hósdagur 23. januar 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
25
Skjótt byrjar várróðurin
Vártíðin er ring
tíð á árinum
til veður, og
snellubátarnir
eru lutfalsliga
smáir. Teir, sum
gera burtur úr
við snellu, siga,
at tú viðhvørt
noyðist at
leggja eitt
sindur fyri, og
tú noyðist eisini
at liggja klárur,
tá løturar eru
VILMUND JACOBSEN
U
m einar tríggjar vikur
ella so er væntandi,
at teir fyrstu bátarnir
fara at royna seg við
snellu norðan fyri og vestanfyri.
Vanligt er, at snellufiskiskapurin
byrjar í seinnu hálvu av februar og
varar til nakað út í apríl.
Teir fyrstu, sum royndu seg við
snellu norðan fyri í fjør, byrjaðu
tíðliga, og fyrstu tíðina varð bæði
nógvur og góður fiskur at fáa stutt
úr landi. Tá tað leið nakað út, fekst
fiskur longur úti á sjónum.
Tað sermerkta í fjør var, at tað
ikki bara vóru bátar við snellu,
sum fingu fisk norðan fyri í vár
tíðini. Tað fingu útróðrarbátar við
línu eisini, og tað er ikki so vanligt,
siga menn, sum vita um útróður
at siga.
Ikki bara norðanfyri
Eitt annað, sum sermerkti tíðina
í fjør vár, var, at fiskiskapurin í
vártíðini var minst líka so góður
vestan fyri og syðri á havinum
sum norðanfyri.
Bátar bæði úr Vágum, Sand
oynni og norðara parti av Suður
oynni fingu minst líka so nógv av
snellufiski á sínum leiðum sum
bátar, ið royndu norðan fyri í vár
tíðini.
Tá hugt verður eftir teimum
størstu snelludøgunum í fjør vár,
eru hesir ivaleyst at síggja hjá
monnum, sum fóru úr Vágum,
Sandoynni og norðara parti av
Suðuroynni.
Snellufiskurin, sum fæst ta
fyrstu tíðina av vertíðini, verður
ofta róptur torrafiskur og síðan, tá
tað líður nakað út á várið, verður
sagt, at hetta er gýtingarfiskur.
Torrafiskur er toskur ella hýsa
- veidd í torra - og sagt verður, at
hetta er feitur fiskur, bæði til livur
og kropp.
Blandað fiskastødd
Gjarna er várfiskurin stórur, men
hinvegin dámar útróðrarmonnum
eisini væl, tá fiskurin er blandaður
í stødd, og soleiðis var eisini í vár
róðrinum norðan fyri í fjør, tá
menn fingu fisk - heilt úr góðum
5’arum og upp í stórar 1’arar.
Soleiðis, sum menn siga frá,
var snellufiskurin, sum
varð veiddur vestan fyri,
minst líka so stórur sum
fiskurin norðanfyri.
Alt eftir, hvussu tað
viðrar í vártíðini, plaga
menn, sum liggja framvið,
at fáa einar 17-20 dagar
við snellu.
Hetta er ring tíð á ár
inum til veður og teir,
sum gera burtur úr við
snellu, siga, at tú noyðist
viðhvørt at leggja eitt
sindur fyri, og tú noyðist
eisini at liggja klárur, tá
løturar eru.
Eitt, sum órógvar útróðrar
menn, nú útróðrarfiskur aftur er
at fáa, er vandin fyri, at dagarnir í
bólki 5A og 5B kunnu gerast uppi,
áðrenn 2020 verður gamalt.
Í undanfarna ári var hetta ein
trupulleiki, serliga hjá útróðrar
bátum í bólki 5B.
SANDOYGGIN SKAL HAVA FLEIRI LØÐISTØÐIR
Í vikuni hava fólk hjá SEV
verið í Sandoynni og hugt
eftir, hvar nýggjar løðistøðir
skulu setast upp í oynni
VILMUND JACOBSEN
E
in løðistøð er á Sandi,
men neyðugt er við
nøkrum løðistøðum
aftrat.
Í nýggja sáttmálanum, sum
Strandfaraskip Landsins og
Bygdaleiðir hava undirskrivað
við veitaran í Sandoynni, er ein
el-bussur við í avtaluni.
Hetta verður sostatt fyrsti
el-bussur, sum kemur at røkja
koyring fyri Bygdaleiðir í Før
oyum.
Men, ein el-bussur krevur, at
løðistøðir eru, og tað er í hesum
sambandi, at SEV nú hevur verið
í Sandoynni og hugt eftir, hvørjir
møguleikar eru.
Sum er, er bara onkur ein
stakur el-bilur í Sandoynni.
Útróðrarbátar í Sandoynni gjørdu nógvar góðar túrar í fjør vár. Hesin túrurin,
sum var ein av teimum frægu, varð gjørdur í seinnu hálvu av februar