hósdagur 23. januar 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
21
um meg. So tí kann eg gott siga
nakrar tankar um hesi tingini.
Alt er ikki bara fjant og fjas hjá
mær. Eg eri meira enn bara ein
klovnur, sigur hann.
Bamsesovs fær í dag spurn
ingar um alt millum himmal og
jørð frá sínum nógvu fylgjarum.
Spurningarnir snúgva seg um
alt frá tvístøðum í parløgum og
vinarløgum til tankar um fót
bólt. Av tí at spurningarnir eru
dulnevndir, tora fólk eyka væl at
spyrja Bamsesovs um góð ráð.
– Eg havi upplivað ella sæð
fleiri av teimum tingunum, sum
fólk spyrja meg um, og tí riggar
tað væl at hjálpa fólki soleiðis.
Mær dámar eisini væl at tosa um
sovorðni evnir, sigur Bjørn Djur
huus, sum hugsar seg væl um, tá
hann ráðgevur.
– Eg vil ikki vera orsøkin til, at
onkur tekur eina skeiva avgerð,
soleiðis at eg til dømis oyðileggi
eitt parlag. Tí royni eg at vera
nøkunlunda neutralur og tosa
um fyrimunirnar og vansarnar
við teimum ymsu spurningun
um uttan at koma til eina greiða
niðurstøðu, sigur hann.
Var tann stilli drongurin
í skúlanum
Tá mann hyggur at vlogginum
hjá Bjørn Djurhuus, er mann ikki
í iva um, at hetta er ein fram
komin og stuttligur fýrur. Men
hesari rolluni hevur 29 ára gamli
havnarmaðurin ikki altíð verið í.
– Í fólkaskúlanum var eg tann
friðarligi og smædni persónurin,
sum var eitt sindur uttan fyri. Tá
mann fyrst kemur í ta rolluna,
so er tað ræðuliga ringt at bróta
úr rolluni aftur. Tað upplivdi eg
meginpartin av mínum tannár
ingaárum.
– Eg var altíð í bakgrundini
sum ein bakgrundskarakterur
og føldi ikki, eg kom út við, hvør
eg veruliga var. Millum míni
vinfólk fekk eg altíð at vita, at eg
var festligur, men í størri flokk
um fekk eg onkursvegna ongan
tíð útrykt meg uppá tann mátan,
sum eg vildi, minnist hann.
– Eg tordi ongantíð at vera
villur ella siga mína meining
um nakað. Eg var smæðin og
hugsaði øgiliga nógv um, hvørt
fólk hildu, at tað, eg fór at siga,
var býtt. Onkuntíð helt eg meg
kanska hava eina stuttliga joke
í høvdinum, men eg tordi ikki at
fortelja hana, tí eg var bangin
fyri, at hini ikki fóru at flenna.
– Tú skalt tora at vera tú
Men Bjørn fekk so við og við
meira sjálvsálit og kom burtur
úr hesari rolluni. Hann hevur
sjálvur eitt gott ráð, sum í
hansara føri hjálpti nógv.
– Tað er gott at koma eitt stað,
har eingin ella fá vita, hvør tú
ert, tí so fært tú ein møguleika at
vísa, hvør tú ert á nýggjum. Men
mann blívur eisini noyddur til at
taka í nakkan hjá sær sjálvum
og hugsa, at mann hevur kjansin
og so gera nakað við tað, sigur
hann.
– Eg havi eisini brúkt Bamse
sovs til at vísa aðrar síður av
mær sjálvum, sum eg ongantíð
fekk víst, tá eg gekk í skúla fyrr.
Tí vil eg við Bamsesovs gjarna
hjálpa øðrum, sum hava sama
trupulleika, og vísa, at tað ber
til at koma burtur úr tí. Eg havi
allatíð lagt meg eftir at vísa fólki,
at tú skalt tora at vera, sum tú
ert, sigur Bjørn Djurhuus.
Bamsesovs er ein partur
av persónligheitini
Er nakar munur millum Bjørn
Djurhuus og Bamsesovs?
– Bamsesovs er ein partur av
mínari persónligheit, men tað er
ikki øll persónligheitin. Onkur
hevur hug at kalla tað eina
internetpersónligheit. Mínir
floksfelagar siga til dømis, at tá
eg leggi fram á læraraskúlanum,
so er tað sum at síggja Bamse
sovs, flennir Bjørn.
– Tá eg haldi telefonini uppi
og tosi við vloggin, so er eingin,
sum avbrýtur meg, so tí kann eg
blíva við at tosa. Eg kann virka
sum ein persónur, sum kann
snakka heysin av mær. Men so
leiðis er tað ikki ordiliga.
– Føroyingar tora
ikki at vlogga
Tað er ein sannroynd, at sera fá
hava roynt seg sum vloggarar í
Føroyum, og sum einasti aktivi
vloggari í Føroyum hevur Bjørn
gjørt sær nakrar tankar um
hetta.
– Føroyingar tora ikki at
vlogga, og orsøkin til tað er iva
leyst tí, at landið er so lítið, og
at fólk í Føroyum hugsa so yvir
drivið nógv um, hvat onnur fólk
halda um seg. Mann er bangin
fyri at blíva sæddur sum løgin
ella okkurt, hugsar Bjørn Djur
huus.
– Men altso eingin sigur, at
mann skal gera so løgin video,
sum eg havi gjørt, flennir hann.
Tað kann gott blíva nokkso
einsligt at vera tann einasti
vloggarin í Føroyum, og Bjørn
vónar, at hetta broytir seg.
– Tað hevði verið stuttligt, um
tað vóru fleiri, sum vloggaðu
í Føroyum, tí so kundi mann
samstarvað við tey. Tað er altíð
stuttligari at gera video saman
við øðrum, og tað er eisini hent,
at eg havi klárað at lokkað
onkran vinmann at gera video
við mær. Eg vóni, at fleiri frá
yngra ættarliðnum fara at royna
seg sum vloggarar, sigur Bjørn
Djurhuus.
Hevði elskað at arbeitt
sum vlogging sum arbeiði
Bamsesovs er í núverandi løtu
bara ein hobby hjá Bjørn Djur
huus, sum lesur til lærara á Lær
araskúlanum. Hann hevur ikki
gjørt sær teir stóru tankarnar
um framtíðina enn.
– Eg veit ikki, hvussu nógv
ár eg fari at halda fram við at
vlogga. Men eg fari í øllum før
um at halda meg til tey stuttu
videobrotini. Av tí at eg byrjaði
í skúla síðsta summar, so má
eg raðfesta útbúgvingina, sum
merkir, at eg brúki minni tíð
uppá Bamsesovs, sigur hann.
Uttanlands er tað annars van
ligt, at vloggarar og influencarar
liva av sosialu miðlunum, tí tey
fáa pengar frá stuðlum. Sjálvur
droymir Bjørn um, at hetta rákið
verður vanligari í Føroyum.
– Eg hevði elskað, um eg hevði
kunnað havt vlogging sum
arbeiði við síðuna av skúlanum.
Eg kundi eisini gott hugsað
mær at havt eitt poddvarp, har
fokus var á ungdómin. Men so
hevði eg skulað havt tann rætta
makkaran við mær, tí tað er
nokk ikki nakað, eg hevði tímað
at havt einsamallur. Tað hevði
verið ótrúliga stuttligt, so vit fáa
at síggja, sigur Bjørn Djurhuus.
PATURE@SOSIALURIN.FO
Bamsesovs hevur ofta á eyðkenda Pokémon-hattin á, tá hann vloggar
Her tosar
Bamsesovs til
sínar fylgjarar
á Snapchat