Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020 SOSIALURIN 10 15 Gott at hava í huga: • Fuglar eta skaðakykt og sniglar. Færri skaðakykt, betri vøkstur • Reyðmaðkur er sera góður fyri moldina • Morsnigil etur so at siga alt, ið hann kemur framá. Klipp morsnigil í hevt og koyr hann í rusk • Ansa eftir, at ókrútið ikki tekur yvir og køvir grønmetisplanturnar • Minst til at vatna, um tað brádliga gerst turkur. Tað er ikki so óvanligt, at tað ganga tvær vikur uttan regn Tøð Hevur tú einki ella ikki nóg mikið av høsnaskarni, ber eisini til at nýta annað tilfar til taðingarevni. Saftin hjá bokashikompostinum er gott tað­ingarevni, men tað ber eisini til at taða við te, ið er gjørt av notum. Kroyst, knekka ella hakka eitt kilo av notum, legg í eina spann og fyll upp við 10 litrum av vatni. Legg okk­urt omaná noturnar, so tær liggja undir vatnskorpuni, og legg lok á spann­ina. Ongantíð betri, um hevur tú eitt luftlás ella gerrør at seta í lokið, so luft sleppur frá men ikki til. Lat standa í minst eina viku, sálda noturnar frá og blanda teið upp aftur 1:10 við vatni. So hevur tú flótandi tøð. FLOGFENAÐUR Hevur tú pláss (og tíð og hug) at halda høsn, er hetta eitt frálíkt ískoyti til ein sunnan køksgarð. Nógv av garðs­burt­ ur­kastinum kann nýtast sum matur til høn­urnar, og høsnaskarnið er framúr tøð, ið kann fara aftur í garðin. Høsna­ skarn hevur høgt innihald av fosfor, kali­um og nitrogen, ið er sera gott fyri plantu­vøkstur. Er tað ov krevjandi at hava vanlig­ar hønur, ber eisini til at fáa sær lyng­ høn­ur - vaktlar - sum krevja sera lítið pláss, og sum eisini verpa frálík egg, hó­ast tey eru nakað lítil. Bokashi kompostering Tað ber eisini til at kompostera køksrusk innandurða. Bokashi kom­ postering er ein luftfrí kompostering við geri, sum aloftast brúkar køksrusk. Komposteringin gongur fyri seg í einari lítlari spann við túti, har tú koyrir ymiskt køksrusk í, so sum flus, skal og matleivdir. Kompostger verður stroytt omanyvir, ið setir gongd í eina fermenteringsprosess, sum hevur við sær, at tilfarið ikki rotnar. Bokashi kompostering hevur fleiri fyrimunir. Fyri tað fyrsta minkar tú um burturkastið, ið annars hevði endað í vanligu ruskspannini. Fyri tað næsta er bokashi kompostering munandi skjótari enn vanlig kompostering, tí tað tekur bert tvær vikur at niðurbróta kompostin, tá hann er komin útum. Haraftrat er saftin - ella teið - frá bokashi kompostinum frálíkt flótandi tø, sum kann brúkast bæði inni sum úti, verður tað tynt við vatni. Hóast bokashi komposteringin fyri tað mesta gongur fyri seg innandurða, er kortini neyðugt at tøma spannina í útikompost í tvær vikur ella at grava tað niður, fyri at tað skal kompostera liðugt. HVAT ER KOMPOSTUR? Kompostur er niðurbrotið lívrunnið tilfar, ið verður nýtt til antin at grava niður í moldina ella at leggja omaná veltu ella beð. Kompostur inniheldur nógv, ið er gott fyri plantuvøkstur, um­framt at komposturin ger moldina betri. Vanliga er tað tað garðsburtur­ kast - bløð, gras, smáar greinar og líkn­andi, ið verður komposterað. Summi kom­post­era í einum opn­um bunka, með­an onnur brúka tang­ar ella eitt tómt hábeð til kom­post­ bunka. Tað er bland­ingin av kolevni og køvievni (car­bon og nitrogen), ið setir ferð á niður­brót­ingina av til­ far­inum, soleiðis at eftir einum ella hálvu­møðrum ári er burt­urkastið vorðið til eina svarta saman­renning, ið líkist svartari mold. Kompostur er sera góður fyri plantu­vøkst­ur, og verð­ur av tí sama oftani kallaður Svart Gull av teimum, ið fáast við køksgarðar.