Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020 SOSIALURIN 10 18 Prei! Prei! SO SIGA TEY! FRAMFÝSIN JAZZUR Tvey av stóru nøvnunum innan bretskan jazztónleik spæla í Havn sunnudagin. Sak­so­fon­spælarin Tom Chal­langer og ljóm­borðs­ spæl­arin Kit Downes koma saman við norska sangara­num Ingebjørg Loe Bjørstand til Føroya at vitja. Saman eru tey ein im­pro­viserandi trio við navni­num Elt. Tónleikurin, tey spæla, byggir á hug­ skot úr norskum fólka­ tón­leiki umframt ljóð­ mynd­ir úr avantgarde tón­leika­heiminum. Kon­ sert­in verður á Reinsarí­ num í Havn sunnudagin kl. 19:30. TOSKUR NÆR LANDI Seinastu tíðina hevur nógv­ur toskur verið at fing­ið nær landi, men spurn­ing­urin er, um hetta er tekin um nógvan fisk ella um nakað heilt annað. Fríggja­kvøldið hevur fiski­ frøð­ingurin Pet­ur Stein­ grund fyri­lest­ur í Skála skúla við heiti­num »Toskur nær landi – gott ella ringt«. Eftir fyri­lesturin verður drekka­muður at fáa, og sung­ið verður. Tilfarið byrj­ar klokkan 20:00 fríggja­kvøldið. TEITUR SKOUBO JULIANSSON, REALITY-STJØRNA (KVF) VILHELM JOHANNESEN, FYRRVERANDI POLITIKARI (NORÐLÝSIÐ) TORDUR J. NICLASEN VIL HAVA FRÁFARINGARALDURIN Á ARBEIÐSMARKNAÐINUM BROYTTAN Eg rokni við, at embætismenn í Føroyum hava eisini sex her og der. Eg skilji ikki hví tað er so týdningarmikið hjá havnamonnum at bestemma, hvar ruskið skal brennast. Førleikin og ikki aldurin skal gera av, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. F ólk, sum vóru við at skipa fyri festivalinum Mítt Land á høvuðs­ staðar­leiðini í Danmark, fara nú at skipa fyri líknandi til­ taki í Esbjerg í mai mánaði. Nýggja føroyska tiltakið í Danmark hevur fingið navnið Føroya­festivalurin, og hann verður hildin dagarnar 15. og 16. mai. Fyrstu sangararnir og bólkarnir, sum skulu fram­ føra á festivalinum, eru kunn­ gjørdir. Nevnast kunnu Krist­ina Bærendsen, Signar í Homr­um, Uni Debess, Herborg, Ham­ra­ dun, Karl Martin Samuelsen, Danny & Ingi og Halleluja-Sofus. – Fólk hava spurt okkum, um vit ikki fara at skipa fyri ein­ um festivali aftur, og um hann ikki kundi verið í Jútlandi. Vit halda, at tað er upplagt við slík­um tiltaki í Esbjerg, her vit nú búgva, segði Evi Tausen við Kring­varpið. Hon og maðurin Gud­mundur Djurhuus skipa fyri Føroya­festivalinum. – Tá ið vit høvdu Mítt Land, komu nógvir føroyingar úr Jyl­ landi yvir til festivalin, og tí halda vit, at grundarlag er fyri ein­um tiltaki í Esbjerg, sigur hon. Føroyafestivalurin verður tveir dagar. Byrjað verður fríggja­kvøldið, og síðan verður hildið fram leygardag og leygar­ kvøld. Festivalurin verður hildin í Gryden, tey kalla. Tað er grønt og hugnaligt øki í Esbjerg, sum skal vera væl egnað til tiltak av hesum slagi. – Vit vilja gera eitt tiltak, sum bæði ungfólk og tilkomin kunnu koma til, og tí gera vit eina skrá, sum er til bæði ung og tilkomin oyru, sigur Evi Tausen. FØROYSKUR FESTIVALUR VERÐUR NÚ Í ESBJERG Kristina Bærendsen er ein av teimum, sum fer at framføra á Føroyafestivalinum í Esbjerg Mítt Land skiftir navn og bústað. Nú verður Føroyafestivalurin hildin í Esbjerg, og kendir føroyskir sangarar fara at luttaka