Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JANUAR 2020 SOSIALURIN 10 31 halda fram og Sebas­t­ian Pingel er farin til B36. Hartil er Magnus Egilsson farin við Heimi til Íslands, Ari M. Olsen fer til Danmarkar í útbúgvingarørindum, Símun Samuelsen er givin, meðan Trónd­ur Jensen og Hørður Ask­ham ikki verða tøkir fyrr enn í heyst vegna skaðar. HB leitar í løtuni eftir ein­ um áleypara og gjarna ein­um spælara afturat. Millum annað er Teit Jacobsen givin í Sønder­ jyske og er eitt gott boð upp á ein nýggjan spælara. Jens Berthel Askou hevur heint­ að landsmannin, Mathias Ny­ gaard, og afturat breiddini eru komnir Heðin Hansen, Heri H. Mohr, Øssur Dalbúð og Jákup Højgaard. Dysturin í Klaksvík gevur ábend­ingar um, at HB í løtuni gevur ungum spælarum møgu­ leikan at snodda til besta liðið, meðan felagið leitar eftir styrki. Nýggj byrjan í Víkingi Tað eru nógvar broytingar í Víkingi í hesum døgum. Eyðun Klak­stein er nýggjur venjari og brýtur frá, tá hugsað verður at farnu venjararnir í felagnum eita Sámal Erik Hentze og Sig­ fríður S. Clementsen. Tilgongdin bendir eisini á eitt stíl­skifti, har liðið nú inniheldur fleiri yngri kreftum, sum hava nógvar kilometrar í beinunum. Inn eru komnir spælarar sum Ari Olsen, Jákup Johansen, báðir av Skála, Lukasz Cieslewicz úr B36 og so er Finnur Justinussen komin heimaftur. Adeshina Lawal er farin til AB, Heðin Hansen til HB og Filip Djord­jevic til ÍF. Hanus Jacobsen og Dion Splidt er givnir. Millum nýggju spælararnar, ið hava fingið møguleikan í VFF-Kup eru Noah Mneney og Geza David Turi, sonur mál­ mans­legenduna í Gøtu, Geza Turi. Noah Mneney er ein av teimum ungu spælarunum, sum tey í Sarpugerði vóna kann menna seg til ein góðan spælara. Hann spældi millum annað á U19-landsliðnum, sum var til EM-undankapping í Danmark í november í fjør. Her fekk hann góð skotsmál. Í nógvar mátar sær miðaksin stinn­ur út. Atli Gregersen og Vu­kas­in Tomic í miðverjuni, Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Peter­sen, Sølvi Vatnhamar og Lukasz Ciselewicz kunnu allir spæla miðjuni og Finnur Justinus­sen í álopinum. Skála repar seglini – og tó Tað var stór frágongd á Skála eitt skifti í vetur, men nú er líkt til at felagið er við at fóta sær. Eina løtu sá út til, at tað fór at verða torført at manna lið. Ari Olsen og Jákup Johansen fóru til Víking, Haraldur Højgaard, Karst­in Hansen og Jákup Jakob­ sen fóru til NSÍ, meðan Janus S. Samuelsen fór til AB. Fróði Benjaminsen heldur nokk ikki fram. Síðani hava spælarar sum Ronni Møller-Iversen, Aksel B. Danielsen, Jan Ingason Hansen, Dávid Johansen og Niels Pauli Danielsen gjørt nýggjar sátt­ málar, meðan Bárður á Reyna­ trøð er leigaður úr Víkingi. Til dystin móti B36 var Heðin Klak­ stein við aftur, og Johan Waag Høgnesen kom eisini inn. Hann spælir við næstbesta liðnum hjá KÍ. Nýggjur venjari í felagnum er Bill M. Jacobsen. Donsk innrás í TB Tað er sanniliga eisini broytingar í TB, har Michael Winther er nýggj­ur venjari. Við honum er kom­nir Sebastian Kroner, Ras­mus Møller, Frederik Mehder og nú til seinast Mads Raben. Bolt. fo skrivar at tveir spælarar frá Ghana eru á veg til felagið. Fyrr í januar fekk Sosialurin upplýst at ein spælari skuldi koma úr Nigeria. So helst verður arbeitt við at leggja afturat hópinum. Størsti saknurin verður helst í málverjanum Milos Budakovic, sum er farin til ÍF. Ivan Ivanovic, Veljko Vukovic og Luc Jeggo, sum fór stutt inn í seinnu hálvu, eru ikki við aftur. Er talan um skilagóðar spæl­ arar úr Afrika, sum eru á veg, so er talan um fleiri útlendskar spælarar við Stórá. Megnar Michael Winther at spæla hópin saman, so verður spennandi at síggja hvussu langt tað røkkur. TB hevur meldað frá til VFF- Kup, tí felagið ætlar at fyrireika seg upp á egna hátt til hetta kappingarárið. Nýggjar tíðir á Argjum Tað hevur í fleiri ár verið ein av­bjóðing at finna ein áleypara á Argjum. Nú hevur felagið