mánadagur 27. januar 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11
Í síðstu viku vórðu
boraðir 179 metrar av
Sandoyartunlinum, 91
metrar í Traðardali og 88
metrar á Gomlurætt.
Arbeiðið við atløgubryggjuni
í Havn liggur framvegis stilt
- Vit halda okkum hava teknað eina
trygging, sum dekkar skaðan, men Betri
Trygging hevur enn ikki givið okkum
endalig boð um, hvussu nógv tryggingin
dekkar, sigur Jónsvein Lamhauge,
havnarmeistari hjá Tórshavnar havn
Vilmund Jacobsen
Í síðstu viku var rættiliga nógv
fundarvirksemi í samband við
Skansabryggjuna
hjá
Tórshavnar
havn,
men
tryggingarspurningurin
er
enn ikki komin endaliga upp á
pláss.
Sambært avtaluni millum
entreprenørfelagið, J&K Pet
ersen og Tórshavnar komm
unu, skuldi tann parturin av
atløgubryggjuni, sum er eyst
ursíðan á gamla mola, latast
kommununi í seinnu hálvu av
oktober í fjør.
Eystursíðan av gamla mola
hevur fingið bryggjukant, og
tað er henda bryggjan, sum
skuldi handast í oktober.
Men, handanin varð útsett,
tá tað gjørdist greitt, at akk
ersbóltar eru slitnaðir. Soleiðis
er eisini avhendingin av restini
av stóru byggiverkætlanini,
sum skuldi verða hin 15. mai í
ár, útsett.
Øll tíðarætlanin broyttist í
heyst, tá tað vísti seg, at 12 av
umleið 200 akkersboltum, sum
skulu halda nýggju atløgu
bryggjuni upp á pláss, eru
slitnaðir.
Boltarnir
skulu
tryggja, at bryggjukanturin
ikki skrædnar úr landi.
Jónsvein Lamhauge hevur
eisini víst á, at ein arbeiðstøku
trygging - ella enterprisu
trygging - tekur við í slíkum
føri, tí tað er tryggingin, sum
eftir hansara tykki eigur at
gjalda fyri ein slíkan skaða.
- Men, tíð er eisini pengar,
sum havnarmeistarin hevur
tikið til.
Tórshavnar havn og Betri
Trygging, har arbeiðið er tryggjað,
hava arbeitt við loysnum, men
sambært Jónsveini Lamhauge,
havnarmeistara, eru enn ikki
allar súður syftar.
Fríggjadagin setti Sosialurin
havnarmeistaranum, sum hev
ur verið nógv upptikin av
fundarvirksemi í hesum sam
bandi, nakrar spurningar, sum
hann eisini hevur svarað.
Hvat er status við havna
útbyggingini, nú vit skilja, at
tað mesta av arbeiðnum liggur
stilt?
- Grótarbeiðið - tað, at sigla
grót av Glyvursnesi og at gera
ymiskar innstalatiónir aðra
staðni enn fram við sjálvum
bryggjukantinum
-
heldur
fram sum vanligt.
Jónsvein Lamhauge sigur,
at arbeiðið at gera sjálvan
bryggjukantin og at umvæla
skaðan á akkersboltarnar ligg
ur stilt.
Hvussu gongur at loysa
tryggingarspurningin - er nøk
ur loysn í eygsjón, sum partar
nir kunnu liva við?
- Vit halda okkum hava
teknað eina trygging, sum
dekkar skaðan. Betri Trygging
hevur enn ikki givið okkum
endalig boð um, hvussu nógv
tryggingin dekkar, sigur hann.
Er nøkur nýggj tíðarætlan
løgd fyri, nær bryggjan, sum
skuldi handast síðst í oktober,
verður liðug?
- Vit vóna, at partur av tí
bryggjuni, sum skuldu takast í
brúk í oktober, verður tikin í
brúk til várs, og at bryggjan
verður endaliga liðug í summ
ar.
Nær verður samlaða verk
ætlanin liðug, og er nøkur
nýggj kostnaðarmeting?
- Vóna at verkætlanin er lið
ug seint í summar, men vit
hava ikki nakra kostnaðarmet
ing enn, sigur Jónsvein Lam
hauge, havnarmeistari.
Fýra grund
stykki eftir
á Strondum
Vilmund Jacobsen
Áhugin fyri grundstykkum
í Sjóvar kommunu hevur
verið stórur seinnu árini,
og hóast kommunan dúg
liga hevur roynt at stykkjað
út, eru í dag bert fá tøk
grundstykki eftir.
Sjóvar kommuna hevur
framt tvær útstykkingar í
seinastuni - eina á Fríðu
fløtum við 11 grundstykk
um og eina enn størri við
Hálsatjørn við 42 grund
stykkjum.
Samlaða talið av grund
stykkjum í hesum báðum
útstykkingum er 53, og tað
var so ógvuliga skjótt, at
tey fyrstu 47 vórðu umbið
in.
Í løtuni hevur Sjóvar
kommuna eitt grundstykki
til sølu á Selatrað, og hetta
verður selt fyri 90.000
krónur. Síðan eru fýra
grundstykki
til
sølu
á
Strondum, trý við Eyrgøtu
og eitt við Hálsatjørn, og
hesi verða seld fyri 250
krónur fyri fermeturin.
Siga vit, at grundstykk
ini eru 500 fermetrar hvørt,
verður kostnaður 125.000
krónur fyri hvørt.
ALIRÁÐSTEVNA: Nú ber til at melda
til Aliráðstevnuna, sum verður hildin
fríggjadagin 28. februar á Hotel
Føroyum. Á ráðstevnuni hittast fólk
í og kring alivinnuna at fáa nýggja
vitan, íblástur og at netverka.
Nýggj skipan við el-kortum
- Við nýggju skipanini koma allir bátahylar í kommununi
at hava somu skipan, siga tey í Sunda kommunu
Vilmund Jacobsen
Í dag, mánadagin 27. januar,
verða broytingar gjørdar í el-
kortskipanini við allar báta
hyljar í Sunda kommunu. Tá
broytingin er framd, verður
neyðugt at skifta tey gomlu
kortini út við nýggj kort.
Í Sunda kommunu siga
tey, at fólk, sum hava keypt
el-kort frá kommununi, skulu
venda sær til kommunu
skrivstovuna, sum útflýggjar
nýggj kort.
- Við nýggju skipanini
koma allir bátahylar í komm
ununi at hava somu skipan,
og til ber at fylla pening á
kortini
á
kommunuskriv
stovuni á Oyrarbakka.
Lagt verður aftrat, at fýra
bátahyljar eru í kommununi.
Teir eru í Hósvík, Hvalvík,
Oyrarbakka og Haldarsvík.
- Vit vóna, at partur av tí bryggjuni,
sum skuldu takast í brúk í oktober,
verður tikin í brúk til várs, og at
bryggjan verður endaliga liðug í
summar, sigur Jónsvein Lamhauge