Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020 SOSIALURIN 10 27 Komandi partur Í komandi parti greiðir Kristian frá, tá ið katolikarnir bjóðaðu sær til at reka sjúkrahúsið á Tvøroyri, og tá ið hann fór upp í politikk. færøske Flag Tages ned , vil jeg kaldes Mængden. ”Det er en stor Stund under Færøflaget,” siger en anden af Talerne. ”Ned med det og ned med dig”, siger en anden Stemme. ”Nu staar vi paa egen Grund”, siges der fra Talerstolen. ”I Vandet med ham,” raabes der. Det hele var et Kaos, Færøerne aldrig har set Mage til Dannebrog niðurskorið Tað var dagin eftir, tá tingmenn komu úr Tinganesi og kirkjuni í tingið, at Páll í Kirkjubø skar danska flaggið niður á ting­hús­ in­um. Hetta skapti aftur ruðuleika, og tað ikki bara sambandsfólk men eisini hóglig sjálvstýrisfólk, sum vóru illa við. Dagin eftir var ein yvirlýsing nærum einmælt samtykt í ting­ in­um við fordøming av tí, sum var hent og við kravi um eina kann­ing av hesi hending og um rættarsókn móti teimum seku. Teir fingu eina bót. Eg var sjálvur til staðar og kann vátta, at at hýrurin á hátíð­ ar­haldinum var full­komi­liga oyðilagdur. Vitjan av flogfari Eins og undanfarin ár vitjaði týski flogskiparin von Gronau á Tvøroyri í 1929. Hann var á veg til Íslands, Grønlands og Am­er­ika. Men hann hevði hildið hesa lang­ fara­flúgving dulda, so hvørki fjøl­ miðl­ar ella onnur visti um ferðina fyrr enn von Gronau var komin til New York. Á hesum vitjanum skipaði týski konsulin, Richard Thomsen, fyri teimum veitsluhaldum, sum vóru í hesum sambandi. Von Gronau var ein ógvuliga fyri­komandi maður, og tað var einki stóraktugt við honum. Hann var ógvuliga væl umtóktur á Tvør­oyri. Hann kundi als ikki set­ ast í samband við tað, sum nas­ ist­arnir stóðu fyri. Tað hoyrd­ist heldur ikki nógv frá honum, eft­ir at Hitler var komin til valdið nøk­ ur ár seinni. Stauning var eitt arbeiðsjarn Í september 1930 kom danski for­ sætisráðharrin Thorvald Staun­ ing á vitjan við sjóverjuskipinum Hvidbjørnen. Hann hevði beint tá verið í Grønlandi at kanna viðurskiftini har. Stauning nýtti høvið til at hyggja at býnum og Ísvirkinum, nýggja og framkomna fiska­virk­ in­um á Tvøroyri. Hann gleddist um ta fram­ gongd, sum hevði verið, síðan hann seinast vitjaði, eisini við ný­gerð av veganeti og ravmagni. Um kvøldið bjóðaði for­sætis­ ráð­harrin til móttøku umborð á Hvid­bjørnen. Við hetta høvið gav Stauning mær eisini nøkur vinarlig orð sum for­maður fyri kommunustýrið, og eg svaraði í stuttari røðu. Hetta hevur Stauning eisini umrøtt í bók, hann skrivaði um ferðina. Eg var eina aðru ferð gestur hjá Stauning, tá ið hann var á ferð við vitaskipinum Argus. Móttøkan var hjá amtmanninum. Stauning var vertur, og døgurðin var fram­ úr, og vit hildu á út á morgni. Eg skuldi til Tvøroyar kl. 6 tann morgunin við Argus saman við Stauning, so eg fór nokk so tíðliga til hús. Stauning var í frálíkum hýri og var millum tey seinastu sum fóru av veitsluni. Hann búði umborð á Argus. Tá ið eg eitt sindur áðrenn kl. 6 møtti umborð á Argus, roknaði eg við, at Stauning fór at nýta ferðina suð­ ur til at fáa sær ein blund. Men tá sat hann longu