hósdagur 23. januar 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
22
KJAK
Kann tað loysa seg?
Jóan Pauli Poulsen
Í BREDDANUM týsdagin fóru Marita
Rasmussen úr Vinnihúsinum og Sonja
Jógvansdóttir rættiliga í hornatøkur um
spurningin at lata upp fyri meiri arbeiðsfólki
úr útlondum, nú at kalla einki arbeiðsloysi
er í landinum , alt meðan arbeiðsgevarar fáa
ikki fólk. Sum tað ljóðaði, samdist tær um,
at komandi útlendingar skuldu ikki vera
verri fyri á arbeiðsmarknaðinum enn før
oyingar, tí skuldi Marita syrgja fyri, með
an hesir seinru tó ikki fingu játtaðar tær
sømdir, sum Sonja kravdi. Men her er annað
og meir at frykta fyri, ið hvørgin bar upp
á mál.
Sjálvandi er bráðneyðugt í verandi
støðu hjá limunum í Vinnuhúsinum at fáa
arbeiðsmegi úr útlondum, tá nógv er um
at vera, og ongar tómar hendur eru. Líta vit
at tilgongdini sum heild út frá hagtølunum
fram til 2018, sæst, at tað ikki bara eru tey
arbeiðsleysu, men eisini fólk, sum vanliga
ikki hava verið arbeiðssøkjandi , ið nú teljast
millum arbeiðsvirkin. Í aldursbólkinum
15-74 ár vóru í 2018 samfull 30888 av 36522
til arbeiðis, ella sløk 85%, og tað eru 5360
fleiri til arbeiðis enn í 2011. So, hví hevur
vinnulívið eftir hetta enn meiri tørv á
arbeiðsfólki?
Svarið liggur í samfelagsbúskapinum.
Hesi gott 5000 fleiri arbeiðsfólkini hava
skapt ein framleiðsluvøkstur upp á einar
6-7 milliardir við tilhoyrandi inntøkuvøkstri
hjá húshaldum, fyritøkum, landi og komm
unum. Inntøkuvøksturin leggur seg eftir
fleiri nýtsluvørum , húsasmíði, tunnils- og
havnagerð og soleiðis uppaftur meiri ar
beiði hjá vinnulívinum at fara undir. Og
enntá er okkara búskapur opin fyri keypi av
alskyns vørum og tænastum úr útlondum,
inntil vinnulívið nú eisini vil bjóða fleiri út
lendingum at taka upp arbeiði her heima.
Leysliga kunnu vit meta, at fyri hvørjar
100 útlendingar, vinnulívið setir í arbeiði
aftrat, kann væntast ein eykatørvur á 85
arbeiðsfólk so títt og knapt nevndi inntøku
vøkstur kemur fyri seg, umframt góðar 86
mill.kr. í meirinnflutningi. Meðan tað fyri
útflutningsvinnuna meira er talan um at
halda tørn undir hesi støðugu kappingini
um arbeiðsmegina.
Hetta er dømi um, at tað sum loysir seg
vinnubúskaparliga hjá nøkrum kann verða
samfelagsbúskapinum at bága. At inn
flyta arbeiðsmegi skapar bara meiri tørv
á arbeiðsmegi (um enn avtakandi) og førir
út í eitt bygnaðarligt gjaldsjavnahall, har
bara ein eftirspurningstálmandi búskapar
politikkur loysir seg.
Fritleiv Joensen
22.03.1931 - 14.01.2020
in memoriam
Nú lot er kalt um Halgadal,
nú Fritleiv hann er farin,
í verki vignaðist hann væl,
hann sat so væl um garðin.
Hann bygdi hús og setti búgv
til leik á lívsins scenu,
tá hann við kærleika og trúgv
sær festi føgru Lenu,
Tey vóru bæði tvey sum eitt,
har forløg fylgju førdi,
og brátt við børnum væl var reitt
við ætt, sum alskur nørdi.
Ja, verkið vignaðist um vøll,
tað gróð um góðar hendur,
har Fritleiv fekst við ítriv øll
og brátt var víðakendur.
Ja, viðgitin um land várt vítt
for dygdir og for dugnað,
har hann við hegni gjørdi sítt,
sum altíð mundi muna.
Tú sást hann sjáldan binda frið
í sínum dagsins yrki,
har hann við hegni steig mong stig,
sum sýndu hansar styrki.
Har vitur hann kleiv ups og bjørg,
hann ruddi mannagøtur
um brattan stíggj, um hól og hørg,
sum styttu stravnar løtur.
Hans hugur stóð til eitt og alt
í verki og í vinnu,
har hann sær lívsleið hevði valt,
hann fermur flutti finnu.
Men lívsins talv er manni fjalt,
eitt lagnuspæl á scenu,
har finnuleik tú ei fekk valt:
tá Fritleif misti Lenu.
Hann sat í dagar og í ár,
har miss hann mundi sakna,
og tó sum tíðahjólið gár,
úr sút hann mundi vakna.
Hann leitaði á mannafund,
har vin hann átti mangan,
og vann av nýggjum lív í lund
at virka dagin langan.
Og brátt hann átti nýggjan dag,
hann flutti aftur finnu,
hann velti og fekk alt í lag,
hann fann sær nýggja kvinnu.
Í somu støðu møttust tey,
tey kendu lívsins kostir,
tí giftust tey brátt bæði tvey
og løgdu saman ástir.
-----
Nú árini tey løgdust til,
vit leygarmorgnar flutu
sum unglingar í svimjihyl,
har dýrdarstund vit nutu.
Har Fritleiv oftani var tann,
sum átti besta orðið,
tá hann á morgni stól sín fann
við morgunmatarborðið.
Til jóla helt hann gamlan sið
við kleynum av Guds náði,
og Poula, sat við hansar lið
við vøkrum kærleiksbrái.
-----
Nú ert tú farin vinur vár
um evsta lívsins liðið,
men eftir stórur varði stár:
Vár vinur hvíl í friði
pmp
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á