvat er lekjandi list. Eg vil í
hvussu er leggja meg eftir, at
listin hevur eina jaliga ávirkan,
soleiðis at upplivingin av henni
verður hugalig og ein sonn upp
living, har hyggjarin verður
førdur inn í ein heim, sum
stimbrar og gevur hugflog. Til
tíðir ein humoristiskan heim,
sum kveikir gleði og undran, og
sum gevur lívinum eitt stuttligt
íkast, sigur listakvinnan Sigrun
Gunnarsdóttir.
Lívgandi ávirkan
Listakvinna av Eiði er ein av
trimum listafólkum, ið er vald út
at at prýða nýggja H-bygningin
á
Landssjúkrahúsinum.
Umframt hana eru Gurðið
Poulsen og Javier Tapia úr Kili,
men sum býr í Danmark, við í
verkætlanini.
Listafólkini Brandur Paturs
son og Rannvá Kunoy sleppa
eisini at listprýða H-bygningin
við hvør sínum listaverki í part.
– Sum vatn hevur týdning fyri
blómuna og fær hana at spretta
– ja, soleiðis skal listin av mínari
hond hava eina lívgandi ávirkan á
tann, ið festir eyguni á hana. Ella
sagt á annan hátt, ein skapandi
list, ið stuðlar undir leking, sigur
Sigrun Gunnarsdóttir.
Sjúklingurin kann
ynskja sær listaverk
Ætlanin er, at listaverkini fara at
hanga í einum stórum felagshøli
í H-bygninginum, og so ber til
hjá tí einstaka sjúklinginum at
velja okkurt ávíst listaverk, sum
so verður lænt og hongt upp á
sjúkrastovuni hjá viðkomandi.
Á henda hátt fara listaverkini at
ferðast runt á sjúkrastovunum
ymsastaðni í bygninginum.
– Hetta er ein sera spennandi
verkætlan. Hugsanin er, at tað
skal vera annað enn bara hvítir
veggir á sjúkrahúsinum, sigur
Sigrun Gunnarsdóttir.
Fjølbroytt myndaevni
Hon kennir sjálv til sjúku, og í
1995 doyði kona beiggja hennara
frá smáum børnum.
– Tá kom tað tætt uppá, og
lívið gjørdist álvarsamt. Tað
gjørdist eisini greitt fyri mær,
hvussu stutt lívið í grundini er.
Tá kom ein broyting í listina. Eg
byrjaði tá at arbeiða meira við
symbolum, til dømis spurvinum,
liljuni og einglinum. Eg vildi
við hesum fortelja nakað
meira. Hetta hevur fylgt mær
víðari í listini, sigur Sigrun
Gunnarsdóttir.
– Spurvin taki eg sum eitt
symbol uppá, at tað stendur, at
tað fellur ikki spurvur til jarðar
uttan eftir mínum vilja, sigur
Harrin. Eg havi broytt tað eitt
sindur, og sigi ístaðin, uttan at
eg eri við í tí, sigur Gud. Tað vil
siga, at niður í minstu smálutir
er hann við okkum, sigur Sigrun
Gunnarsdóttir.
Í sambandi við listprýðingina
av Landssjúkrahúsinum vísir
hon á, at hon í myndevnum vil
taka sjúklingar, avvarðandi og
starvsfólk við.
– Eg vil taka tey við á ein
slíkan hátt, at tað vónandi gevur
ein lætta í dagligdegnum, og sum
vónandi kann hava eina jaliga
ávirkan á lekjandi tilgongdina.
Mentanin verður sjálvsagt ein
partur av øllum, tí myndevni hjá
mær eru jú úr okkara fjøltáttaðu
mentan, sigur hon.
Sýnir fram altjóða
Sigrun Gunnarsdóttir er ein
viðurkend listakvinna, sum
hevur arbeitt eitt heilt lív við
málningalistini. Hóast hon
verður 70 ár í mars, hevur hon
ongar ætlanir um at steðga við
málningalistini.
– Eg geri eitt sindur sum eg
havi hug til. Verkætlanin til
H-bygningin skal vera liðug í
2021, og eg hugsaði eisini at hava
onkra framsýning í atelierinum
her á Eiði í summar. Eg skal aftur
til Japan at hava framsýning og
møguliga verður ein framsýning
eisini í Grønlandi, so eg havi
eitt sindur at gera, sigur Sigrun
Gunnarsdóttir.
Listakvinnan hevur havt
framsýningar í øllum Norður
londum, fleiri londum í Evropa,
Grønlandi, í Japan, Kina og USA.
Hon hevur eisini tvær ferðir
sýnt fram á Listasavni Føroya
umframt fleiri aðrar framsýn
ingar í Føroyum.
Á listaháskúla
– Sum barn og ung dámdi mær
sera væl at tekna. Eg teknaði
andlitsmyndir og nógv annað.
Eg hoyrdi um ein tekniskúla í
Danmark og valdi at søkja. Eg
hevði eina góða vinkonu á Eiði,
men vit endaðu á hvør sínum stað.
Hon fór til Svínoyar, meðan eg fór
til Keypmannahavnar at ganga í
skúla, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.
Tað at vera listafólk liggur í
ættini hjá henni. Abbin, Niels
Kruse, var kendur listamaður.
Hann hevur millum annað málað
altartalvurnar í kirkjunum á
Eiði, Gjógv og á Selatrað.
Hon var hálvt annað ár á
R. Askou-Jensen Tekniskúla
num, áðrenn hon fór víðari
á Kongaliga Danska Lista
háskúlan.
– Tað vóru ikki so nógvir før
oyingar, ið høvdu gingið har, og
av kvinnum haldi eg, at tað bara
var Ruth Smith, ið hevði gingið
har áður. Eg hugsaði ikki so
nógv um tað tá, hvussu tað fór
at ganga fíggjarliga, um hetta
gjørdist lívsleiðin. Hevði bara
hug at royna tað, sigur Sigrun
Gunnarsdóttir.
Familjulív og listafólk
Í sambandi við upptøku
royndina hevði hon latið nakrar
Listakvinnan Sigrun
Gunnarsdóttir av Eiði arbeiðir
saman við tveimum øðrum
listafólkum at listprýða
nýggja H-bygningin á
Landssjúkrahúsinum. Talan er
um lekjandi list, har sjúklingurin
kann velja at fáa júst ein ávísan
málning inn á sjúkrastovuna
GER LEKJANDI
GER LEKJANDI
LIST
LIST TIL LANDS
TIL LANDS
SJÚKRAHÚSIÐ
SJÚKRAHÚSIÐ
Mynd av Golgata, sum Sigrun Gunnarsdóttir lat inn í sambandi
við, at hon søkti inn á Kongaliga Danska Listaháskúlan
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Myndin av vøgguni hevur íblástur frá Matrix 1
filminum. Hinar eru av Móðir Teresu
MYND: ÁLVUR HARALDSEN