fingið Adeshina Lawal, sum er ein royndur maður í føroyskum fót­bólti. Nú er spennandi at síggja hvørja lagnu hann fær. Tað hevur ikki altíð verið lætt at verið áleypari hjá AB. Tað eru eisini nógvar broyt­ ing­ar á Argjum. Tveir av stinn­ astu spælararunum í sein­ nu hálvu, Tobias Larsen og Lukas Giessing eru ikki við aftur. Í málinum verður ein dyst­ur millum Bjarta V. Mørk, sum er komin úr HB, og Silas Eyðsteinsson, ið er komin úr 07 Vestur. Hartil er Heðin Stenberg enn í felagnum, men tað er eitt sindur ivasamt hvønn leiklut hann kemur at spæla. Í verjuni er spanskt íslett komið av Toftum. Pedro Taracon Anton og Dávid Langgaard eru nýggir miðverjar, nú tað er iva­ samt um Leivur H. Joensen og Bárður Olsen halda fram. Eisini er Janus S. Samuelsen komin til á miðjuni. Tað kemur illa við á Argjum, at Heri H. Mohr er farin aftur til HB og at bæði Mikkjal Hentze og Jobin Drangastein er givnir. Liðið hevur tó eina ávísa breidd á millum annað framrættaðu pláss­unum. EB/Streymur er eitt lokalt projekt Flestu av royndu spælarunum eru ikki í felagnum longur. Jákup Martin Joensen kom til sum venjari í fjør við tí enda­ máli, at hann skuldi broyta venj­ ingar­hugburðin í felagnum. Tað hevur eydnast á onkrum økjum, men í ár fær hann sína sak fyri. Talan er næstan bara um lokal­ar og ungar spælarar, sum skulu kappast við onnur feløg, sum styrkja seg við klárgjørdum spælarum. Tilgongdin telur bara Hjalti K. Djur­huus og Bjarki Zachariasen. Størsti saknurin verður í Rógva E. Nielsen, sum er farin til NSÍ. Hann hevur seinnu árini verið lið­skipari í felagnum. Til dystin í vikuni móti B36 eru fleiri ungir spælarar á vøllinum. Eitt nú Gutti Dahl-Olsen og Mikkjal Hellisá. Eisini spældi Símun Sólheim við. Hann kemur møguliga til úr HB. Fótbóltsfepur í Fuglafirði Eftir eitt nærmast vanlukkuligt kapp­ingarár í fjør, har ÍF bara fekk seks stig, er aftur fót­bólts­ fepur í Fløtugerði. Sum skilst, so eru nógv fólk til venjing. Bæði spælarar og áskoðarar. Orsøkin til nýggju vónin er millum annað tilgongdin av Milos Budakovic, Filip Djordjevic, Jens Joensen og áleyparanum Uros Stojanov. Eisini venja Bogi Løkin og 34 ára gamli Milan Svojic við. Eisini er Dánjal á Lakjuni byrjaður aftur at venja og hevur gjørt sáttmála. ÍF leitar í løtuni enn meira styrki, tí spælarar sum Dávid Lang­gaard og Hol­gar Dur­huus vera ikki við kom­andi kapp­ingar­ár. Ein tepur 1-0 á 1. deild­ar­felagn­ um B68 sissar tó ikki ivasomu rødd­ir­nar. Tá verður lættari at peila av, tá ÍF leygardagin hev­ur spælt móti EB/Streymi í 3. um­ fari í VFF-Kup. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Úrslit í 1. umfari: HB - AB 2-0 0-1 Adrian Justinussen 0-2 Øssur Dalbúð, br. Skála-Víkingur 3-5 0-1 Sølvi Vatnhamar 0-2 Gunnar Vatnhamar 1-2 Andreas E. Jacobsen 1-3 Gunnar Vatnhamar 1-4 Ari Olsen 2-4 Lukas Sólheim 3-4 Karl Martin Johansen 3-5 Rani Hansen NSÍ-B68 5-1 1-0 Aron Knudsen 2-0 Pætur Skipanes 2-1 Jannik Olsen 3-1 Betuel Hansen 4-1 Petur Knudsen 5-1 Jann Benjaminsen B36-EB/Streymur 3-0 1-0 Stefan Radosavljevic 2-0 Erling Dávidsson 3-0 Stefan Radosavljevic 2. umfar: B68-ÍF 0-1 1.1 Karl Løkin KÍ-HB 3-3 1-0 Jóannes Bjartalíð 1.1 Adrian Justinussen 2-1 Páll Klettskarð 2-2 Adrian Justinussen, br 2-3 Adrian Justinussen 3-3 Jóannes Bjartalíð, br Víkingur-EB/Str. 3-1 1-0 Gunnar Vatnhamar 2-0 Gunnar Vatnhamar 3-0 Tonni Thomsen 3.1 Niklas Kruse NSÍ-AB 3-0 1-0 Martin K. Joensen 2-0 Petur Knudsen 3-0 Oddur Højgaard B36-Skála 3-1 1-0 Sebastian Pingel 2-0 Bjarni Petersen 3-0 Andreas Thomsen 3.1 Andreas Jacobsen Skrá: VFF-Kup 3. umfar: ÍF-EB/Streymur NSÍ-Víkingur Skála-AB HB-B68 Týsdagin: B36-KÍ VFF cup støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM ST. NSÍ 2 2 0 0 8 1 7 6 B36 2 2 0 0 6 1 5 6 Víkingur 2 2 0 0 8 4 4 6 HB 2 1 1 0 5 3 2 4 ÍF 1 1 0 0 1 0 1 3 KÍ 1 0 1 0 3 3 0 1 Skála 2 0 0 2 4 8 -4 0 B68 2 0 0 2 1 6 -5 0 EB/Streymur 2 0 0 2 1 6 -5 0 AB 2 0 0 2 0 5 -5 0