hósdagur 23. januar 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
13
Í dag er matur lógligt samtaluevni
– Tá eg var ungur, tosaði man ikki um mat.
Nú kanst tú tosa um mat, uttan at tað er
nakað óvanligt í tí. Vit hava dedikeraðir
ungar kokkar, og vit hava matstovur, sum
dagliga lyfta støðið. Fólk hava eisini áhuga í
framleiðsluni og góðskuni av mati, sigur Jóan
Pauli Joensen, professari í siðsøgu, sum hugleiðir
um føroyska matsiðvenju seinastu árini
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
F
øroyska matmentanin
er ómetaliga nógv broytt
síðstu árini. Vit hava
flutt okkum langt burtur
frá ta tíðini, tá vit bert ótu turt,
ræst ella saltað. Streymurin og
stóru matvøruhandlarnir hava
havt við sær, at føroyingar hava
fingið ágóða av øllum tí sama, sum
onnur lond kring okkum hava
fingið. Hóast stóra kollvelting
innan matmentan, so hevur
tað siðbundna føroyska
í stóran mun fylgt
okkum gjøgnum
broytingarnar, og
nógvir føroyingar
eta enn nógv
av tí, ið verður
sett í samband
við siðbundn
an føroyskan
mat. Ein økt
ur
innflutn
ingur av mat
vørum og stór
ávirkan utt
anífrá hevur
tó elvt til, at
vit eta meir
skundverar og
viðgjørdar
vørur enn
fyrr. Tó so
sær út til at
hetta eisini
er við at
broytast.
Modernaði
føroying
urin er til
vitaður um góðsku á matinum,
hugsar um nærfamleiðslu og er
áhugaður í ymisku smakkinum,
sum Føroyar hevur at bjóða.
Hjallurin er í sjónum
Føroyar eru settar á kulinar
iska heimskortið millum annað
av Michelin-matstovuni Koks,
sum seinastu árini hevur gjørt
allan heimin varugan við dygd
argóðskuna hjá matstovuni og
rávøruskattakamarið í Føroyum,
sum hevur ovurgóða góðsku.
Hesar rávørurnar, ið nú verða
nýttar av toppkokkum hava altíð
ligið í føroysku nattúruni. Fyri á
leið eini øld síðani veltu føroyingar
eisini gularøtur og annað grøn
meti og turkaðu urtir til suppu, og
teir hava tí eisini brúkt nakað av
tilfeinginum tá, sigur Jóan Pauli
Joensen, professari í siðsøgu.
– Tað er tó so lítið til av teim
um spesiellu urtunum, sum
modernaðir framkomnir kokkar
brúka í dag. Tað er rætt og slætt
ikki nokk til øll. Tað er blivið ein
spesialitetur. Tað ber tó óivað til
at velta og fáa tað at vaksa í
størri mongdum, men tað
krevur eitt skipað inntriv,
sigur hann.
– Tann besta før
oyska rávøran, sum
vit eiga í Føroyum
er tað, sum er í
sjónum. Tað er tað
besta, sum vit hava
at bjóða upp á,
hóast nógvir
føroyingar ikki eta so nógv av tí
longur, sigur hann.
– Eisini vil eg siga, at føroyingar
í nógvum førum fara illa við fisk
inum og duga ikki at fáa tað
besta burturúr. Fiskurin verður
kókaður í sor, og flakið verður
stoykt í hel, sigur hann skemti
liga, men, leggur hann aftrat, at
tað krevur eitt innlit og ein áhuga,
um tú vilt fáa besta úrslitið.
– Hetta er við at broytast nú, og
tað tykist, at tey ungu við áhuga
fyri mati hava størri innlit og
duga at matgera. Tey ungu hava
kapasitet, hóast fleiri ikki duga
gamla handverkið, staðfestir
hann.
Broyttist spakuliga
Matmentan hjá einum fólkaslagi
er siðvenja. Tað liggur djúpt í
okkum og er partur av samleika
okkara. Tí tekur tað tíð at broyta
hesar siðvenjur.
