Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020 SOSIALURIN 10 12 TEMA: Føroyski smakkurin Vit innflyta størsta partin av matvørunum, hóast vit kundu framleitt nógv meira lokalt. Í verandi løtu vantar politiskur áhugi at stuðla og stimbra burðadyggari, lokalari matframleiðslu. Alivinnan og fiskivinnan fyllir alt og restin av matvinnunum verða sleptar upp á fjall. Føroyski landbúnaðurin kann mennast á nógvum økjum og eg vóni, at politiski hugburðurin fer at broytast, sigur fólkalívsfrøðingurin, Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO – Matur er politikkur, so eg ímyndi mær, at vit øll hava eina politiska meining um mat. Altjóða og í Føroyum er nógv at bøta um á matpolitiska økinum, sigur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, fólkalívsfrøðingur og umboð Slow Food Føroyar. Hon greiðir frá, at altjóða matskipanin er sera dysfunktionel: Stórar mongdir av mati verða framleiddar, men ein triðingur av hesum mati verður tveittur burtur, hóast fleiri milliónir av fólki líða hungursneyð. Ov nógv eitur verður nýtt í landbúnaðinum – hetta førir til fólkasjúkur, skordjóradeyða og aðrar vanlukkur. Búskaparlig nýkolonialisma ger eisini, at afrikanski ella latínamerikanski framleiðarin fær lítla og onga løn fyri sítt kakao, sum verður nýtt til gourmetsjokulátur, ið verða seldar til okursprísir í Norðurlondum. – Um hugt verður eftir Føroyum, so eru eisini trupulleikar á matpolitiska økinum: Vit innflyta størsta partin av matvørunum, hóast vit kundu framleitt nógv meira lokalt. Í verandi løtu vantar politiskur áhugi at stuðla og stimbra burðadyggari, lokalari matframleiðslu. Alivinnan og fiskivinnan fyllir alt, og restin av matvinnunum verða sleptar upp á fjall. Føroyski landbúnaðurin kann mennast á nógvum økjum, og eg vóni, at politiski hugburðurin fer at broytast, staðfestir Sunniva G. Mortensen. Matur er mentan – Matur er mentan. Matur knýtir okkum saman sum familja, vinir og samfelag. Um hugt verður eftir húsinum, so er køkurin tað stað, har vit dagliga hittast, kjakast og skapa mentan. Fyrr savnaðust ættarliðini kring eldstaðin og deildi søgur og tankar. Nú fer sosialiseringin fram í modernaða køkinum, sigur Sunniva G. Mortensen. – Føroysku matuppskriftirnar eru eisini mentan. Tær fortelja okkum, hvussu okkara forfedrar hava etið og livað, og við at greina broytingar í matvanunum kunnu vit skilja, hvussu føroyska samfelagið er broytt gjøgnum tíðirnar, sigur hon framhaldandi. Eitt gott dømi um hetta er grindadrápið. Tá kjakast verður um fyrimunir og vansar við at eta grind gerast fólk tíðum uppøst og kensluborin, og tað er tí, at talan er ikki bert um ein lívfrøðiligan tørv men um tjóðarmentan og sjálvsavgerðarrætt. Nógv mentanarlig virði kunnu lesast inn í tann mat, sum vit eta. Fleiri smáframleiðslur Slow Food og Útoyggjafelagið hava í felags básar á matmarknaðum kring landið, har tey javnan selja føroyska framleiðslu. Í básunum ber eisini til at hitta føroyskar matframleiðarar og smakka lokalar gloypubitar. Hon greiðir frá, at básarnir hava eydnast sera væl. Fleiri av limunum í Útoyggjafelagnum framleiða føroyskar rávørur og matvørur, og júst hesir matsiðir ynskir Slow Food at stimbra og stuðla. Fólk eru eisini fegin og