hósdagur 23. januar 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
20
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
M
illum tey ungu
verður hann sædd
ur sum ein guru,
sum bæði hevur
humor og vísdóm. Navnið er
"Bamsesovs", og hann er helst
Føroya einasti vloggari. Á sosialu
myndamiðlunum Snapchat og
Instagram hevur hann síðan
2017 næstan dagliga lagt video
dagføringar út, har hann skemt
ar, ummælir Paradise Hotel
og dystir hjá Liverpool, tekur
álvarsmál upp og ráðgevur
sínum fylgjarum. Konseptið
hevur veruliga vunnið frama,
og sigast kann ikki annað, enn
at hetta er slóðbrótandi innan
fyri vlogging í Føroyum.
Maðurin handan Bamsesovs
er 29 ára gamli Bjørn Djurhuus úr
Havn, og vit hava hitt hann fyri
at hoyra meira um upprunan til
Bamsesovs, og hvussu tað er at
vlogga í Føroyum.
Byrjaði av tilvild
Tað var meira ella minni av
tilvild, at Bjørn endaði at vlogga
undir navninum "Bamsesovs".
Hann fann uppá navnið í
2014, tá hann gjørdi sær ein
Snapchat-brúkara, men hann
brúkti ongantíð Snapchat
ordiliga, fyrr enn í 2017. Hetta
var eitt heldur strævið ár fyri
Bjørn, sum millum annað kom
úr einum parlagi hetta árið.
Hann manglaði okkurt at
gera fyri at fáa tankarnar eitt
annað stað, og hetta riggaði
Snapchat væl til. Hann byrjaði
so spakuliga at filma, meðan
hann fortaldi skemtisøgur og
gjørdi dagføringar úr sínum
gerandisdegi.
– Vinfólk søgdu við meg, at
eg burdi gjørt meira við hetta.
Tað tók eg til mín, og so gjørdi
eg tveir "reklamufilmar" fyri
Bamsesovs, sum eg legði út á
Facebook og Instagram. Nøkur
av teimum ungu, sum eg tá
arbeiddi saman við í FK, addaðu
meg, og so útviklaði tað seg bara.
Knappliga byrjaðu fólk, sum eg
ikki kendi, at adda meg, og eg
góðkendi bara øll, minnist Bjørn
Djurhuus aftur á.
Hann hevði fatur í onkrum,
føldi hann. Tí byrjaði hann at
víðka um konseptið við at gera
stuttligar videosketsjir, og hetta
bleiv sera væl umtókt millum
fylgjararnar. Longu nakrar fáar
mánaðir seinni var tað blivið so
vilt, at fremmand fólk byrjaðu
at steðga Bjørn í býnum fyri at
taka mynd saman við "Bamse
sovs".
– Tá hugsaði eg bara, "Okey?
Er hetta veruliga so gott?", sigur
Bjørn, sum næstan ikki kann
lata vera við at flenna, tá hann
hugsar um hetta.
Alt er ikki bara tvætl
Góða móttøkan fekk Bjørn at
umhugsa at menna vloggin enn
meira, tí enn var innihaldi fyri
tað mesta bara tvætl.
– Eg hugsaði, at eg mátti gera
nøkur seriøs innsløg eisini. Tí
tók eg nøkur evni upp sum til
dømis happing, sum eg so tosaði
um. Eitt populert evni var menn
við hjartastorg, og so tosaði eg
eisini nógv um viðurskifti í
parløgum, sum fólk annars ikki
tora so væl at tosa um, greiðir
Bjørn Djurhuus frá.
– Eg eri ikki typan, sum legg
ur so nógv í, hvat fólk halda
Bamsesovs:
– EG ERI
– EG ERI
MEIRA ENN
MEIRA ENN
BARA EIN
BARA EIN
KLOVNUR
KLOVNUR
– Eg havi brúkt Bamsesovs til at vísa aðrar síður
av mær sjálvum, sum eg ongantíð fekk víst, tá eg
gekk í fólkaskúla. Í skúlanum var eg tann friðarligi
og smædni persónurin, sum var eitt sindur uttan
fyri, sigur 29 ára gamli Bjørn Djurhuus, sum er
maðurin handan populera vloggin, "Bamsesovs"
29 ára gamli Bjørn Djurhuus er maðurin handan Bamsesovs