Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020 SOSIALURIN 10 26 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 34. partur K ristian var ein av okk­ ara fremstu pol­it­ik­ arum. Hann kom á ting í 1932, og hann var tingmaður fram til 1970, tó und­ antikið árini 1962-1966. Hann var løgmaður og lands­stýris­maður í fleiri skeið, tilsamans í eini 18 ár, sum er longri enn hjá nøkrum øðrum. Í bók síni Latið ei søguna doyggja skrivar Óli Breckmann m.a. um Kristian: ”Hann var fram­ søkin, sjálvhátíðarligur og dugdi kynstrið at føra seg fram við tign og myndugleika. Hann var formliga ruddiligur og rættur í sínum tingarbeiði. Sakligur og jarðbundin uttan háfloygdar hugsjónir. Hann gjørdist skjótt sterkur maður millum teir ungu í flokkinum. Skilti væl ávirkan og vald og søkti semjur við teir, ið vildu samstarva. Kristian var við í løgtings­ nevndini, ið samráddist við danir um heimastýrislógina. Hon var neyvan komin uttan Kristian. Aftaná løgtingsvalið í 1950 var Kristian avgerandi fyri teirri samgongu, sum tá kom mill­um Sambandsflokkin og Fólka­flokk­ in, tann politiska mótpolin síðan 1940.” Óli skrivar eisini, at var tað nakar, sum hevði ein sætta sans fyri valdi, so var tað Kristian Djur­ huus. Tað eru 50 ár síðani Kristian fór úr politikki og 36 ár síðani hann doyði. Tí eru tað færri og færri, sum minnast hann. Men Kristian verður ikki gloymd­ur. Eftir hann liggja meira enn 2.000 maskinskrivaðar síður av end­urminningum. Hetta er ikki hissini tilfar, sum sigur nakað um mannin, hvussu neyvur hann hevur verið. M.a. grundað á hetta tilfar varð í 2011 farið undir eina greinarøð um Kristian Djurhuus. Umframt hetta tilfar var eisini samrøða við son hansara, Eiler, sum var sýslu­maður í Suðuroy í mong ár. Eisini var søgan hjá Margrethu, konu Kristian, partur í hesi røð. Hetta gjørdist í fleiri umførum til 33 partar. Nú verður hildið fram við hesi frásøgn í sambandi við 125 ára dagin. Tilfarið, sum er tikið við, er av­markað til tað, sum hevur al­ mennan áhuga. Í summum førum er talan um ein samandrátt. Ættaður úr Ólastovu Her skal fyrst gerast ein lítil sam­andráttur av tí, sum hevur verið í fyrru pørtunum. Kristian var ættaður úr Ólastovu í Havn. Hetta er varðveitta húsið undir liðini á Betri Trygging niðri á Kongabrúnni. Kristian greiðir áhugavert frá sínum barndómi í Havn, og øll hansara søga er eisini partur av Havnar søgu. Kristian kom fyrst at arbeiða á posthúsinum og síðan hjá sorin­ skriv­aranum. Eitt av hansara tungu ørindum var í 1919, tá ið hann varð sendur út í Hest at ugga tey, sum høvdu mist síni á stóra skaða­degnum, tá ið tveir bátar gingu burtur við 11 monnum. Í 1920 fekk hann starv sum sýslu­maður í Suðuroy, tá ið hann skuldi avloysa gamla sam­bands­ høvdingin, Oliver Effersøe. Tá var Kristian bara 25 ára gamal, og Oliver gjørdist í øðini um, at ein slíkur ”grønskollingur” skuldi avloysa hann. Hann gjørdi einki fyri at hjálpa honum í starvinum, tað var heldur tvørtur ímóti. Annars hava verið nógvar áhugaverdar greinir úr Suðuroy. Ein stuttlig søga var um, tá ið kirkj­an í Hovi varð vígd. Presturin Gullak Jacobsen bað kirkjuvertin um at seta sær eina fløsku inn í sakristiið. Hana skuldi hann brúka at pissa í aftaná taluna. Hes­um kundi hann fáa tørv á. Men her var