hósdagur 23. januar 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020
SOSIALURIN 10
30
TRÓNDUR ARGE
E
ftir tvey umfør hava
NSÍ, B36 og Víkingur
vunnið sínar dystir á
liðnum, sum endaðu í
botn-fimm farna kappingarár.
HB vann á AB, og spældi síðani
málríkan javnleik móti KÍ,
sum bara hevur spælt ein dyst
higartil.
NSÍ hevur vunnið á AB og B68,
sum avloysir TB í kappingini.
B36 hevur vunnið á Skála og EB/
Streymi, meðan Víkingur hevur
vunnið á EB/Streymi og Skála.
KÍ og ÍF hava bara spælt ein dyst,
men tað er spenningur í báðum
støðum undan kappingarbyrjan
hjá hesum báðum. KÍ hevur
gjørt fleiri broytingar og skal
verja meistaraheitið, meðan
tað er eit sindur av fótbóltfepri
í Fulgafirði, eftir eitt vónbrot í
fjør.
Fleiri broytingar í Klaksvík
KÍ skal fyri fyrstu ferð í 20 ár
verja meistaraheitið. Tað er
nógvar broytingar í hópinum,
men á pappírinum er hópurin
framvegis sterkur. Lyklaspælar
ar sum Simen Sandmæl og
Semir Hadzibulic eru farnir av
landinum saman við Torbjørn
Grytten, Magnus Stamnestrø
og Darius Lewis.
Í teirra stað eru komnir
Ole Erik Midtskogen,
Abubakar Ibrahim Aliyu,
Alessio Hyseni og nú til
seinast danski italiumað
urin, Sebastian Avanzini. Und
an teimum varð eisini greitt at
Odmar Færø kemur úr Hamkam.
Onkra avbjóðingar eru á
framrættaðu plássunum. Patrik
Johannesen hevur verið í FC
Fredericia og royndarvant við
tí endamáli, at sleppa at spæla
uttanlands aftur. Hartil veit
Norðlýsið at siga, at Jóannes
Bjartalíð ikki verður við fyrstu
dystirnar, tí hann skal undir
skurð við brotnaðari hond.
KÍ hevur spælt tann eina
dystin og tá var millum annað
Børge Petersen við frá byrjan.
Hann bankar upp á til fyrsta
liðið.
Glenn skal finna
nýggja samanseting
NSÍ er eitt sindur av røringi í
við Løkin í ár. Svenski Glenn
Ståhl er nýggjur venjari og
víkjur eitt sindur frá fráfarandi
venjaranum, Guðjóni Þórðarson,
sum spældi meiri beinleiðis fót
bólt, har Pól Jóhannus Justinus
sen var ein lyklaspælari í upp
spælinum. Hann verður ikki
við fyrsta partin av kappingar
árinum.
Norski miðvallarin, Peder
Nersveen, er farin
aftur til Norra og Øssur Dalbúð
er farin til HB, meðan Rógvi
E. Nielsen, Jákup Jakobsen og
Alfred Sankoh eru komnir til.
Stóra ivamáið í Runavík er Petur
Knudsen. Bóltsterki vongurin
hevur ikki gjørt sáttmála
fyri 2020, og bolt.fo skrivar
at hann í løtuni er í Íslandi og
royndarvenur.
Til dystirnar higartil í VFF-
Kup hava spælarar sum Aron
Kundsen, Mórits Heini Morten
sen og Martin Klein Joensen
byrjað inni.
Jákup heldur upp fólkið
Í B36 er ikki so nógvar broyting
ar. Lukasz Cieslewicz er farin til
Víking, Jónas Tór Næs er givin,
meðan Hannes Agnarsson og
Gilli Samuelsen er farnir at
fjakka og verða ikki partur av
besta liðnum í fyrru hálvu.
Sonni Ragnar Nattestad og
Meinhard E. Olsen venja við,
men báðir hava eina
ætlan um at spæla
uttanlands. Sonni Ragnar
Nattestad
hevur
verið
skaddur í longri tíð, men vónar
at sleppa til royndarvenjingar
í næstum. Meinhard E. Olsen
hevur fyrr spælt við B36,
áðrenn hann skifti til norska
Kristiansund. Sáttmálin har
bleiv ikki endurnýggjaður og
hann leitar nú eftir nýggjum
avbjóðingum.
Tí verður tað eitt B36-lið, sum
líkist sær sjálvum. Sebastian
Pingel er komin aftur frá HB,
meðan Mattias Lamhauge er
nýggjur eykamálverji. Hann
kemur eisini úr HB. Úr B36
verður sagt, at felagið enn er
opið fyri nýggjum spælarum,
men at hesir skulu styrkja liðið.
Dystirnir í VFF-Kup benda
á, at Stefan Radosavljevic er
verdur at halda eyguni við.
Tvøramaðurin kom til felagið
í farna summar, men nú skal
hann fylla skógvarnar hjá
Lukaszi Cieslewicz.
Okkurt bendir eisini á, at
Benjamin Heinesen verður at
síggja sum høgri bakkur, nú
Jónas Tór Næs er givin.
HB er endavent
Tað eru væl størri broytingar í
norðara húsinum í Gundadali,
enn tað eru í B36-húsinum. HB
hevur í Jens Berthel Askou
fingið ein nýggjan danskan
venjara. Við sær hevur hann ein
týskan hjálparvenjara í Kevin
Struber.
Útlendski íblásturin í HB er
vekk. Heimir Guðjónsson er nú
venjari hjá Vali, Brynjar Hlöð
versson er farin aftur til Leiknir,
Lasse T. Andersen ynskti ikki at
VFF-Kup:
Tvey umfør eru spæld í
kappingini hjá venjarafelagnum
og søgan er tann sama. Tey stóru
vinna á teimum smáu. Tó eru
broytingar at hóma í niðaru
hálvu. Fleiri tykjast at styrkja
seg til komandi kappingarár
TVEY
TVEY
UMFØR
UMFØR OG
OG
SAMA SØGA
SAMA SØGA