hósdagur 23. januar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
14
TEMA: Føroyski smakkurin
Soleiðis gert tú tín egna køksgarð
Tað ber væl til at fáa ymiskt grønt at vaksa í
Føroyum. Vit hava verið framvið hjá Hjálpirót at
spyrja, hvussu tú byrjar tín egna køks- ella urtagarð
STEINAR PATURSSON
K
øks- og urtagarðar er
kanska ikki tað fyrsta,
ið rennur til hugs, tá
tú hugsar um Føroyar.
Yvirhøvur er kalt, tað er nógvur
vindur, og talið av sóldøgum er
ikki júst tað allar hægsta.
Men hóast umstøðurnar hava
sínar avmarkingar, so ber saktans
til - við vilja og einum sindri av
hegni - at gera sín egna køksgarð.
Hevur tú nýliga bygt hús, og
stykkið er nýliga planerað, er
fyrsta stigið sjálvandi at fáa mold
í garðin. Moldin í Føroyum er
tung og tjúkk, og tað kann vera
neyðugt, at moldin skal blandast
upp við sandi og øðrum, soleiðis
at hon verður meira luftig. Skalt
tú leggja mold í allan garðin, er
best at spyrja um ráð frá einum
gartnaríi.
Ynskir tú ikki at velta ella sáa
beinleiðis niður í garðin, ella hevur
tú avmarkað pláss, ber eisini til
at fáa sær eitt hábeð. Rammur
til hábeð fáast til keyps í ymsum
handlum, men annars kann eitt
hábed eisini gerast úr tilfari, ið
tú hevur liggjandi við hús. Minst
bert til, at vatn má kunna renna
frá beðinum, so allur vøksturin
ikki liggur undir í vatni.
Ein týðandi partur av køks
garðs- og urtagarðsvirksemi er
at hava kompost til planturnar
og grønmetið. Kompostbunkar
kunnu vera leingi um at brótast
heilt niður, so týðandi er at byrja
við kompostinum í góðari tíð,
soleiðis at har er nokk av kom
posti, tá tú einaferð hevur brúk
fyri honum. Kompostbunkin
kann gerast við at samla tað
ruskið, ið kemur úr garðinum, og
leggja tað í løgum í bunkan - aðru
hvørjaferð fínt grønt tilfar, so sum
gras og bløð, og groft tilfar, so sum
sundurkliptar greinar.
Sjálvandi er neyðugt at gera av,
hvat grønt tú vilt hava í garðin.
Talan skal helst vera um okkurt,
ið kann vaksa í føroyska veður
lagnum. Eplir, røtur og gularøtur
er uttan iva tað mest vanliga,
men yvirhøvur eru góðar royndir
av káli av ymsum slag, so sum
brokkoli ella grønkál.
Gróðurstíðin í Føroyum er
stutt, og tí er gott at seta grønmeti
niður so tíðliga sum gjørligt,
soleiðis at tað fær so nógvar sól
tímar sum til ber. Tað er frægast
at fáa spírarnar út í garðin í apríl
mánaði, og skynsamt er fyrst at
forspíra í vindeyganum, soleiðis
at vøksturin fær eina góða byrjan
upp á lívið. Sáa fræ í eggjabakkar
ella heimagjørdar avískrukkur
og set í eitt ljóst vindeyga. Tá
spírarnir eru voksnir nakað, kanst
tú seta tað út í køkshavan.
Um tú hevur kompost, skalt tú
breiða hann út millum spírarnar.
Kompostur kann vera rættiliga
sterkur, og tí er tryggari at hann
liggur omaná moldini, annars
kann hann svíða røturnar.
Tað er, at frosturin brádliga
kemur aftur, eftir at tú hevur
sett spírar niður í garðin. Tá ber
til at leggja eitt súltutoysglas om
an yvir spírarnar ella at leggja
ein hvítan fipurdúk yvir beðið,
sum heldur eitt sindur upp á
hitan. Hetta hevur samstundis
eisini tann fyrimunin, at sniglar
og skaðakykt sleppa ikki so lætt
framat tí grøna.
Føroyska veðurlagið merkir
eisini, at grønmetið má liggja
longri undir mold, enn tað hevði
gjørt í útlondum. Yvirhøvur líður
út á heystið, áðrenn tú fært nakað
til høldar. Hinvegin merkir hetta,
at tú hevur meira tíð at fylgja við
í vøkstrinum og njóta tað arbeiðið,
ið tú hevur hevur framt.
Sjúrður Jacobæus er
stjóri í Hjálpirót
Eitt hábeð er eitt gott alternativ, um tú hevur avmarkað pláss
Fipurdúkar verja bæði móti frosti og skaðakyktum