Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020 SOSIALURIN 10 16 Roynt varð í 2016 við sokallaðari urban gardening verkætlan í Havn. Hóast verkætlanin eydnaðist rættiliga væl, og bæði vitan og gleði stóðst burturúr fyri luttakararnar, so datt hon niðurfyri. Eftir liggur kortini vitanin, at tað letur seg væl gera at velta til egna nýtslu STEINAR PATURSSON Í 2016 fóru tvey ung, Birgith Lassen og Rólant Dam, und­ir eina verkætlan, ið skuldi flyta náttúru og matframleiðslu inn í hjartað í Havnini. Tórshavnar kommuna lat 100.000 krónur í stuðuli, og talan var í fyrstu atløgu um eina roynd­ar­verkætlan. Men hóast bæði kommuna og verkætl­an­ar­ leið­arar ynsktu, at verkætlanin helt fram, so datt hon niðurfyri. Tað grøna skuldi inn í miðbýin Hugtakið urban gardening, urta­ garðsarbeiði í býnum, hevði í nøkur ár verið rættiliga væl um­ tókt í flestu stórbýum kring okk­ um, og hetta var við til at kynda undir áhugan hjá teimum báðum at byrja líknandi átak í Føroyum. – Eg var júst flutt aftur til Før­ oyar tá. Og nógv hava hetta við at vilja taka okkurt við heim, sum tey hava sæð uttanlands. Eg søkti stuðulin við tí fyri eygað at fáa nátt­úruna meira inn í miðbýin. Eg búði í miðbýnum tá, og nógv av teimum, ið tóku lut, búðu eisini í miðbýnum, sigur Birgith Lassen. Samstundis skuldi verkætlanin virka sum ein roynd, har tey í felag kann­aðu, hvat vil vaksa og nørast í Føroyum. – Ofta er tað purrur, eplur og røt­ur, sum fólk avmarka seg til. Men tað vísir seg, at tú kanst sakt­ ans fáa fennikel, brokkoli og onn­ ur ting at vaksa. Tað, sum var mest yvir­raskandi, var blomkál. Vit høvdu øll møgulig sløg av eplum, ikki bara vanlig epli, men blá epli og lilla epli. Vit høvdu sjálvandi fleiri sløg av røtum. Og vit høvdu øgiliga nógv sløg av káli - grønkál, spísskál, reyðkál, savoykál og sinnopskál. – Vit keyptu nógv asiatisk fræ, tí tað vísir seg, at tað, sum veksur væl í Asia, veksur væl í Føroyum. Í øllum førum tað, ið veksur í kald­aru pørtunum av Asia. Kál vaks nokk best, men eisini ymisk sløg av berum. Eitt, sum var nokk so serligt, var spinathindber. Tey eru ikki so útbreidd, men tey vaksa væl í Føroyum. Brokkoli og fennikel riggaði væl eisini. Bureaukratiskir fótonglar Hóast tað tóktist at vera rættiliga líkatil hjá fyriskiparunum, so var ikki bara sum at siga tað at fremja teir tankarnar, ið lógu aftan fyri verkætlanina. Av tí at Býarfesti var á kommunalum øki, vóru treytir og krøv, ið skuldu lúkast. Ein partur av verkætlanini var at nýta lívrunnin evni í ringrás í fest­inum, soleiðis at burturkastið frá framleiðsluni varð brúkt til kom­post og høsnafóður, har skarnið frá hønunum síðani aftur varð nýtt sum tøð til betri vøkstur. Komm­unalu krøvini merktu tó, at ar­beiðið gjørdist ov nógv hjá verk­ ætl­anarfólkunum. – Fyri okkum gav tað nógva mein­ing at hava hønur, tí vit høvdu nógv burturkast, sum vit kundu geva hønunum. Síðani kundu vit brúka skarnið frá høn­ un­um sum tøð at koyra í mold­ina fyri at fáa betri grønmeti. Sam­ stundis fingu vit eisini egg. Fyri Býarfesti flutti vel TEMA: Føroyski smakkurin