hósdagur 23. januar 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
19
T
eitur Lassen er kendur
heima og burturi sum
tónleikari.
Hann
ferðast víða og javnan
við sínum tónleiki, og hann hevur
eisini latið fleiri tónleikaútgávur
frá sær uttanlands. Teitur skal
í mars mánaði á konsertferð
í Týsklandi, og eftir tað skal
hann hava seytjan konsertir í
Danmark – fleiri teirra eru longu
útseldar.
Um vikuskiftið fáa nøkur
ungfólk í aldrinum 14 til 24 ár
møguleikan at fara á filmsskeið
hjá Teiti á Velbastað.
Teitur fer at greiða frá, hvat
samband er millum film og
tónleik. Hann fer at greiða frá,
hvussu hann sigur søgur við
tónleiki og yrkingum, og hvussu
hann skipar sítt arbeiði. Eisini
fara luttakararnir at gera tónleik
til filmsbrot.
Bert seks ungfólk sleppa til
skeiðið, sum varðar fimm tímar
leygardagin.
Tað er Klippfisk, sum skipar
fyri.
Mítt vikuskifti
Hvat fert tú at gera
um vikuskiftið?
– Vikuskiftið er sjálvandi
merkt av tónleiki, men júst
hetta vikuskiftið er eitt
sindur øðrvísi, tí fríggja
kvøldið havi eg bjóðað
teimum tónleikararnum,
sum spæla saman við mær,
heim til tað, vit kalla «ROX-
jólaborðhald«. Á skránni er
góður matur, undirhald,
sum vit fyriskipa sjálvir,
og annars gott lag. Hetta er
nakað, sum vit hava gjørt í
fleri ár, og tað er ómetaliga
hugnaligt. Leygardagin
tørni eg til aftur
Hvussu er at arbeiða
nógv vikuskifti?
– Tað er ein lívsstílur at
arbeiða um vikuskiftin,
og tey hevði ikki borið
til uttan góðan stuðul
frá konu og børnum. Eg
spældi øgiliga nógv, tá eg
og konan komu saman,
men minni, tá børnini vóru
smá. Sum tey eru vaksin
til, eru spælingarnar øktar
aftur. Konan plagar at siga,
tá hon verður spurd, um
tað ikki er keðiligt, at eg
eri út hvørt vikuskifti, at
hon kennir ikki til nakað
annað. So eg eri kanska
eitt sindur sjómansligur í
so máta.
Hvønn vikuskiftsdag
dámar tær best?
Sunnudagurin er meira ró
ligur, og sum oftast skulu
vit ikki nakað ávíst. Sunnu
morgun kenni eg ikki nógv
til, tí tá sovi eg, men vit eta
ein góðan døgverða, tá eg
havi fingið eygu. Eg plagi
at verða stadion-speakari
til heimadystirnar hjá EB/
Streymi, so tað fyllir nakað,
tá kappingin koyrir. Spæl
ingar sunnukvøld sigi eg
konsekvent nei til, uttan so
at tað er nakað heilt serligt.
Um tú skuldi viðmælt
fólki at lurta eftir
einari tónleikaútgávu
um vikuskiftið, hvør
skuldi hon verið?
Eg viðmæli »Abbey Road«
hjá The Beatles frá 1969.
Tað er also ikki uttan orsøk,
at ein tónleikaútgáva
megnar at liggja nummar
1 í 1969 og so eisini í 2019 - 50
ár seinni!
Teitur hevur filmsskeið
Leygardagin hevur Teitur
Lassen filmsskeið fyri ungfólki
U
m tvær vikur hevur rock
bólkurin Týr tríggjar út
seldar konsertir saman við
Føroya Symfoniorkestri í
Norðurlandahúsinum. Nú seinastu fyri
reikingarnar verða gjørdar til hesa fram
førslur, hevur Týr skift gittarspælara.
Ungverski Attila Vörös kom upp í Týr,
tá ið Terji Skibenæs fór úr bólkinum í 2018,
men nú hava teir aftur skift upp um pláss.
Attila Vörös boðaði herfyri frá, at hann fór
úr Týr, tí hann var ikki samdur við hinar í
bólkinum um, hvørja leið bólkurin skuldi
fara.
– Eftir konsertferðina í desember tóku
vit saman við Attila avgerðina um at enda
samstarvið millum Týr og hann. Tað var
av tí orsøk, at vit ikki hava somu vónir og
ætlanir fyri framtíðina, hvørki um tón
leikastíl ella ætlanir sum heild, sigur Heri
Joensen, sangari og oddamaður í Týr.
Rockbólkurin hevur ikki fingið fastan
avloysara fyri Attila, men komandi vikur
nar skal Terji Skibenæs aftur taka sær av
gittarspælinum í Týr.
– Vit heittu á Terja um at traðka til aftur,
og hann játtaði at vera við í eina tíð. Hann
verður ikki fastur limur í Týr aftur, men
hann verður við til framførslur komandi
mánaðirnar. Fyrst í Norðurlandahúsinum
og síðan í Týsklandi, Onglandi, Australia,
Ný Sælandi, Japan, Kina og aðrastaðni. Á
komandi konsertferðini í USA og Kanada í
apríl heita vit helst á onkran gittarleikara,
sum vit kenna í USA ella Kanada, sigur
Heri Joensen.
Týr spældi sínar fyrstu tónar í Keyp
mannahavn í 1998, og føroyingar lærdu
veruliga bólkin at kenna í Prix Føroyar
tónleikakappingini í 2001, tá ið »Ormurin
Langi« varð eitt risahitt.
Síðan 2002 hevur Týr útgivið átta
plátur – tann seinasta, »Hel«, kom í fjør á
Napalm Records. Týr man vera tann før
oyski tónleikabólkurin, ið hevur selt flest
ar plátur.
Týr hevur eisini verið sera virkið við
framførslum í útlandinum og hava nógvar
spennandi uppgávur fyri framman.
Føroyingar fáa um tvær vikur høvi
at hoyra bólkin spæla sínar rocksangir
saman við Føroya Symfoniorkestri.
Ungverskur gittar
spælari er farin
úr rockbólkinum
Týr, og tí má gamal
kenningur traðka
til, nú Týr hevur
stórfingnar kon
sertir fyri framman
Týr skiftir út
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Terji Skibenæs er aftur gittarspælari í Týr, sum hevur spennandi uppgávur fyri framman
Teitur Lassen hevur
um vikuskiftið skeið
fyri ungfólki
Signar í Homrum