forvitin at uppliva og smakka forkunniga matin av útoyggj. Slow Food samstarvar eisini við framleiðarir frá øðrum økjum í landinum, sum til dømis Agnes Mols Mortensen (Tari) og Maud Wang Hansen, ið arbeiða við burðadyggari framleiðslu. – Eg haldi meg kunna síggja, at fleiri og fleiri privat fólk eru farin í gongd við smáframleiðslu og góðsking av ymiskum slag. Somuleiðis eru fleiri og fleiri nýggjar rávørur at síggja, sum til dømis ingifer, agurk og etandi blómur. Tað tykist, sum at fólk hava meira áræði og forvitni at grógva egnan mat. Tað er uppi í tíðini at verða grønur og hava alskyns plantur. Eg vóni, at henda burðadygga menning heldur áfram, og at fleiri og fleiri fólk fara undir smáframleiðslu av ymiskum slag, staðfestir Sunniva G. Mortensen. HVAT ER SLOW FOOD Slow Food er ein altjóða felags­ skapur, sum italiamaðurin Carlo Petrini stovn­aði í 1986. Hetta varð gjørt sum eitt mót­mæli ímóti, at McDonald fór at lata upp eina skundverðubúð við síð­un­ar av kendu Sponsku trappunum í Rom. Slow Food roynir at fáa fólk at eta annað enn skundverðar. Enda­málið er at varðveita og stimbra burðadygga, staðbundna mat­gerðarlist. Tískil eggj­ar Slow Food fólki til at planta plant­ur og halda fenað, ið hoyra til lok­ alu vistfrøðiskipanina. Slow Food eru sosatt ímóti altjóða politisku og bú­skaparligu menningini, har land­bún­að­arvørur verða alheims­ gjørd­ar og fjølframleittar. Slagorðini hjá Slow Food eru “góð­ur, natúrligur og rættvísur mat­ur” (Good, clean and fair). Góð­ur mat­ur er góðskumikil og smakk­góður mat­ur. At hann er nat­úr­ligur merkir, at hann er nat­úrligt framleiddur og fluttur. Rætt­vísur er maturin, tá bæði fram­leið­arar og keyparar fáa nóg góð­an prís og umstøðurnar eru góð­ar fyri báðir partar. Slow Food hevur í dag yvir 100.000 limir í 150 londum. Tal­an er sostatt um heimsins størsta felagsskap, ið savnar al­ skyns matvinnufólk. Før­oyska deild­in varð sett á stovn fyr nøkr­ um árum síðani og á hvørjum ári royna sjálvbodnu limirnir at skipa fyri ym­iskum almennum, mat­pol­ itiskum til­tøkum, so sum Disko­ súp­an og verk­stov­ur við før­oysk­ um rávørum. HVAR ER SLOW FOOD Á VEG Ymiskt er á skránni hjá Slow Food í 2020. Í samstarv við Føroya Nátt­ úru­verndarfelag og ph.d les­andi Elisabeth Skarðhamar Ol­sen skipar Slow Food fyri ráð­stevn­uni MATVIT leyg­ar­dagin 14. mars í Norð­ur­ landa­húsinum. Í høvuðs­heitum fer ráð­stevnan at snúgva seg um um­ hvørvisvinarligt jarðarbrúk og stað­ bundn­an matbúskap í Føroy­um. Talan verð­ur um framløgur, verkstovur og pall­borðsfund. Í August verður skipað fyri stórum norðurlendskum Slow Food tiltakinum Terra Madre í Stokk­hólm, og í september verður skipað fyri risastórum altjóða tiltak­ in­um Salone del Gusto í Torino í Italia. Eftir ætlan verður føroyska Slow Food partur av hesum tiltøkum, ið varpa ljós á burðadyggar, lokalar mat­ment­anir kring allan heimin. Altjóða matskipanin er sera dysfunktionel, og í Føroyum eru eisini trupulleikar, heldur Sunniva G. Mortensen Tá kjakast verður um fyrimunir og vansar við at eta grind gerast fólk tíðum uppøst og kensluborin og tað er tí, at talan er ikki bert um ein lívfrøðiligan tørv men um tjóðarmentan og sjálvsav­ gerðarrætt Matur er politikkur