Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020 SOSIALURIN 10 24 VILMUND JACOBSEN H ósdagin var nógv fund­ar­virksemi í samband við Skansa­ bryggjuna, men sum skilst á vælvitandi keldum, sum standa Tórshavnar býráði nær, er tryggingarspurningurin enn ikki komin endaliga upp á pláss. Tað var hann so ikki, áðrenn alt fundarvirksemið, sum var um hetta mál í gjár. Sambært avtaluni millum entre­pren­ørfelagið, J&K Peter­ sen og Tórshavnar kommunu, skuldi tann parturin av at­løgu­ bryggjuni, sum er eystursíðan á gamla mola, latast kommununi í seinnu hálvu av oktober í fjør. Eystursíðan av gamla mola hevur fingið bryggjukant, og tað er henda bryggjan, sum skuldi handast í oktober. Men, handan­in varð útsett, tá tað gjørdist greitt, at akkersbóltar eru slitnaðir. Soleiðis er eisini av­hend­ing­ in av restini av stóru byggi­verk­ ætlanini, sum skuldi verða hin 15. mai í ár, útsett. Slitnaðir akkersbóltar Øll tíðarætlanin broyttist í heyst, tá tað vísti seg, at 12 av umleið 200 akkersboltum, sum skulu halda nýggju atløgubryggjuni upp á pláss, eru slitnaðir. Boltarnir eru festir í akker, sum skulu tryggja, at bryggju­ kanturin ikki skrædnar úr landi. Jónsvein Lamhauge, havna­ meist­ari hjá Tórshavnar havn, hevur áður sagt, at tað ikki er púr­asta greitt, hvør orsøkin er til, at boltarnir eru slitnaðir. Hann hevur víst á, at talan eitt nú kann vera um, at boltarnir ikki hava fest seg, men hann hevur ikki kunnað sagt við vissu, at tað er orsøkin. Entreprenørur og tey, sum hava projekterað, hava kannað hesi viðurskifti fyri at finna fram til, hvussu rættast kann upp á tað, sum er farið. Havnarmeistarin hevur eisini víst á, at tá nýggi bryggju­kant­ urin er á eystursíðuni av gamla mola, hevur hesin botnurin verið brúktur áður, sum hann tekur til. - Tí er botnurin her ikki vorðin kann­aður, eins og botnurin kring um stóru havnaútbyggingina hevur verið tað. Jónsvein Lamhauge hevur eisini víst á, at ein arbeiðs­tøku­ trygg­ing – ella enter­prisu­trygg­ ing - tekur við í slíkum føri, tí tað er tryggingin, sum eftir hansara tykki eigur at gjalda fyri ein slíkan skaða. - Men, tíð er eisini pengar, leggur havnarmeistarin aftrat. Ikki endaliga loyst Um dagarnar frættist, at trygg­ ingar­spurningurin er loystur, men sambært samrøðum, sum Sosialurin hevur havt í dag við nærstandandi partar í málinum, eru enn ikki allar súður syftar. Tórshavnar havn og Betri Trygging hava arbeitt við loysn­ um, og sum skilst er onkur loysn fyri stavn. Sosialurin skilir eisini, at Betri Trygging hevur endurtryggjað arbeiðið upp á Tórshavnar havn aðrastaðni, soleiðis at føroyski trygg­ingarveitarin bert hongur upp á ein lutfalsliga lítlan part av skaðakostnaðinum. - Eg veit, at tað er ein dýr trygging teknað í samband við hesa stóru byggiverkætlan, men tað vísir seg ofta, at roynt verður at skákað sær sum best, sigur kelda, sum stendur Tórshavnar kommunu nær. Tey, sum vara av Tórshavnar havn og Tórshavnar kommunu, halda tað vera løgið, um skatt­ gjaldarin kemur at hanga upp á tað, sum er hent. Sosialurin royndi allan fyrrapartin hósdagin at fáa orð á havnarmeistaran, Jónsvein Lamhauge og stjóran í J&K Petersen, Stein Olv Petersen, men tað eydnaðist ikki. Nógv dregur út Bogi Andreasen, formaður í vinnu­nevndini hjá Tórshavnar kom­munu, sigur seg vóna, at málið skjótt verður loyst, soleiðis at ein nýggj tíðarætlan kann leggjast fyri, nær nýggja havna­lagið kann fáast liðugt og av­hendast. - Vit eru trýst, tí vit hava lovað at levera eina havn. Eimskip kem­ur við nýggjum skipum, sum stinga djúpt og kunnu ikki leggja at innan fyri molan, og Smyril Line og Faroe Ship skulu byggja út. Alt hetta verður nú for­skotið, sigur formaðurin í vinnu­nevndini hjá Tórshavnar kommunu. Meira til grót Tað var í 2016, at Tórshavnar býráð samtykti at játta 465 miljónir krónur til víðkan av Skansa­bryggjuni og til eystara havna­økið, men samlaða verk­ ætlanin verður nakað dýrari enn tað, harav parturin hjá J&K Peter­sen sambært verður 413 miljón­ir krónur. Ymiskar orsøkir eru til, at kost­naðarætlanin ikki hevur hildið til fulnar, og ein av orsøk­unum er, at grótið, sum er sprongt á Glyvursnesi og er ført heim í grótbátum, er sokkið nakað í bleyta botninum. Tískil eru út við 10 miljónir krón­ur meira enn ætlað brúktar til grót. Nú trupulleikar í heyst so eisini tóku seg upp við akkers­ bolt­unum, hevur hesin parturin av arbeiðnum at kalla ligið stillur, meðan bíðað hevur verið eftir kanningum, og hvør skal bera kostnaðin av hesum. BER ELLA BRESTUR UM SKANSABRYGGJUNA - Vit eru trýst, tí vit hava lovað at levera eina havn. Eimskip kemur við nýggjum skipum, sum stinga djúpt og kunnu ikki leggja at innan fyri molan, og Smyril Line og Faroe Ship skulu byggja út. Alt hetta verður nú forskotið, sigur formaðurin í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu, Bogi Andreasen Mangt bendir á, at tryggingarspurningurin í samband við útbygging av Tórshavnar havn nú nærkast einari loysn - men enn er málið ikki loyst