mánadagur 27. januar 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11
TÍÐINDI
Lindin fer at byrja
ungdómsrás
Leygardagin helt Lindin 20 ára
føðingardag í Østøm í Havn. Sent
varð beinleiðis, og nógv fólk vóru
á gátt. Ein nýggj ætlan varð eisini
kunngjørd, nevniliga at Lindin
fer at byrja eina ungdómsrás
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Ætlanin er rættiliga nýggj,
og alt er ikki komið upp á
pláss enn. Men vónandi
kunnu vit byrja at senda í
fyrru helvt av hesum árin
um, sigur Tór Arni Samuel
sen, dagligur leiðari í Lindini.
Nýggja rásini fer bara at
senda á internetinum.
– Framtíðini er á internet
inum, og har eru tey ungu.
Tað krevst meira og kostar
meira, um vit skulu senda á
vanligan hátt. So sleppa vit
eisini undan at seta sendarar
upp kring landið. Tí ætla vit
bara at senda á internetinum,
sigur Tór Arni Samuelsen.
Eins og við Lindini annars
er ætlanin at fáa sjálvboðin
at gera arbeiði, ið krevst fyri
at senda.
– Nøkur ung hava bjóðað
seg fram at gera tónleikalist
ar. Vit lýstu við tí leygardag
in, at ung kunnu bjóða seg
fram at gera sendingar. Vit
vóna, at fleiri fara at bjóða
seg fram, sigur Tór Arni
Samuelsen.
Tónleikur og
samrøður til ung
Viðvíkjandi innihaldinum til
ungdómsrásini hjá Lindini,
so fer tónleikur helst at fylla
nógv, men eisini aðrar send
ingar við samrøðum og inn
sløgum av ymiskum slag.
– Tey ungu skifta ofta
millum rásir og eru tilvitað
um, hvat tey lurta eftir. Bæði
viðvíkjandi tónleiki og sam
røðum. Ætlanin er at hava
styttri samrøður og tónleik,
ið tiltalar ung, sigur Tór Arni
Samuelsen.
Hann vísir á, at tey ungu,
ið vilja bjóða seg fram at gera
sendingar í ungdómsrásini,
eisini sleppa at mynda inni
haldið.
Tá ið Lindin byrjaði at
senda fyri 20 árum síðani,
var alt arbeiði sjálvboðið.
Men eftir stuttari tíð varð
fólk sett í starv. Hvussu verð
ur við ungdómsrásini á Lind
ini er ikki greitt enn. Roynt
verður í fyrsta umfari at fáa
sjálvboðin at gera arbeiði. So
má tíðin vísa, um tað er nóg
mikið fyri at hava eina ung
dómsrás koyrandi.
umleið trý fulltíðarstarvsfólk.
Umleið 50 onnur arbeiða sjálv
boðin.
Tá ið Lindini byrjaði, hevði
Atlantic Radio sent í umleið
fýra mánaðir, men tann út
varpsstøðin gavst skjótt eftir
tað. Lindin var sostatt næsta
privata útvarpsrásini í Føroy
um.
Í 2006 víðkaði Lindin um
senditíðarskeiðið og fór sum
fyrsta útvarpsrás í Føroyum at
senda 24 tímar um døgnið.
Amatørar sum vóna
at hækka støði
Umleið 40 prosent av tí, sum
sent verður í Lindini, eru egnar
framleiddar sendingar. Restin
er tónleikur.
– Vit hava øll árini sagt, at
vit eru amatørar. Um alt ikki er
perfekt og okkurt miseydnast
tekniskt, so halda vit, at lurt
arar bera yvir við okkum. Vit
hava arbeitt í nógv ár fyri at
hava gott ljóð, og tað hevur
eydnast rættiliga væl. Nú er
tíðin kanska komin at arbeiða
við at hækka støði á innihald
inum. Men vit vilja ikki leggja
støði so høgt, at tað kvalist í
føðingini, sigur Preben Han
sen.
Jenis av Rana givin í Lindini
Preben Hansen hevur verið
nevndarformaður øll árini. Í
nevndini eru annars Jaspur
Johannesen, Sirikit Jacobsen
og Bjørgfinnur Heinesen.
– Eg eri tann einasti, ið eri
eftir frá fyrstu nevndini fyri
Lindini, sigur Preben Hansen.
Ein kend rødd í tí jaliga
útvarpinum hevur verið Jenis
av Rana. Men hann er ikki
longur at hoyra, og hann er
heldur ikki í nevndini fyri
Lindini longur.
– Jenis valdi landsstýrið, og
so riggaði tað ikki, at hann eis
ini var í nevndini og hevði
sendingar. So hann slapp ikki
at vera við meira í Lindini.
Hann var tó við til eitt prát í
føðingardagssendingini
leyg
ardagin, sigur Preben Hansen.
Føðingardagssending
Í sambandi við 20 ára føðingar
dagin, gjørdi Lindin nógv burt
urúr leygardagin, tá ið sent
varð beinleiðis frá Østrøm í
Havn ein stóran part av degn
um. Talan var um beinleiðis
samrøður millum gestir og út
varpsvertir. Bólkar og ein
staklingar framførdu livandi
tónleik, millum onnur Kristina
Nónklett Hansen, T.O.S., Odd
bjørg Poulsen og Jákup á Lakj
uni.
Talan er eisini um ein stuð
ulsdag við uppboðssølu, har
vinningar eisini vórðu útlut
aðir.
– Vit høvdu sera nógvar
gestir á gátt. Nøkur hundrað.
Tey vóru ikki allatíðina, men
tá ið onkur fór, komu onnur.
Vit sendu eisini beinleiðis á
facebook, sigur Tór Arni Sam
uelsen.
Lindin fekk eisini nakrar
nýggjar stuðlar leygardagin.
Tosa virðiliga um kristin
við aðrari áskoðan
Lindin hevur sambært for
manninum øll árini roynt at
lagt dent á at hava tilfar, sum
fevnir broytt kristiligt.
– Vit vilja ikki leggja dent á
tað, ið skilir samkomur og
kirkjur. Vit skulu tosa virðiliga
um hvønn annan, sigur Preben
Hansen.
Tá ið Lindin byrjaði í Føroy
um, fingu tey hjálp frá Lindini
í Íslandi at koma í gongd. Í
2009 hjálpti Lindin í Føroyum
eini grønlendskari kristiligari
rás, ið verður nevnd Livets
stemme í gongd.
– Vit kunnaðu um hetta í
Lindini og savnaðu 365.000
krónur inn, so at til bar at
keypa sendiútgerð og koma í
gongd. Vit fóru eisini til Grøn
lands og hjálptu teimum við at
seta støðina upp og seta tey
inn í tað tekniska. Síðani hava
tey sent, sigur Tór Arni Sam
uelsen.
BROYTT
AGIÐ
Nógv fólk komu saman til føðingardagshald
leygardagin hjá Lindini í Østrøm í Havn
Mynd: Álvur Haraldsen
Preben Hansen, formaður í Lindini
Mynd: Álvur Haraldsen
Tór Arni Samuelsen, dagligur leiðari í Lindini
Mynd: Álvur Haraldsen