Í gamlari tíð ótu føroyingar
mest greyt og súpan og seinni
viðskera og kókaðan nátturða.
Nú eta vit nógv breyð. Máltíðinar
eru eisini fluttar. Og so er sjálvt
smakkurin eisini broyttur, greiðir
hann frá.
Ein stór broyting í matvan
unum hjá føroyingum var at
síggja, tá SEV í seinnu hálvu
av fýratiárunum varð sett á
stovn. Áðrenn føroyingar
fingu streym og kundu
frysta mat, var maturin
ræsaður, saltaður ella
turkaður.
– Ein koll
velting
hendi, tá
før-
oyingar fingu frystiboksir og
byrjaðu at frysta mat, tí rávøru
grundalagið broyttist so við og við
tá. Millum annað kundu fólk nú
hava lakatunnur í frystiboksini
umframt í hjallinum, sigur Jóan
Pauli Joensen, professari í siðsøgu.
Ein onnur stór broyting inn
an ta føroysku matmentanina
var, tá ið flakavirkini lata upp
í Føroyum í 1959, og tað harvið
verður lættari hjá føroyingum
at fáa nýggja framleiðslu. Tá
fáa føroyingar eisini nýggja
køksútgerð av ymsum slagi, so
sum kjøtmaskinur og hvirlur.
Føroyingar, sum áður ótu fisk og
ræstan mat fingu nú eisini malið
kjøt og flak.
– Tá broyttist handverkið at
matgera eisini, sigur Jóan Pauli
Joensen.
Hann greiðir frá, at tann fram
gongdin, ið hendi í Føroyum tá er
hin sama, sum eisini hendi aðra
staðni í umheiminum.
– Hóast tey altíð hava kunnað
keypt mat í Havn, vóru ikki somu
møguleikar á bygd. Men um hetta
mundið lata alsamt fleiri stórir
matvøruhandlar upp, og tað hevur
eisini eina risastóra broyting við
sær, sigur hann frá.
– Broytingin var risastór, men
hon kom so líðandi. Í fimtiárunum
var matur í blikk, fiskabollar og
haldbúgvin kornbúffur til keyps.
Av føroyskum mati ótu fólk enn
fisk, grind og tvøst, stórhvalatvøst
og lambskjøt. Flestu húsarhaldini
áttu døgurðamat inni, og keyptu
ikki matin, sigur hann
– Tá tosað var um fremmandan
mat tá varð altíð tosað um dansk
an mat, og kókibøkurnar, ið komu
út tá høvdu eisini fleiri danskar
uppskriftir, sigur hann.
– Eisini fóru fólk at ferðast
meir, og á ferðum sínum lærdu tey
um annan mat, sum síðani spaku
liga eisini varð partur av føroysku
matmentani.
Fleiri matstovur
Tað er eyðsýnt, at matstovument
anin í Føroyum eisini hevur verið
undir kolosalari broyting. Fyri bert
fáum árum síðani fóru fólk ikki út
at eta, uttan tað var serligt høvi til
tess. Í dag eru matstovurnar fleiri
og meir ymiskar enn nakrantíð, og
støðið er nógv hækkað. Matur er
vorið eitt lógligt samtaluevni.
– Tá eg var ungur, tosaði man
ikki um mat. Nú kanst tú tosa um
mat, uttan at tað er nakað óvanligt
í tí. Vit hava dedikeraðir ungar
kokkar, og vit hava matstovur,
sum dagliga lyfta støðið. Fólk
hava eisini áhuga í framleiðsluni
og góðskuni av mati. Tað mugu vit,
tí hevur matur ikki áhuga millum
fólk, so verður tað høpileyst at
gerast betri og fáa meir burturúr,
sigur professarin.
Jóan Pauli
Joensen heldur,
at støðið á
føroyskari
matgerð er
nógv hækkað
Tað tykist, at
tey ungu við
áhuga fyri mati
hava størri
innlit og duga
at matgera.
Tey ungu hava
kapasitet,
hóast fleiri ikki
duga gamla
handverkið