Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020 SOSIALURIN 10 17 okkum var tað púra logiskt, men fyri kommununa var tað krim­in­ elt, tí tað skuldi ígjøgnum allar møgu­ligar góðkenningar áðrenn. Tað riggaði ikki, og tað steðgaði upp, tí har vóru ov nógv krøv, í mun til hvat vit kundu liva upp til. Ein vanligur partur av bæði urtagarðs- og køksgarðsarbeiði er at gera kompost til moldina, so­leiðis at moldin er góð og ber­ur góðan ávøkst. Men tað bar held­ ur ikki til hjá býarfestarunum at kompostera á økinum. At kom­ post­era á kommunalum øki kravdi loyvi, tí komposturin dreg­ur at sær rottur, um hann er at­komu­ lig­ur. – Tað eru hesar reglurnar, sum eru galdandi fyri kommunal øki, sum vit ikki kundu liva upp til. Eg eri rættiliga vís í, at hevði tað verið onkur privatpersónur, ið átti økið, so hevði tað ikki verið nak­ ar trupulleiki. Men tá tað er ein komm­una, so er tað ov tungt at berj­ast við. – At hava eina tílíka verkætlan og eitt bureaukrati við síðuna av er nokk so torført. Kommunan hevur allar møguligar leiðreglur, sum hon skal fylgja og liva upp til. Vit koyrdu uttan pengar og gjørdu, sum best bar til, men vit kundu ikki liva upp til øll krøvini, sigur Birgith Lassen og leggur aftrat, at skuldi verkætlanin komið upp at standa aftur upp á sama máta sum áður, er neyðugt við løntum starvsfólki at taka sær av tí, tí at bureaukratiið krevur ov nógv av sjálvbodnum. Býarfesti steðgaði árið eftir Verkætlanin koyrdi bert eitt ár, áðrenn hon datt niðurfyri. Bý­ ar­festi hevði hildið til á einum øki aftan fyri Barnaheimið, men Barna­heimið flutti, og betongøkið, ið áður hevði verið køksgarður, skuldi brúkast til annað endamál. Verkætlanarleiðarar og lut­ tøku­fólk høvdu vónað, at verkætl­ an­in kundi halda fram, og tað kom tí sum ein smeitur, at verkætlanin datt niðurfyri. – Øll vóru simpulthen so kedd. Har vóru 60 fólk, ið vóru part­ur av verkætlanini, og tað gav nógv. Tað var eisini eitt sosi­alt projekt. Vit høvdu børn frá barna­heim­in­ um við, og vit gjørd­ust øll rættiliga væl. Í hesum bólkinum vóru løg­ tings­fólk, stjórar, vinnu­rek­andi, les­andi og familjur við børn­um. Upp á allar mátar var tað ein góð verk­ætlan, og øll vóru kedd, tá tað mátti takast niður. Leitað varð eftir nýggjum øki, ið hóskaði til verandi endamál, men einki stóðst burturúr. Roynt varð síðani at arbeiða við verk­ætl­ anini á annan hátt, har verk­ætl­ anin varð flutt úr býnum og út í grønt øki, har veltast kundi bein­ leið­is í moldina. – Sum í øllum øðrum verk­ætl­ anum var ein kjarni av fólki, sum vóru mest engagerað. Vit ar­beiddu eitt sindur víðari við at fáa eitt størri stykki, har vit kundu velta beinleiðis í moldina. So kundu vit taka tað eitt stig víðari, har tað kundi gera størri mun í hús­ ar­haldinum. Vit fingu eitt stykki uppi á Villingardalsvegnum, men har kom okkurt í vegin. Men vit høvdu so ætlanir um at gera Býar­ festi í eitt sindur størri skala. Amboðini fingu nýtt heim Tað var ikki ætlanin, at upp­runa­ liga verkætlanin skuldi vera tann heilt stóra keldan til grønmeti og annað í vanliga húsarhaldinum; hvør luttakandi familja fekk fýra fermetrar í part at dyrka á. Hó­ast hetta kom nógv burturúr, og verkætlanin var upp á ongan máta eitt spill av tí. – Hasir fýra fermetrarnir gjørdu ikki stóran mun í heildini, um tú hugsar um matframleiðslu. Men hatta var ætlað sum eitt eks­ peri­ment, har vit kannaðu, hvat vit kunnu fáa at vaksa. Tað kann so síðani geva íblástur til at fara heim at gera tað í tínum egna garði, um tú hevur fleiri fermetrar har. So kann tað gera mun. Tá Býarfesti varð tikið niður, varð tað, ið var eftir av amboðum, lut­um og tilfari, latið víðari til fólk, ið høvdu tørv á tí. Okkurt fór til Toftir, har fólk arbeiddu víðari við egnari verkætlan, okkurt fór til onkrar skúlar í Havn, meðan annað endaði úti í Tórsbyrgi, har tað verður brúkt enn. tuna inn í miðbýin