Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020 SOSIALURIN 10 23 Johnson dey­ð­ur Gjáranáttina doyði fyrr­ver­ andi amerikanski forsetin, Lynd­on B. Johnson. Hann var stadd­ur í heimi sínum í Tex­a­s, tá hann brádliga fall um. Fyrr­verandi forsetin varð flutt­ur við flogfari til sjúkrahús í San Antonio, men doyði á vegnum hag­ ar. Lyndon B. Johnson, sum var am­er­ik­anskur forseti frá 1963-68, var 64 ára gam­ al. 79 politi­fólk Í yvirliti frá Fúta­skriv­stov­ uni sæst, at í 1972 vóru til­ sam­ans 79 politifólk í Før­ oy­um, harav 7 vóru sýsl­u­menn. 33 løg­reglu­ menn og 13 eyk­a­løg­regl­u­ menn, 19 løgreglu- og 4 eyk­ a­løg­r­egl­u­menn í Havn og 14 løg­reglu- og 9 eyka­løg­ regl­u­menn í sýslunum. Um­framt hesar løg­regl­u­ menn­i­nar vóru 4 hand­tøk­ u­løg­regl­u­menn, verður sagt í yv­i­r­lit­i­num. Herverk í ­Við­arl­undini Um vikuskiftið varð gjørt her­verk uppi í Við­ar­lu­nd­ in­i í­ Havn. Her­verks­menn­i­ nir høvdu, tá um­sjón­ar­ fólk­ini komu til a­r­beið­is­ mána­morg­un­in, brot­ið inn í skúr­i­ð hjá umsjónar­fólk­u­ num, og sagað við eini mask­in­sag niður í gólvið. Utt­an­fyri høvdu her­verks­ menn­i­nir m. a. sagað eitt stórt træ av við mask­in­sag­ ini. Træið, ið varð felt, var eitt hitt helsta í Við­ar­lund­ ini. Syrgilig náttúru­ vanlukka í Íslandi Afturhvarv úr SOSIALINNUM 1973 Sosialurin 23. januar 1973: Næstan alt fólkið í Vestmannaoyggjum er flutt burtur, eftir at gosfjallið Helgafelli er farið at goysa – í gjárkvøldið vóru eini 300 mans eftir S osialurin skrivaði so­leið­ is 23. jan­uar í 1973: Um 11-tíðinda mána­ kvøld­ið vóru fólk í Vest­ manna­oyggj­u­num varug við ein minni jarð­skjálvta. Um 1-tíðína boð­aði Vest­mann­a­eyar Radio frá, at gos­fjallið Helgafelli var farið at goysa illa og heitti á skip um at koma til hjálp­ar við at flyta fólk­ið av oynni Heimaey, ið er ein­asta oygg­in, har ið fólk býr. Øskurokið frá gosfjallinum stóð ein­ar fimm­hundr­að metr­ar upp í loft, og grótbræðing rann om­an eftir síðuni á gos­fjall­i­num, tó so­leiðis, at einki kom oman í bygd­i­na. Veðrið var gott, tá ið Helgafelli fór at goysa, men menn vóru bangn­ir fyri, at hann fór at skifta ætt og elva til, at grótbræðingin rann oman yvir bygdina og fór at tippa havnina. So skjótt sum fólk vóru varug við gosið, var farið undir at vekja fólk og fáa tey oman í havnina til tess at fáa tey flutt burtur við skip­um og bátum. Nærum allur út­róðr­ar­flot­in hjá Vestmanna­ oy­ing­um og onnur skip sigldu í alla gjár­a­náttina yvir til Þór­leifs­ havn­ar við fólkunum. Ferðin til Þór­leifs­havnar tekur o. u. fýra tím­ar úr Vestmannaeyjum. Sjúk og gomul eru flutt loft­ veg­is til Reykjavíkar, hóast at nak­að av grótbræðing rann om­ an ímóti flogvøllinum. Seinast vit frættu vóru øll kom­in yvir á meginlandið, uttan ein­ir tvey-tríhundrað