mánadagur 27. januar 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11
TÍÐINDI
Lindin hevur nú sent kristiligt útvarp í 20 ár. Dagligi leiðarin,
Tór Arni Samuelsen, heldur, at støðin hevur verið við til
at broytt miðlalandslagið í Føroyum, so at tað nú eisini er
meira natúrligt við kristiligum tilfari í øðrum miðlum
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Eg haldi, at aðrir miðlar í
Føroyum nú betur tora at taka
upp evni, sum hava við tað
kristiliga at gera. Og tað gleast
vit um, sigur Tór Arni Samuel
sen.
Nevndarformaðurin í Lind
ini, Preben Hansen, er samdur.
– Ja, tað gleðast vit um. Vit
meta ikki nakran annan vera í
kapping við okkum. Vit eru als
ikki á lýsingarmarknaðinum –
og vilja ikki vera har. Vit gleð
ast um alt kristiligt tilfar, ið
kemur út í miðlarnar í Føroy
um, sigur Preben Hansen.
Teir vísa eisini á, at virðingin
fyri Lindini er ein heilt onnur,
enn hon var fyrstu tíðina.
– Vit upplivdu fyrstu árini,
at nógvir gestir vildu hava
spurningar skrivliga, og tað
vóru eisini nøkur, ið hugsaðu
seg nærri um, áðrenn tey
søgdu ja til at vera gestir í
Lindini. Støðan er ein heilt
onnur í dag. Bispur, borgar
stjórar og allir løgmenn hava
av og á verið gestir í Lindini.
Tað er bara verandi løgmaður,
ið ikki hevur verið, men tað er
helst tí, at hann ikki er spurdur
enn, sigur Preben Hansen.
Gera ikki meira
enn ráð er til
Lindin byrjaði virksemi 21.
januar í 2000, og eru tað nú 20
ár liðin síðani fyrsta sendingin
varð útvarpað. Í dag røkkur
sendinetið, 14 sendarar, hvønn
einasta tíma í vikuni, meira
enn 92% av Føroya fólki.
Dagligi leiðarin var við frá
fyrsta degi.
– Eg byrjaði sum sjálvboðin.
Eftir eina tíð gjørdist greitt, at
neyðugt var at hava fólk í
starvi, fyri at tað skuldi vera
møguligt at senda í nógvar
tímar um dagin. Fyrst var eg í
starvi í hálva tíð, men síðani
2002 havi eg verið í starvi í
fulla
tíð,
sigur
Tór
Arni
Samuelsen.
Nevndarformaðurin, Preb
en Hansen, hevur eisini verið
við frá fyrsta degi.
– Vit hava ongantíð gjørt
meira, enn vit hava havt ráð
til. Tá ið vit hava havt tørv á
fleiri pengum til sendarar,
fleiri starvsfólk ella annað, so
hava vit nevnt ætlanirnar í
Lindini, og vit hava fingið fleiri
stuðlar. Onkuntíð hava vit
eisini fingið stórar peninga
upphæddir frá fyritøkum ella
einstaklingum til ávísar verk
ætlanir. Tað hevur verið fant
astiskt at uppliva, sigur Preben
Hansen.
700 stuðlar
Frá
fyrsta
sendidegi
hava
trúgvir stuðlar og afturvend
andi stuðulsdagar fíggja allan
raksturin av Lindini. Árligi
raksturin hevur seinnu árini
verið áleið 1,6 milliónir krónur.
– Tann dagin vit byrjaðu,
høvdu vit umleið 80 stuðlar, ið
stuðlaðu við fastari upphædd
hvønn mánaða. Fleiri søgdu tá,
at vit fóru ikki at klára at
senda í meira enn eitt ella tvey
ár. Men vit trúðu upp á tað og
fóru í gongd. Eftir at hava sent
í nakrar fáar mánaðir, høvdu
vit 300 stuðlar. Síðani er tað
vaksið spakuliga, og vit hava í
dag umleið 700 stuðlar, sigur
Preben Hansen.
Mest sjálvboðið arbeiði
Størsti parturin av arbeiðinum
í Lindini er framvegis sjálv
boðin, men eitt fulltíðarstarvs
fólk og nøkur, ið gera parttíðar
arbeiði, fáa løn. Talan er serliga
um tey, ið gera morgunsend
ingar og eru teknikarar í Lind
ini. Samanlagt svarar tað til
LINDIN HEVUR B
MIÐLALANDSLA
Lindin hevði 20 ára føðingardagshald leygardagin í Østrøm í Havn
Mynd: Álvur Haraldsen