Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020 SOSIALURIN 10 28 Merkisdagar Gullbrúdleyp 7. februar 2020 hava vit verið gift í samfull fimti ár. Dagin vilja vit hátíðar­halda í veitslu­ dámi saman við familju, vinum og kenningum í Bygdarhúsinum í Leirvík klokkan 18 hetta kvøldið. Vinaliga boða frá innan 24/01-2020 á tlf 235561 ella skriva til ragnhildkunoy@ gmail.com, um tit ynskja at gleðast saman við okkum. Høgni og Ragnhild Høgnesen Sunnudagin 9. febr. fylli eg 55 ár. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin leygardagin 8. febr. kl. 18.00. Tað hevði glett meg at sæð familju, vinir og kenningar at halda hendan dagin saman við mær og mínari familju. Vinarliga boða frá innan 2. febr. á tlfnr. 212814 ella skriva til annikawgregersen@gmail. com um tit ynskja at koma. Annika 90 ára føðingardagur. Leygardagin 15. februar fyllir Leivur Andreasen í Klaksvík 90 ár. Dagurin verður hildin á Sjómansheiminum frá kl 14 - 18. Øll eru vælkomin. Vinarliga boða frá í seinasta lagi 8. februar á t-post adr.: elspamuller@ gmail.com ella á tlf. 581424. 60 ára føðingardagur Tað hevði glett meg at sæð vinir og kenningar til mín 60 ára føðingardag tann 29.02 ímillum kl. 14 - 20 í Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn. Vinarliga sigið frá áðrenn 20. februar á telefon 222480 ella á email: sonja. sigursein51@gmail.com. Sonja Høj Gullbrúdleyp 8/2-2020 hava Sjúrður og Eyðbjørg Nolsøe verið gift í 50 ár og tað verður hátíðarhildið í Eiriksgarði í Dali 8/2 frá kl 14. Tað hevði glett tey at familja, vinir og kenningar komu at hátíðarhalda dagin saman við teimum. Vinarliga sigi frá um tit koma á telifonnr. 361403 seinast 2/2 Gullbrúdleyp Fríggjadagin 7. februar hava vit verið gift í 50 ár. Í tí sambandi eru tey, sum hava hug at heilsa upp á okkum, vælkomin á Seglloftið leygardagin 8. februar frá kl. 14-18. Majvør og Niels 10. februar rundi eg 60 ár. Føðingardagurin verður hildin tann 08. februar í hølunum hjá Odd Fellow á Grønlandsvegi 56 í Tórshavn, frá kl. 14 til 19. Tað hevði glett meg at sæð familju, vinir og kenningar. Vinarliga boða frá á telefon 255327 áðrenn 06. februar. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Ansa Mortensen Mob : 255327 Føðingardagur Eg bjóði familju, verfamilju, vinum og kenningum í 65 ára føðingardag. Føðingardagurin verður hildin á Hotel Bakkanum leygardagin 8. februar 2020, og verður tað vælkomst frá kl. 12 til kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomnin. 70 ár Nú eg fylli 70 ár 5. marts, hevði tað glett meg at sæð familju , vinir, og kenningar at halda hendan dagin saman við mær. Føðingardagurin verður hildin 7. marts á Seglloftinum frá kl 17. Vinarliga boða frá innan 2. marts á telefon 280633/281633 ella skriva til solgut@olivant.fo. Verði hjartaliga vælkomin. Vinarliga Sólrun Guttesen Brúdleyp Vit giftast 21. mars. Dagin vilja vit halda saman við familju, vinum og kenningum í Eydnuni á Oyrarbakka kl. 19. Vinarliga ring ella skriva á tlf.nr. 265269 innan 1. mars, um tit ynskja at gleðast saman við okkum. Dorthea og Eljón ARBEIÐI BHC Smíð timbur & snikkaratænasta Hava tygum brúk fyri húsasmiðum, ella múrarum? Vit fáast við alt timburarbeiði, uttan sum innan, eisini kunnu vit bjóða okkum framm til ymiskt múraraarbeiði. Hevur hetta tygara áhuga, ja so royn okkum, ring tlf.218991 og vit kunnu práta um tygara tørv 218991 BÝLI Í FØROYUM Íbúð ynskist Húsini vit búgva í eru seld so dótttir mín og eg leita eftir íbúð í Tórshavn sum skjótast, havi fast arbeiði og gjaldi til tíðina. 510654 Íbúð ynskist í Tórshavn Eg og sonur mín (3 ár) sóknast eftir íbúð í Tórshavn. Eg havi fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur, royki ikki, fari væl um og gjaldi til tíðina. 253447 FUNDIR Aðalfundur í Felagnum fyri Lesi og Skriviveik verður, sambært viðtøkunum, í Tróndargøtu 40, Tórshavn, hósdagin 20. februar 2020 kl.17.00 Dansistovugaman Aðalfundur felagsins verður sunnukvøldið 9. febr. í steðginum uml. kl. 19.00. Skrá samb. lógum felagsins. Nevndin MATUR Røst ærskrov til sølu Røst ærskrov til sølu, 70kr/kg 215213 YMISKT Vit sóknast eftur at keypa Listaverk av Ruth Smith. Janus Kamban Elinborg Lützen Sendi boð ella myndir til : vlb@vlb.fo Góður prísur verður givin fyri rætta verkið Tel. 213536 LÝSINGARTORG Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn fyrst og fremst www.in.fo