Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. januar 2020 · Nr. 11 TÍÐINDI – NÚ VITA FÓLK, HVØR HANN ER Steinar Patursson Tað er ein stórur heiður fyri Andrias Høgenni og før­oysk­an film, at stutt­ filmurin Ikki illa meint í gjár vann eina Robert virðis­ løn, heldur Jón Hamm­er, sum arbeiðir sum fram­ leiðari, og sum eis­ini situr í nevndini í Films­húsinum. Serliga er tað stórt, at talan er um ein film, sum fyri tað mesta gongur fyri seg á føroyskum. – Hetta er stórt. Eitt er tað, at hann er føroyskur leikstjóri búsitandi í Dan­ mark, men at filmurin so eisini er á føroyskum, tað er mest imponerandi. Rob­ ert prísurin er tað danska Filmsakademiið, og tað eru donsk filmsfólk, sum velja filmarnar. Tað, at donsk filmsfólk virða ein før­ oysk­an film og síggja burt­ ur frá teimum málsligu forð­ingunum, tað er stórt, sigur Jón Hammer og vísir á trupulleikan hjá før­oysk­ um filmum at fáa danska fígging, um filmarnir eru á føroyskum. – Tá tú roynir at fáa fígging til filmar, hugsar tú ofta, at tú skalt hava okk­ urt danskt element í film­ in­um fyri at hava betri møgu­leikar til at fáa fígg­ ing. Tað verður eisini gjørt aðrastaðni. Tí er tað flott, at Andrias hevur gjørt ein film, har málið ikki er ein forðing, men kanska held­ ur ein styrki. – Hetta kann hava stóran týdning fyri, hvussu tey síggja føroyskar filmar í Danmark. Men eisini fyri okkum sjálvi - hvussu vit tora at kasta okkum út í tað. Um heiðurin í sjálvum sær at vinna ein Robert, er hetta eisini fremjandi fyri karrieruna hjá Andriasi Høgenni, sigur Jón Hamm­ er, sum heldur, at ein Rob­ ert virðisløn er eitt frálíkt stempul at hava í CV'num. – Tað merkir nógv fyri hann, tí hann hevur arbeitt við filmi í fleiri ár. Hann hevur vunnið Geytan fyrr, men nú hevur hann vunnið høvuðsprísin í Dan­mark fyri stuttfilmar. Fyri hansara karrieru merk­ir tað tað, at næstu ferð hann skal fíggja ein film, so vita fólk, at hann hev­ur vunnið ein Robert. Tað gevur eitt blástempul í bransj­uni. Nú vita fólk, hvør hann er. – Ein viðurkenning av mínum evnum Stuttfilmurin Ikki illa meint hjá Andriasi Høgenni vann í gjár Robert virðisløn fyri Ársins stuttfilm hjá danska filmsakademinum Steinar Patursson Andrias Høgenni vann í gjár ein Robert frá danska Films­ akademiinum fyri stutfilmin Ikki illa meint. Við Robert virðirs­lønini í skjáttuni metir Andrias Høgenni, at hetta kann tryggja framburð, nú hann er í gongd við aðrari films­verkætlan, umframt at tað er ein greiður sigur fyri føroyska filmsumhvørvið. – Fyrst og fremst síggi eg tað sum eitt herðaklapp til tað føroyska filmsumhvørvið. Og eg síggi tað sum prógv uppá, at tað ber til at gera føroyskar søgur uttan at brúka føroysku náttúruna sum krykkur. Mest av øllum eri eg takksamur fyri, at eg havi havt so gott filmslið og góðar leikarar við - Mariann Hansen og Sissal Drews Hjalta­ lin, sum hava borið filmin. – Hetta merkir, at nú er eitt momentum, sum eg vóni at kunna nýta til spælifilmin, sum eg eri í gongd við. Og eg síggi hetta sum eitt blástempul av mínum evnum sum leik­ stjóri, og eg vóni, at hetta kann leggja lunnar undir víðari verk­ætlanir. Andrias Høgenni var sjálvur til staðar í Tivoli Hotel- og Kongrescenter saman við Siss­ al Drews Hjaltalin til hand­an­ ina í gjár. – Tað var ordiliga stuttligt og ordiliga løgið. Eg fekk eina kenslu av, at stuttfilmar liggja nokk so langt niðri í hier­ark­ inum í mun til spælifimarnar. Tá stuttfilmarnir skuldu kunn­ ger­ast, var eitt filmslið og film­ aði eitt av hinum borðinum, sum hevði ein stuttfilm nom­ in­eraðan. So vit hildu bara, at tey fóru at vinna, og vit hildu bara fram at eta matin. So varð Ikki illa meint nevndur, og vit máttu skundu okkum á pallin við einari desperatari vón, at eingin matur var komin á skjúrtuna. Tá spurdur um, hvussu vónirnar vóru undan kvøld­ inum, sigur Andrias Høgenni, at hann hevði ikki væntað at vinna. – Skal eg vera heilt erligur, so hevði eg ikki tær størstu vónirnar. Sjálvt um eg eri ordiliga glaður fyri filmin hjá okk­um, so var kappingin hørð. Fleiri av filmunum hava vunnið á øðrum festivalum og vóru frá Filmsskúlanum, so hetta var ikki væntað. Kvøldið bjóðaði upp á stutt­ ligar og minnisverdar løtur, sigur Andrias Høgenni, sum hevði nervarnar uttan á klæð­ unum. – Tú ert allatíð umgivin av fólkum, og tú ert allatíð bangin fyri at siga okkurt býtt. Upp á eitt tíðspunkt kom eg til at rósa einum leikara fyri ein film, sum hann ikki hevði gjørt. Tíbetur hevði hann beint frammanundan róst meg fyri ein íslendskan film. – Eitt tað stuttligasta var at síggja Sissal Drews Hjaltalin fáa eitt klemm frá Trine Dyr­ holm. At síggja hana verða rósta, tað var nokk hædd­ar­ punktið.