mans, teirra millum politisar, starvsfólk á flog­vøllinum og starvfólk á fryst­i­virk­inum. Ein 1.600 metrar long sprunga er kom­in í oynna. Hildið var, at oygg­in fór at klovna í tvey. Danski geologurin og pro­fess­ ar­in N. Nygaard heldur ikki, at Heim­a­ey fer at søkka, men tað er ein ó­greiður spurningur, nær ið gos­ið fer at halda uppat. Helgafelli hevur ikki goyst í søgu­ligari tíð, men geologar halda, at tað munnu vera eini fýra- til sekstúsund ár síðani, at Helga­felli goysti seinast. Sagt verður úr Íslandi, at fólk­ ið í Vestmannaoyggjunum tók støð­una sinniliga, og ongin er kom­in til skaða. Av tí at havnin í Þórleifshøfn er lítili, máttu bátarnir við teim­ um flýggjandi skiftast um at leggja at landi, har allir bý­buss­ ar­nir í Reykjavík og aðrir bílar stóðu til reiðar ta flyta fólkið til Reykj­a­víkar. Á sjúkrahúsinum í Reykjavík var gjørt pláss fyri teimum um­ leið 60 sjúklingunum, sum lógu á Vest­mann­a­eyjar Sjúkrahúsi. Í Reykjavík fingu Vest­manna­ oy­ing­ar fleiri skúlar til at vera í, men nú eru tey fleistu farin út til vin­fólk og familju. Lyndon B. Johnson, fyrrverandi forseti í USA Fyri júst 47 árum síðani máttu fólk í Vestmannaoyggjum í Íslandi rýma av oynni undan eldgosi Nú hevur Vágur fingið býarheiti S osialurin skrivaði so­ leið­is 23. jan­uar í 1973: 1. januar í ár fekk Vágs bygd bý­arheiti, sam­stund­is sum stýr­ið fyri Vágs komm­unu, har bygd­in Nes eis­ini er umboðað, fekk heit­ið býráð. Í Vágs kommunu eru til­sam­ ans 1.700 íbúgvar, harav 1650 eru í sjálv­um Vágs býi, sigur for­mað­urin kommunurnar, Sverri Skaal­um, í viðtali við okk­um, og hann leggur aft­ur­at, at Nes er í støðugari mink­ing, hvat fólk­a­tali viðvíkur. Upp á fyrispurning, hvørjar byggi­ætl­anir kommunan hev­ ur, sig­ur Sverri Skaalum, at komm­un­an hevur í umbúnað at lata byggja eina svimjihøll, ið skal standa nærindis skúl­a­ num í býn­um, og at ein slík kem­ur at kosta um 2 milj. kr. Ætl­anin er eisini, sigur Sverri, at fara und­ir víðkan av havnini, sum er vorð­in alt ov lítil, í mun til tað stóra báta­talið, ið rør út av Vági. Fígg­ing­ar­við­ur­skift­ini í sam­bandi við eina tílíka víðk­ an eru ikki heilt greið, og ligg­ur mál­ið tí eitt sindur fjart enn, sig­ur Sverri Skaalum. Næstformaður í komm­un­ uni er Hans J. Hjelm. Hinir lim­ ir­nir eru annars Arni Bratt­a­ berg, , As­bjørn Jacobsen, Dia Poul­sen Andr­e­as Mikkelsen og Mart­in K. Ol­sen. Tvøroyri og Runavík Eins og vit skrivaðu í næst­ sein­asta blað, skal Froðbiar sók­n­ar kommunustýri taka av­ gerð sein­ast í hesum mánaði, um Tvør­oyri skal hava bý­ar­ heiti. Komm­unan hevur júst havt val av formansskapi, og varð Sverre Midjord valdur til for­mann og Poul Eli Bærndsen til næst­formann. Sagt verður úr Eysturoynni, at Run­a­víkar kommuna hevur eis­ini í umbúnað at geva Run­a­ vík bý­ar­heiti.