onkur misskiljing, tí tá ið hann fer eftir fløskuni var hon full - av brennivíni! Eisini greiðir hann frá, hvussu granna­stevnur í Sumba í goml­um døgum vórðu avgjørdar við glím­ ing. Eisini er søgan um vanlukk­ una í Stóru Dímun í 1924, tá ið bónd­in, Óla Jákup, fekk ein stein í høvdið og doyði. Kristian stóð beint við og kundi eins væl verið raktur. Ein søga var um politistin, Stóra Martin, sum hevði tikið ein mann, sum skuldi fyri dómara í Havn innan 24 tímar. Teir sluppu norður eftir við einum útróðr­ar­ báti, sum skuldi seta teir í land á Vel­bastað. Har var ikki lendandi, so teir máttu halda fram til Norðra­dals, har tað heldur ikki var lend­andi. Martin mátti tískil vassa í land við brotsmanninum á bak­in­um, hann vildi ikki gera seg vát­an. Og so til gongu til Havnar, har teir komu júst innan 24 tíma freist­ina. Tann seinasti parturin tann 14. november 2014 var um, tá ið Kristi­an kom upp í komm­unu­ pol­itikk í 1926. Tá varð hann vald­ur inn í kommunustýrið og á skip­andi fundinum varð hann for­maður. Hann hevði annars bjóða Pet­ ur Mohr Dam valsamgongu, men hetta vildi hann ikki, um hann ikki bleiv formaður. Nú verður so hildið fram, og eitt evni er flagggølan í 1930, tá ið danska flaggið á ting­hús­in­um varð skorið niður. Tað er nógv skrivað um hetta, men Kristi­an lýsir málið, soleiðis sum hann upp­livdi tað sum sam­bands­mað­ ur. Kongsvitjan og flagggøla Seint í juni í 1930 var aftur kongs­ vitjan í Føroyum. Kongshjúnini komu við orlogsskipinum, Niels Juel. Vitjanin byrjaði hesa ferð í Fuglafirði. Úr Fuglafirði fór fylgið til Havnar, har tey vóru í ein­ar tríggjar dagar, tá ið vitjanin endaði. Hans Andreas Djurhuus og Georg Lindenskov Samuelsen skrivaðu yrkingar til heiðurs fyri tey kongaligu. Hesar komu í Dimmalætting 25.juni 1930, har talurnar fyri kongshjúnini eisini vórðu prentaðar. Ísland hevði hildið 1.000 ára hald fyri stovnanina av Alting­ in­um, og Edward Mitens hevði um­boðað løgtingið í hesum sam­ bandi. Um ólavsøkutíðina skuldi eitt líknandi hátíðarhald vera fyri løgtingið, og her var gjørd ein stór veitsluskrá. Jóannes Patursson hevði dagin undan skipað fyri fólkafundi. Her var lagt upp til mót­mæli móti Dannebrog til fyrmuns fyri føroyska Merkinum. Í hesum sambandi skrivaði Dimma­lætting: ”Efter at mødet var endt, drog en Flok opildnede Selvstyremænd igennem Byen med det færøske Flag i Spidsen. Kursen blev sat mod Lagtingsformands Mitens Bolig, og Flokken, der efterhaanden voksede ved Tilslutning af Nys­ gerrige, standsede udenfor hos Lagtingsformanden og dem­ onstrerede kraftigt, men Lag­ tings­formanden viste sig ikke. Han var nemlig ikke til stede. Stemn­ingen blev mere og mere ophidset, og Skaren drog der­eft­er til Lagtingsbygningen, hvor Færø­ flaget ved Midnatstid blev hejst, og der blev holdt møde med hade­ fulde taler mod Danmark. Paa et tidspunkt blev endda det ”færøske Rige” proklameret. Der manglede ikke paa orientalsk varmblodige Tilraab fra Mængden. ”Hvis det Tann 12. februar eru 125 ár síðani Kristian Djurhuus varð borin í heim. Hann hevur verið ein av okkara fremstu politikarum. Í hesum sambandi halda vit áfram við hansara søgu. SIÐSØGA Kristian Djurhuus – 125 ár Kristian Djurhuus hevur eina drúgva og áhugaverda søgu. Dannebrog er skorið niður.