við ar­ beiðsborðið, og dikteraði til skriv­ ar­an embætisbrøv, sum høvdu skund. Hesum var eg ovfarin av. Hetta váttaði tað, sum eg hevði hoyrt, at Stauning kundi drekka nógv, stundum ov nógv. Men hann var eitt arbeiðsjarn, og hjá hon­um lá einki á láni. Stauning vildi sjálvsagt fegin síggja Ísvirkið. Hetta var jú ein ar­beið­arafyritøka, sum P.M. Dam hevði stríðst fyri hjálptur av Staun­ing. Men tað var longu tá greitt fyri tey, sum vistu beskeð, at Ísvirkið var komið í stórar trupulleikar. Men tað vóru sjálvsagt ”glúpskir kapit­alistar”, sum høvdu skuldina av hesum! Petur M. Dam hevði farloyvi frá sínum lærarastarvi í eitt heilt ár fyri at rætta uppá støðuna, men tað hjálpti einki. Samstundis sum Ísvirkið varð bygt, blivu bygdir 9 bátar, sum skuldu avreiða til virkið. Umframt varð bygt eitt flutningsskip við køli­last, ið skuldi flyta lidnu vør­ una á marknaðin. Hetta skip fekk navnið Stauning. Tað var ein ser­ liga stórur dagur hjá P.M. Dam, tá ið skipið Stauning á fyrsta sinni kom á Tvøroyri. Hann var við sum ferðamaður. Tá ið skipið legði at, fór Dam upp á stýrihúsið og stóð har so bringubrattur, so kammeratarni á keiuni ikki skuldu vera í iva um, hvør ið var mað­ur­in aftanfyri alt hetta. Stauning fekk tó eina vána lagnu. Hann varð saman við hin­um bátunum seinni seldur á tvingsils­sølu. Ein orsøk fyri, at tað gekk so illa var, at ikki allir, sum fingu hesar bátar undir hond vóru skikkaðir til hetta. Úrslitið var har eftir. Leiðsl­an á landi hevur heldur ikki kunnað røkt sínar uppgávur. Bát­ arnir vóru fínir, og úrslitið kundi verið nógv annarleiðis, um tað var rætt skipað. Ein orsøk til gongina segðist at vera, at marknaðurin sveik fyri júst hesa framleiðslu. Hvussu tað var við hesum veit eg ikki. Men eg royndi onkuntíð fiskin, tá ið hann var virkaður, hann var frystur í salt­laka. Eg helt, at fiskurin var kanska eitt sindur fastur, men hann smakk­aði eins væl og feskur fisk­ur. Tað er væl einki at ivast í, at hug­skotið við Ísvirkinum var gott, men tað skuldi verið skipað ann­arleiðis. Eftir at Ísvirkið var farið á húsa­gang, yvirtók havnin á Tvør­ oyri fyri ein bíligan penga tað, sum ikki kundi flytast. Tí bet­ur var so mikið eftir, at sjálvt virkið kundi halda áfram. Herluf Thom­ sen leigaði virkið og rak tað í fleiri ár so dugnaliga, at tað bar seg og fekk útvegað virkinum eina nýggja eginogn. Tá komu Petur Mohr Dam og hans­ara menn at taka við aftur. Men tað vísti seg, at aftur var fíggj­arliga grundarlagið ov veikt, so virksemið steðgaði enn eina ferð. Aftur vóru tað ”hini”, sum høvdu skuldina. [Tað skal skoytast upp í, at Jóannes Dalsgaard hevur í bók síni Fylking greitt frá, at um­støð­ ur­nar hjá Ísvirkinum gjørdust sera truplar, bæði við fiskiskapi og marknaði, og hetta hevði samb. Jóannesi avgerandi týdning fyri, at tað gekk so illa í hond. Tað er eis­ini ein partur av søguni]. Myndirnar av Stauning og “Stauning” eru úr hesi bók Von Gronau og hansara flogfar Stauning saman við Thomas Michel Strøm, formaður í Fylking, tá ið m/s Th. Stauning fór royndartúr. “Th. Stauning” var partur av eini glasiligari ætlan, men tað var skjótt, at hon kollsigldi.